Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-04, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. apríl 2018síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 4. apríl 2018 · Nr. 38 André Olsen Eftir fyrstu trý umførini í Betri- deildini er tað serliga ein leikari, ið hevur skarað framúr, og er komin á vikuliðið eftir hvørt einasta umfar. Tað er nýggi serbiski miðverjin hjá KÍ, Deni Pavlovic, ið mánadagin aftur var við til at halda nullið fyri KÍ á útivølli móti Suðuroyingum. Harafturat skoraði Deni Pavlovic eisini einsamalla málið í dystinum, og var eftir dystin valdur til dagsins leikara við Stórá. Lið við nógvum royndum Sum heild er talan annars um eitt vikulið, sum er mannað við nógvum royndum leikarum, og fáum ungum leikarum. Einastu leikarar á liðnum við U21 aldri, eru Pætur Petersen hjá EB/Streymi og Meinhard E. Olsen hjá B36, sum báðir komu á máltalvuna eftir hetta umfarið. andre@sosialurin.fo Spælarametingarnar: 1: Avrikið er út av lagi vánaligt og kostar dystin 2: Avrikið er vánaligt og dystaravgerandi 3: Avrikið er væl undir miðal og tað sæst aftur á liðavrikinum 4: Avrikið er undir miðal, men ikki avgerandi 5: Avrikið er miðal og spælarin røkir tær uppgávur hann skal 6: Avrikið er beint yvir miðal 7: Avrikið er yvir miðal og tað sæst aftur á liðavrikinum 8: Avrikið er væl yvir miðal og spælarin er avgerandi 9: Avrikið er framúr og spælarin er dystaravgerandi 10: Á landsliðið og seldur í morgin! Betri-liðið umfar 3: FÓTBÓLTUR Teitur M. Gestsson (HB) HB málverjin var dagsins maður til grannauppgerðina í Gundadali mánadagin. Hann átti høvuðsæruna fyri, at HB vann sær stig í dystinum, tí tvær ferðir í seinna hálvleiki, bjargaði málverjin brotssparki. Oddur Á. Højgaard (EB/Streymur) Toftamaðurin á EB/Streyma liðnum var millum teir mest eyðsýndu í verjupartinum hjá EB/Streymi í sannførandi 3-0 sigrinum móti 07 Vestur mánadagin. Serliga í luftspælinum var høgi miðverjin sannførandi. Brian Jacobsen (Skála) Sterki áleyparin átti høvuðsleiklutin í, at Skála vann dystin á Argjum mánadagin. Fyrst skoraði Brian Jacobsen til 1-0, og seinni legði hann á sannførandi hátt eisini upp til 2-0 málið hjá Skála. Deni Pavlovic (KÍ) Serbiski miðverjin hevur verið ein fongur fyri klaksvíkingar. Higartil er einki mál farið ígjøgnum, meðan hann hevur spælt í verjuni hjá KÍ, og mánadagin var miðverjin eisini matchvinnari við Stórá móti Suðringum, har hann eisini var dagsins leikari. Árni Frederiksberg (NSÍ) Hóast skapandi vongspælarin ikki kom á máltalvuna í Sarpugerði mánadagin, var hann allíkavæl ein av mest hóttandi leikarunum hjá NSÍ í sigrinum. Er í serflokki tá tað kemur til at leggja upp til kjansir. Niels Pauli Danielsen (Skála) Klaksvíkingurin fekk mánadagin sítt fyrsta mál fyri Skála, tá hann skoraði til 2-0. Spældi sum vongverji í vinstru síðu, og var sum heild tryggur á bóltinum og arbeiðssamur. Rógvi Egilstoft Nielsen (EB/Streymur) Liðskiparin hjá EB/Streymi var eyðsýndur í 3-0 sigrinum í Vágunum mánadagin. Fyllir ófatuliga nógv á miðvøllinum og hevur eitt gott ’drive’ til at koma niðan við í álop. Pætur Dam Jacobsen (Skála) Liðskiparin hjá Skála fylti nógv á miðvøllinum móti AB mánadagin, tá Skála vann sær týðandi sigur á Argjum. Var sterkur á bóltinum og vann teir flestu nærdystirnar, sum hann fór í. Pætur Petersen (EB/Streymur) Skálvíkingurin í EB/Streymi hevur fingið eina góða byrjan uppá kappingarárið, og kom mánadagin tvær ferðir á máltalvuna móti 07 Vestur. Er skjótur og avbjóðandi, og bankar av álvara uppá til eitt pláss á U21 landsliðnum. Johan Troest Davidsen (NSÍ) Var besti NSÍ leikari í Gøtu mánadagin í týðandi sigrinum, og kom eisini á máltalvuna. Mátti lata seg útskifta í seinna hálvleiki orsakað av einum skaða. Meinhard E. Olsen (B36) Tað var hárfínt hjá B36 áleyparanum at vera dagsins hetja í Gundadali mánadagin og ikki. Hevði Meinhard E. Olsen í seinna hálvleiki skora seinna brotssparkið, hevði hann verið heilt stóra hetjan í dystinum og matchvinnari. Allíkavæl var vongspælarin eyðsýndur. VENJARIN HESA VIKUNA: Heðin Askham (EB/Streymur) 0-3 á útivølli móti einum liðið, sum man á pappírinum kann vænta sum ein kappingarneyta. Tað talar fyri seg. PAVLOVIC FYRI TRIÐJU FERÐ Á RAÐ Serbiski miðverjin hjá KÍ hevur verið mest støðugi leikarin í Betri-deildini fyrstu trý umførini