mikudagur 4. apríl 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 4. apríl 2018 · Nr. 38
Royndir menn
skera tosk av
Føroyabanka
Nøgdin av toski á Føroyabanka í vár lá í vekt á sama støði, sum
vanligt hevur verið árini síðan 2006
Vilmund Jacobsen
Seinasta mikumorgun tørnaðu teir
tríggir, Ólavur Sjúrðaberg, Ingvar
Joensen og Jógvan Tróndur Sim
onsen, til at skera tosk og hýsu av
Føroyabanka.
Hetta var fiskur, sum havrann
sóknarskipið Magnus Heinason
fekk, tá teir gjørdu árligu váryvir
litstrolingarnar á bankanum.
Stóri og góði fiskurin varð skor
in, og her fór einki til spillis, tí burt
ur úr góðu høvdunum skóru teir
eisini kjálkar og lippur.
Kokkarnir, sum starvast á mat
stovuni Barbaru í Havn, fingu hesa
løtu holla kunning um, hvussu mest
fæst burtur úr hesum ediliga fiski,
sum teir tríggir royndu menninir
skóru við hepnari hond.
Í sínari niðurstøðu frá yvirlits
trolingunum á Føroyabanka sigur
Havstovan, at toskurin á bankan
um framvegis ikki er komin fyri
seg aftur.
- Nøgdin av toski í vár lá í vekt á
sama støði, sum vanligt hevur verið
árini síðan 2006. Í ár var veiðan í
tali 130 toskar í mun til 118 við somu
roynd í fjør vár.
Petur Steingrund, sum var tokt
leiðari á túrinum á Føroyabanka,
sigur, at í ár var tó nakað av smáum
fiski uppi í veiðini.
- Eins og í fjør, var sera nógv at
fáa av hýsu, og her var nógv smá
hýsa ímillum.
Fiskifrøðingurin vísir á, at nøgd
in av upsa, havtasku og mathøggu
slokki hevur verið skiftandi á rum
ár, tó uttan nakra ávísa øking ella
minking.
Eingin kalvi er fingin á Føroya
banka síðan 2014.
- Magakanningar vístu, at nógv
er til av nebbasild, sigur Petur
Steingrund, toktleiðari á ferðini hjá
Magnusi Heinasyni á Føroyabanka.
Byrjar at líkjast við hýsu og toski
- Magakanningar vísa, at sera nógv er til av nebbasild á føroyska landgrunninum, sigur fiskifrøðingurin, Petur
Steingrund
Vilmund Jacobsen
Havrannsóknarskipið
Magnus
Heinason hevur í vár eisini gjørt
tveir túrar á landgrunninum. Hetta
eru árligar yvirlitstrolingar, har
tilfar verður fingið til vega at brúka
sum grundarlag undir stovnsmet
ingum av toski, hýsu og upsa.
Í hesum yvirlitstrolingum verða
hundrað hál tikin á landgrunnin
um.
- Vit hava havt eitt metlangt tíð
arskeið við óvanliga lítlari nøgd av
toski og hýsu - ja, heilt aftur til ár
2006.
Men, nú bendir alt á, at bæði
hýsa og toskur eru í ferð við at koma
fyri seg aftur á landgrunninum.
- Nøgdin av toski og hýsu í yvir
litstrolingini bendir á, at støðan
byrjar at líkjast tí, sum fyrr var
vanligt. Eisini var nógv at fáa av
hvítingi, reyðsprøku og svartkjafti.
Petur
Steingrund,
fiskifrøð
ingur, vísir á, at nøgdin av upsa,
gulllaksi, tungu, longu, hvítings
bróðuri og havtasku var sum eitt
miðalár. Hinvegin varð lítið fingið
av brosmu og kongafiski.
- Magakanningarnar vístu, at
sera nógv er til av nebbasild á før
oyska landgrunninum, sigur fiski
frøðingurin, Petur Steingrund.
Kokkarnir, sum starvast á matstovuni Barbaru í Havn, fingu eisini holla
kunning um, hvussu mest fæst burtur úr hesum ediliga fiski
Nebbasild hevur stóran týdning fyri bæði fiska-og sjófuglastovnar, og tí
er tað gleðiligt, at nógv nebbasild aftur er á havleiðunum