Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-04, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. apríl 2018síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. apríl 2018 · Nr. 38 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Tað var merkisvert, hvussu tað annan páskadag eydnaðist fót­ bólti­num at krússa veturin av. Tá ið síðsta bríksl var á Argjum mána­ kvøldið, var vøllurin hvítur. Um lík­ind­ini høvdu verið soleiðis við dystar­byrjan, so hevði dómarin neyvan bríkslað fyri, at bólturin skuldi fara á rull, tí tað var trupult at síggja strikurnar. Tað eydnaðist at avgreiða allar dyst­irnar. Í Suðuroy, í Gundadali og í Sørvági vóru líkindini góð, og tað gekk eisini væl í Gøtu. Spurningurin er, hvussu tað hevði verið, um KÍ hevði átt heima­ vøll. Ætlanin var, at topp­dysturin í kvinnudeildini millum KÍ og EBS/ Skála skuldi vera í gjár, men orsaka av kava bar tað ikki til at spæla fót­ bólt í Klaksvík. Higartil hevur KÍ liðið í Betri Deild­ini bara spælt á útivølli. Fyrsta av­bjóðingin á heimavølli er sett at vera sunnudagin, tá ið AB eftir ætlan verður gestur á Eiðinum í Klaks­vík. So fæst at síggja, hvussu tað sunnudagin verður við kava í Klaks­vík. Fótbóltshitin er høgur í KÍ leguni. Tað vil so vera, nú tað í trim­um torførum avbjóðingum á úti­vølli er eydnast at vinna fulla úr­tøku. Dreymurin og vónin í bláu leguni er at fáa fatur á FM steypi­ num, sum ikki hevur verið í Klaks­ vík síðani 1999. -Vit eru fegnir um gongdina í trimum teimum fyrstu um­førun­ um. Tað snýr seg um at vera væl fyrireikaður og at arbeiða mið­víst og fokuserað við einstøku av­bjóð­ ing­ini. Tað hevur eydnast higartil, men tað eru 24 dystir eftir, og nú snýr tað seg um, at vit sunnudagin fáa vitjan av AB. Tá verður aftur neyðugt við hørðum arbeiði, sigur KÍ málverjin Meinhardt Joensen, sum longu í 2000 fyri fyrstu ferð vardi KÍ málið í bestu deildini og í gjár var málverji í landskappingini í fremstu røð fyri 318. ferð. At støðutalvan kann síggja væl øðrvísi út í oktober og eftir 27 um­ før, enn hon ger eftir trý umfør, nýtast klaksvíkingar ikki at fara so nógv ár aftur fyri at staðfesta. Í 2011 hevði KÍ fulla úrtøku eftir trý um­ før og málmunin 10-1. Næstu fimm dystirnar var KÍ úrtøkan eitt stig – eftir fýra tap og ein javnleik. B36 vann fyri sjey árum síðani FM við 67 stigum, sum framvegis er met, og KÍ endaði á fimta plássi við 34 stigum. Í Gundadali endaði granna­upp­ gerðin 1-1. At tað endar við javnleiki mill­um B36 og HB er meiri reglan enn undantakið. Í fjør endaðu allir tríggir dystirnir javnt, og í 2016 end­ aðu tveir við javnleiki, meðan B36 vann tann fyrsta 3-2. Í 2015 endaðu tveir við javnleiki, meðan B36 vann tann fyrsta 3-1. HB hevur ikki vunnið í lands­ kapp­ingini ímóti B36 síðani 24. oktober 2014, tá ið B36 átti heima­ dyst og máltalvan vísti 1-2, og B36 síðani tók ímóti FM steypinum. Pavlovic á blettinum Suðringar - KÍ 0-1 Einasta málið við Stórá í Trongis­vági skoraði ein av nýggju ser­bisku spælarunum hjá KÍ. Deni Pav­lovic hevur verið í verjuni allar tríggjar dystirnar á tamb. Hann hevur ikki enn upplivað, at mót­ støðu­liðið hevur skorað, og í gjár var hann sjálvur málskjútti. Jóannes Bjartalíð legði mið­ skeiðis í fyrra hálvleiki við frísparki inn­fyri úr høgru, og Deni Pavlovic sendi við høvdinum bóltin í málið. -Tað var ikki so flótandi og poler­ að spæl, men fyri tað mesta høvdu vit tak á tí. Í eina løtu seinna­partin av øðrum hálvleiki vóru nakrar støð­ur, tá ið tað kundi endað við máli til heimaliðið, men tað lagaði seg, sigur KÍ málverjin Meinhardt Joen­sen. Framrættaði Stefan Rado­sav­ ljo­vic hjá Suðringum harmast um tap­ið á heimavølli: -Vit høvdu møguleikar at javna, men tað er torført at spæla ímóti so tættari verju. Vit høvdu í vikuni fyri­reikað okkum væl uppá deyð­ bólts­støður, men tað var júst í slíkari støðu, at teir skoraðu, og tað var harmiligt, tí talan var ikki um fleiri upplagdar málmøguleikar. Nýggjar tíðir í Sarpugerði Víkingur – NSÍ 1-2 Eftir trý umfør hava meistar­ar­ nir í Víkingi trý stig. Á heimavølli ímóti NSÍ tapti Víkingur fyri aðru ferð á rað. Bæði ímóti HB í Gunda­ dali og ímóti NSÍ í Gøtu var úrslitið 2-1 til mótstøðuliðið, og í báðum før­um var tað eftir javnar og tættar upp­gerðir, har tað kundi koppað báðar vegir. NSÍ hevði góða úrtøku, tá ið Jóhan Troest Davidsen og Klæ­ mint A. Olsen skoraðu í fyrra hálv­ leiki, og leiðslan kundi havt verið uppaftur størri, tí fleiri ferðir var talan um spentar støður, tá ið Víkinga málverjin ikki var so hepp­ in við útspørkunum. Í tí eina føri­ num lyfti Árni Frederiksberg úr 25 metr­um og í tvørtræið aftanfyri uttar­laga stadda málverjan. Serliga í seinna hálvleiki hevði heima­liðið stórt trýst á NSÍ málið, og talan var um fleiri stórar mál­ møgu­leikar bæði undan og eftir steðgin. Adeshina Lawal misnýtti brots­spark, tá ið hann úr ellivu metr­um sendi í stólpan. Tá var støðan 1-0. Andreas Lava Olsen, sum var í álopinum saman við Lawal, varð feldur. Andreas Lava Olsen minkaði um munin, tá ið ein tími var farin. Hanus Jacobsen legði við langari send­ing fram til Lava, sum snaraði um seg sjálvan og skoraði. Hóast Hans Jørgen Djurhuus sá gult fyri aðru ferð, tá ið tað rest­aði eitt lítið korter, so var tað heimaliðið, ið pressaði síðstu løtu­ na, men Tórður Thomsen og NSÍ verjan hóraðu undan. Skála er á talvuni AB – Skála 0-2 Fyri fyrstu ferð síðani Eyðun Klak­stein tók við ábyrgdini fyri Skála liðinum, eydnaðist tað at vin­ na fulla úrtøku. Pætur Dam Jacobsen átti frí­ spæl­ingina, tá ið eyðsýndi Brian Jacob­sen eftir eitt korter setti hol á, og Edvin Jacobsen og Brian Jacobsen vóru við í snilda upp­ spæli­num, tá ið Niels Pauli Daniel­ sen átta minuttir undan steðginum økti um leiðsluna. AB royndi at svara aftur eftir steðgin, men tað eydnaðist ikki at vinna upplagdar málmøguleikar: FÓTBÓLTUR Eftir triðja útisigurin á rað er stóri spenningurin í KÍ leguni nú, um tað sunnudagin fer at eydnast at spæla fyrsta heimadystin FÓTBÓLTSHITIN ER HØGUR Í ØLLUM KAVANUM FRÓÐI ÓLASON OLSEN AB: Einasta rok inni í Vika var kavarok. Vóru ov blíðir í fyrra hálvleiki, men rætt skal vera rætt, eg væntið at Skála vera drúgvir sum frálíður. Væl kempa frensar. RÓGVI DAM EB/STREYMUR: Ein góður dagur hjá okkum í dag. Koyr Pætur Petersen á landsliðið Trý mál úti kemur sera sera val við Saman standa vit sterk. KRISTIAN JOENSEN KÍ: Spurningurin er ikki, hvør fær fyrsta stigið frá okkum, men hvør skorar fyrsta málið ímóti okkum? Ótrúliga flott, 9 stig aftana 3 útidystir. Hetta er ordiliga well. Koyr á KÍ JAN BOLSTAD ANTONIUSSEN NSÍ: Dysturin kendist longri enn bíðitíðin hjá læknanum. Men sigurin var søtari enn nakað páskaregg! Sterkt kempað, NSÍ! Vit hava fótað okkum aftur, og mosa víðari! Góðir, góðir, góðir ! BJØRG OLSEN SKÁLA: Ein góður og týdningarmikil sigur í dag. Sjálvt um ONKUR royndi, so eydnaðist tað ikki, at fáa leikarnar niður við høvdinum. Flott dreingir. Go Skála