mikudagur 4. apríl 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 4. apríl 2018 · Nr. 38
NØVN
Álitismanninum, Snorra Simonsen,
in me’moriam
Tað kom okkun dátt við, tá vit
frættu, at starvsfelagin, álitis
maðurin og vinmaðurin, Snorri
Simonsen, ikki longur er okkara
millum. Eg møtti honum dagin
fyri, fróan og fryntligan, sum altíð,
og prátið fall alt fyri eitt á gamlar
dagar.
Fyri okkurt um 40 árum síðani
kom Ronald Poulsen ein dagin inn
á Landsverkfrøðingsskrivstovuna
og spurdi, um vit ikki høvdu brúk
fyri einum fyrrverandi bilmekan
ikara, sum hevði fingið ilt í rygg
in, og tí illa kundi arbeiða har
longur; men sum eftir Ronaldsa
tykki dugdi so mangt annað.
Jú, tað var gaman í, og svágur hans
ara, Snorri Simonsen, kom á gátt til
eitt prát, har hann boðaði frá, at
hann púrasta einki annað dugdi,
uttan at fjasa eitt sindur við bilar.
Men okkum tóktist longu tá, at
her var nakað við hesum manni,
sum átti at standa sína roynd, og
fyri at siga tað stutt, so var lítið og
einki, sum Snorri ikki dugdi ella
onkursvegna fekk greitt úr hond
um.
Hann var við hvørt eins og
tankalesari, tá hann uttan eitt orð
bara legði júst tað á borðið, sum
tørvur var á og síðani legði tað aftur
í røttu goymsluna, tá málið var
liðugt at viðgera. Goymsluna, sum
hann sjálvur hevði víðkað og lagt
soleiðis til rættis, at eingin ivaðist
í, hvar og í hvørjum skápi, tær
mongu Snorri Simonsen hundrað
tals tekningar um vegir, havnir og
aðra bygging, sum fevndu um allar
Føroyar, mundu hanga. Hetta var,
tá alt var teknað við hond.
Minnist einaferð, eg ikki fann
okkurt, sum vit í fleiri dagar høvdu
haft frammi, og Snorri spurdi: ”
Tú hevur væl ikki arkiverað tað?”
Jú, tað mundi eg helst hava gjørt,
og Snorrasa viðmerking var: ”Áh,
Harragud, so kemur tað aldrin
aftur í afur!”
Eisini tók Snorri sjálvur mongd
av myndum av okkara virksemi og
snøggaði til eitt sera gott mynda
savn av øllum viðkomandi, hann
fekk hendur á, og sum hann
pilkaði tað burtur úr, hann helt
hava okkara áhuga og sendi okk
um, tá vit bæði, konan, vóru
burturi í londum, hetta saman
við øllum tíðindasendingum, so
tað næstan kendist sum at sita
heima við hús og lurta ella lesa.
Jú, saknurin kennist longu svárur,
nú ikki longur ber til at siga: ”Spyr
bara Snorra!”
At ervið var hildið á hansara
lívsarbeiðsplássi,
Landsverki,
haldi eg, gjørdist ein vøkur tøkk til
Snorra.
Við hesum fáu orðum skal eg við
hjartans tøkk fyri tey mongu árini,
vit starvaðust samaní, lýsa frið
yvir minnið um Snorra Simonsen.
Hvílið hann í Harrans friði.
Heini Olsen
Sosialurin 341800
fyrst og fremst