mikudagur 4. apríl 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. apríl 2018 · Nr. 38
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Magnus Pauli
Høgnesen
(Mixi) til minnis
Í mannsins sanna ljósið,
sum tað góða í ger,
vælmeintur og blíður,
øllum gott at bera í verð.
So kendur vart tú, góður,
av høgum og lágum,
ein sannur friðarmaður,
gubbi at øllum smáum.
Og tað at duga at taka til,
sum tikin úr leikum var,
hvør minnist ikki søgurnar,
skemtið, til látur nær og fjar.
So rennur tíðin her á fold,
vinir koma, vinir fara,
minnir rík at eiga her,
góð fyri vini, vakurt at svara.
Ein bygdamynd nú farin er,
so tynnist Toftanesliðið,
alt gott í fylgið tær, góði,
hvíl granni og vinur í friði.
Takk vinur fyri mangar góðar løtur saman.
Kartin Curling
NØVN
Ásbjørn Strøm til minnis
f. 06.12.1956; d. 13.03.2018
Ein lágvaksin maður úr Trongis
vági, væl lýddur og væl hoyrdur,
var okkara millum. Heilsan bilaði
honum tey síðstu nógvu árini, men
hann fekk hjálp at liva við hesum
og gjørdi tað. Ásbjørn hoyrdi tað,
hann ikki sá, var hjartaligur, góðs
ligur og gávumildur.
Ásbjørn var eisini gávuríkur.
Hansara tónahoyrn var tiltikin,
spældi eftir ”gehør”, lýddi á og
nam tónan á harmoniku, klaveri
og kirkjuurgum. Hann stjórnaði
kórum, spældi eggjandi harmon
ikutónar til felagssang og dans og
spældi einsamallur ella saman við
øðrum tey kendu skandinavisku
løgini. Harmonikan var eitt tað
fyrsta hann setti nógvan pening
í. Hon var møbilprýði og dýrgrip
ur hansara longu tíðliga í lestrar
árunum, og var tað eisini enn, nú
hann var illa mentur at fara undir
hetta ljóðførið.
Ásbjørn las løgfrøði, gjørdist
løgfrøðingur, men tá hevði nýggja
tøknin fasinerað hann, elektron
ikkur, datufrøði, og leiðin bar tann
vegin. Eins og í tónleiki er røringur
dátufrøðini, sum ikki er bundin av
strongum meginreglum og tungum
siðaarvi. Hann undraðist sjálvur á,
at lívið háttaði seg soleiðis hjá sær.
Á kórferð í Moskva hitti hann
Ingu, sum eisini er ferm við ljóð
førum. Tey búsettust í Føroyum,
hon undirvísti í tónleiki, hann
eitt skifti á Elektron. Hann segði
við einum brosi, at Føroyar vóru
ov smáar hjá konuni úr Moskva.
Tey fluttu niður og fingu seinna
sonin í Keypmannahavn. Hann
varð doyptur í Sundby kirkju á
Amager, her tann lítla familjan,
Inga, Ásbjørn, Jóhan og Alexander
búleikaðust næstu mongu árini
saman við sínum ljóðførum, ser
stakliga klaveri og harmoniku, sum
rørdu streingir í barnahjørtum.
Dagar og ár runnu í góðum
grannalagi, sum var fegið um hesi
fittu og fróðu tónleikahjúnini.
Spakuliga komu veikleikarnir inn
Ásbjørn, sjónin viknaði, nýrini
maktaðu minni, og hjartað mátti
fáa ábøtur. Men Ásbjørn var øll
hesi 7-8 árini kortini til dystin fús,
smílandi, stimbrandi og vónaði, at
um stutta tíð fór at vera betri. Tá
ið hann var í leikum, læt hann ikki
á sær finnast, brosaði, spældi og
sang.
Vit, sum koma saman ymsa
staðni í Keypmannahavn, hava
aftur og aftur lýtt á hansara harm
oniku, sungið saman við honum
og dansa. Hóskaði lagið seg betur
til klaverið, flutti hann seg hagar,
bað onkran murra lagið fyri sær
og spældi, ella hann bað onkran
byrja sangin og tók undir við ljóð
førinum. Einki himpr. Tók hann
sjálvur undir við sínum djúpa,
málmtunga suðuroyarmáli, gekk
felagssangurin framúr væl og lokk
aði tann næsta og tann næsta sang
in fram.
Meðan Ásbjørn sat heima hjá
sær sjálvum týsdagin 13. mars og
dvaldist við sín kæra sang ”Hulde
engel, du min barndoms ven” hjá
St. St. Blicher, er tað eins og tey
síðstu orðini í sanginum gjørdust
veruleiki: ”Hør, jeg kalder, kom igen
tilbage. Før mig til mit gamle Eden
hen – eller til det ny du snart mig
drage!” Eingilin bar Ásbjørn heim í
nýggja staðin. - Tað byrjaði við dópi
í Sundby kirkju fyri nógvum árum
síðani, og nú 20. mars fór Ásbjørn
haðani til hvíldar. Ein av sálmunum
var ”Tænk, når engang den tåge er
forsvunden” og ein annar ”Eg vil
mínum Harra prísa”, har 5. ørindi
er gamla útróðrarørindið: ”Nú leiti
eg til tína náði og gevi meg tær í
hond…”
Hugsi at tey Í Føroyahúsinum, í
felagnum Tvørábáturin og í mong
um øðrum feløgum við takk og
sorgblídni minnast tær mongu
góðu løturnar saman við Ásbjørni.
Tað eyðkendi hann, at hann fegin
vildi vera saman við øðrum í
tónleiki, sangi og vertskapi. Ofta
var bara hálvtalað orð, tá ið hann
játtaði. Eitt stað, har hann gjørdi
serstaka góðan mun, var á Sjúk
lingahotellinum til hugnakvøld.
Tað var fragd at heinta hann og
harmonikuna,
hoyra
hansara
stimbrandi orð, síggja hann spæla
og syngja saman við sjúklingum
og avvarandi. Vegna Trivnaðar
nevndina á hotellinum skal eg
bera Ásbjørni hjartans takk fyri tað,
hann gav, og við samkenslu takka
vit tykkum, sum eftir sita, fyri alt
tað, Ásbjørn var og gav okkum.
Friður veri við minni hansara.
Martin