Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. apríl 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. apríl 2018 · Nr. 38 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Blóðið fortelur hvussu tú skalt tapa teg í vekt - Við at brúka biologiska lívvísaran, sum passar til blóðsukurið, vilja mong, sum stríðast við vekt, uppliva eina lætnan, sum er seks ella sjey ferðir størri enn annars, sigur Arne Astrup, stovnsleiðari fyri Ítrótti og Føðslu á Keypmannahavnar Universiteti Vilmund Jacobsen Okkara blóðsukur spælir ein av­ ger­andi leiklut í okkara vælveru og í síðsta enda eisini, tá ræður um, hvussu langt okkara lív verður. Nógvar sjúkur, sum eru knýttar at aldri, eru nevniliga eisini knýtt­ ar at einum illa reguleraðum blóð­ sukuri. Millum sjúkurnar, sum kunnu hava hesi tilknýti, eru eitt nú hjarta­æðrasjúkur, ávís sløg av krabba­meini, Alzheimersjúka, og ikki minst er yvirvekt knýtt at ov høg­um blóðsukuri. Eitt væl regulerað blóðsukur er eitt av eyðkennunum við at stór­ trívast sum miðalaldrandi og eldri og soleiðis at vera ein persónur, sum livir aktivt og sum ikki neyðt­ urviliga hevur ætlanir um at fara upp á pensjón fyribils. Regulerað blóðsukur Men, hvat er blóðsukur? Blóðsukur er innihaldið av glu­ kosu í blóðinum. Hetta verður mált í millimol fyri hvønn litur (mmol/l), sum sigur nøgdina av glukosu í ein­ um lituri av blóði. Glukosa kemur burtur úr tí, vit eta, og tað er sodningin, sum niður­ brýtur føðina til eitt nú glukosu, sum síðan kemur út í blóðið. Kyknurnar í kroppinum brúka glukosu sum brennievni, og kykn­ urnar hava ymiskan tørv á orku. Vøddarnir og harímillum hjarta­ vødd­urin hevur serliga stóran orku­tørv, og sama er við heilanum. Blóðsukurið veksur og minkar, sum samdøgnið gongur. Eftir eina máltíð veksur blóðsukurið nátt­úr­ liga. Matvørur, sum eru ríkar við kolhydratum, fáa blóðsukurið at veksa skjótt og matvørur, sum eru ríkar við proteinum, gera hinvegin, at blóðsukurið veksur meira spaku­ liga. Vanliga er blóðsukurið lægst um morgunin og hægst eftir eina mál­ tíð. Nøkur markvirði eru fyri eitt væl regulerað blóðsukur. Eitt hóskandi blóðsukur sveiggj­ ar millum trý og sjey mmol/l, og hetta gevur kyknunum í likaminum ein rímiligan, javnan ella støðugan førn­ing av glukosu, sum aftur gevur eitt hóskandi orkustøði og ger okkum væl til passar. Fastablóðsukur Fastablóðsukur, sum tað verður rópt, verður mált um morgunin, og tá eigur tað eftir, at tú hevur fastað í seks tímar, at liggja millum fýra og sjey mmol/l - og, tá tú hevur fastað í 10 tímar, eigur blóðsukurið at liggja millum trý og seks mmol/l. Blóðsukurið kann tó vera hægri - alt eftir, hvat tú hevur etið. Er blóðsukurið nakað hægri enn tilmælt, kanska 6,5 mmol/l um morg­unin, verður tað rópt for­dia­ betes. Hjá læknanum kanst tú fáa mált blóðreyðan - ella á lækna­máli kallað hæmoglobin A1c (HbA1c). Hetta verður bæði rópt lang­tíð­ar­ blóð­sukur og “slatri­blóðsukur” og verður mált í eindini mmol/mol. HbA1c er eitt miðalmál yvir sein­astu seks til átta vikurnar, og tá liggja vanlig virði millum 31 og 44 mmol/mol. Kvinnur við barn kunnu tó hava virði á 20 til 31 mmol/mol í øðrum og triðja parti av barnsburðinum. Um fólk hava afturvendandi virð­ir, sum eru 48 mmol/mol ella hægri, er hetta ein ábending um typu2 diabetes. Fyribyrging av diabetes Granskarar á eitt nú Keyp­manna­ havn­ar Universiteti løgdu á einari diabetesráðstevnu herfyri fram upp­lýsingar sum vístu, at blóð­ sukur og/ ella fastainsulin átti at verið brúkt til at velja rætta kostin fyri at røkka einum vekttapi, ser­ liga hjá fólki við fordiabetes ella dia­betes. Við øðrum orðum avdúkar fasta­ blóðsukurið, hvussu væl - ella minni væl - likamið umsetir kolhydratir við hjálp av hormoninum insulin. Granskararnir siga, at umleið 30 prosent av fólki við byrjandi dia­ betes fara at menna typu2 diabetes næstu trý árini. Kanningar hava víst, at lív­stíls­ broyt­ingar og vekttap á 5 til 10 prosent kann fyribyrgja ella seinka menn­ingini av typu2 diabetes mill­ um vaksin í hávandabólkinum. Granskingin staðfestir, at lætt­ asti máti at tapa seg í vekt er indi­ viduell, men umrøddi hátt­ur við at brúka lívvísaran - ella biom­ar­kørin - krevur eina blóð­roynd. Er fastablóðsukurið lægri enn 5,6, eiga fólk at minka um feittið, og er blóðsukurið hægri enn 5,6, er skilagott at eta trevjuríka føði og ikki søtmeti. Arne Astrup, stovnsleiðari fyri Ítrótti og Føðslu á Keyp­manna­ havn­ar Universiteti, er endurgivin fyri at siga, at við at brúka nevnda bio­logiska lívvísaran, sum passar til blóð­sukurið, vilja mong, sum stríð­ ast við vekt, uppliva eina lætnan, sum er seks ella sjey ferðir størri enn annars. Ráð um matvørur Er talan um tað, sum rópt verður fasta­blóðsukur, sum er lægri enn 5,6, eigur tú at eta fullkornsbreyð, grønmeti, protein úr fiski, soltið kjøt, egg og mjólkarvørur við lágum fiti­innihaldi. Við fastablóðsukuri, sum er mill­um 5,6 og 6,9, eigur tú at eta fipur­ríkan kost, grønmeti, fruktir og fullkornsvørur. Tú eigur ikki at eta skjótar kolhydratir sum sukur, hvítan rís ella hvítt breyð. Hevur tú fastablóðsukur, sum er hægri enn sjey, eigur tú at søkja tær læknahjálp, og tá er neyðugt, at fitievnini eru heilsugóð, eitt nú úr olivinolju, avocado og nøtum. Tú eigur at halda teg burtur frá skjót­um kolhydratum sum sukuri, søtum fruktum, pasta, hvítum rísi og hvítum breyði. Kelda: www.helse.dk HEILSA Kanningar vísa, at lívstílsbroytingar og vekttap á 5 til 10 prosent kann fyribyrgja ella seinka menningini av typu2 diabetes millum vaksin í hávandabólkinum