Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. apríl 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. APRÍL 2018 SOSIALURIN 39 4 Vikan ið fór Sæð á Facebook: Gunnar Restorff er nýggjasti professarin á Fróðskaparsetirnum. Í vikuni varð hann settur sum professari í støddfrøði. Vága Floghavn hevur fingið nýggjan stjóra. Gudny Langgaard varð vald til starvið framum 59 menn og 9 kvinnur. Magn hevur keypt Demich í royndini at styrkja seg á grøna el- marknaðinum í Føroyum. Ein kvinna skeyt frá hond inni í høvuðssætinum hjá YouTube og rakti fýra fólk. Faroe Petroleum hevur funnið gass í Norðurhavinum. Helena Dam á Neysabø tók í vikuni sæti á tingi aftur eftir langa sjúkralegu. Kuldi MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt ár eru liðin síðani Heimastýrislógin varð sett í gildi 70 Tað hevur verið bítandi kalt hesa vikuna og tað hevur elvt til ring koyrilíkindi og fleiri ferðsluóhapp. Men sum sæst aðrastaðni her á síðuni, verður lýggjari komandi dagarnar. Um orðið sigur Sprotin: Kuldi -a -ar tað at kalt er, lágt hitastig, kalt veður, veturin kom við kulda og kava; norðuri, uppi í kuldanum (í kuldalondunum), kópurin verður nógv skotin uppi í kuldanum; bláur í kulda bláfrystur; doyggja í kulda 1 stirðna í hel 2 vera ógvuliga kaldur, eg doyggi í kulda; sms. t.d. fóta-, húsa-, inn-, kava-, kjaft-, munn- , nagla-, náttar-, purru- No mini eggs a day keeps all the fat away. Zlatan Ibrahimovic on Ronaldo’s goal: “It was a nice goal, but he should try it from 40 meters.” Lot til andøvsgul av ymsum ættum, undir 8 m/s, út á dagin øtlar hann vindin spakuliga og verður sum frá líður andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landnyrðingi og eystri, 8 til 13 m/s, um náttina í støðum hvassur vindur sunnanfyri, 15 m/s. Samdrigið og vátaslettings- ella kavaæl. Hitin millum 2 og 5 stig, um náttina um frostmarkið. Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og eystri, 5 til 10 m/s, sum seinni øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s, í støðum hvassur vindur, 15 m/s. Turt og sólglottar, um náttina skýggjað og kanska regn ella vátaslettingur. Hitin millum 1 og 4 stig. Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum frá líður gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 2 og 5 stig, um náttina um frostmarkið 3-8 m/s 5-10 m/s 8-13 m/s Tað er altíð vælsignað at hoyra góð tíðindi. Í hesum døgum koma tey frá bátunum, sum fiska á innaru leiðunum við troli. Teir hava roktúrar og hava ongantíð fingið so nógvan fisk, sum nú. Gjøgnum fleiri ár hava vit hoyrt, at nú fer fiskurin at koma aftur á landgrunnin, men higartil hevur tað mest verið tos. Eg veit væl, at nógv í vinnuni siga, at tað er torført hjá okkum at vita um fiskurin er komin aftur, tí royndin á Føroya-leiðini er minkað so nógv hesi seinastu mongu árini. Somu fólk siga eisini, at so stórur partur av Føroya-grunninum er friðaður, so tað ber illa til at vita, hvussu nógv er til av fiski har. Vit hava eitt gamalt havrannsóknarskip, men tey eru fá í vinnuni, sum stóla uppá tey úrslit, Magnus Heinason fær. Tað besta, sum kann henda er, at tey skip og bátar, sum royna, fáa fisk. Og soleiðis hevur tað verið í seinastuni. Stórar nøgdir eru komnar uppá land bæði frá smáu trolbátunum og frá snellufiskinum norðanfyri. Tíverri hava línuskipini ikki enn rent seg í sama fiskiskap, men tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at optimisma er millum teirra, sum liva av Føroya-grunnunum. Í F ø r oy u m verður ikki tosað so nógv um fiskivinnu longur. Tað eru fleiri orsøkir til tess. Vinnan er r a t i o n a l i s e r a ð og færri fólk fáast beinleiðis við fiskiskap og hagreiðingina á landi. Vit mugu tó staðfesta, at alingin, uppsjóvarvinnan og veiðan eftir bornfiski eigur lívið í okkum. Tað er haðani útflutningurin kemur og sum heldur øllum hjólum í samfelagnum koyrandi. Og hyggja vit at, hvat hagreiðingin gevur, so er tað botnfiskurin sum skapar arbeið -ja, fyrst og fremst uttanfyri høvuðsstaðarøkið. Í Havn mala hjólini so leingi framleiðsluvinnan syrgir fyri, at vit útflyta nóg mikið. Spurningurin er tí, hvat hendir um steðgur av einari ella aðrari orsøk kemur í. Tá liva vit ikki av almennum stovnum, blokkstuðli og at klippa hvørjum øðrum. Tað kann gott vera, at vit ikki doyggja, men kemur steðgur í fiska- og aliútfutningin verður ikki serliga stuttligt at búgva her á landi. Tað er tí tað er so lívsjáttandi, tá ið vit frætta um, at skip og bátar sum hava drigið svart, meira ella minni, seinastu mongu árini, nú fáa uppí eftir fáum tímumn. Góð tíðindi, sum vit øll eiga at fegnast um. Ája! Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! Visti tú? At Barna­festi­ valurin verður um viku­skiftið í Norður­ landahúsinum?