hósdagur 5. apríl 2018síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. APRÍL 2018
SOSIALURIN 39
5
H
agtølini vísa, at tíggjundi hvør hoyrir so mikið
illa, at tey hava brúk fyri hoyritóli. Hetta gong
ur ikki bara út yvir teirra egnu lívsgóðsku, men
rakar eis ini tey avvarðandi. Kortini eru tað framvegis
ikki øll, ið hava varnast tað ella leita sær hjálp, men
tíbetur er stór broyting hend á hesum økinum tey
tíggju ár ini, Hoyrn in hevur verið til.
„Grundin til, at eg læt Hoyrnina upp, var, at tørvur var á
einum privatum alternativi til almennu skipanina, sum
kundi bjóða føroyingum eitt størri úrval av hoyritólum
og betri tænastu uttan bíðitíð. “
– Jutta Helgadóttir
„Fólk eru nógv meiri tilvitað um, at hoyrnin hevur
al stór an týdning fyri trivnað, heilsu og vælferð. Stig
matiseringin av fólki við hoyritóli er eisini munandi
minni í dag, enn hon var fyri tíggju árum síðan,“ sigur
Jutta Helgadóttir.
Í dag er nógv meiri vanligt at yngri fólk taka hoyri
roynd ir og leita sær hjálp. Hetta er ikki, tí tey hoyra verri
í dag, men tí at hugburðurin er broyttur. Ein grund in
til hetta er ivaleyst, at Hoyrnin við boðskapinum „Eitt
hoyri tól er ikki eitt stórt ting“, miðvíst hevur víst á,
hvussu hoyritól kunnu gera gerandisdagin betri. Vit
hava eitt nú sæð Eivør fortelja, hvussu hoyritól hava
giv ið henni ein betri gerandisdag, og bólkar sum Danny
& the Veetos og Hamferð siga fólki, at tey skulu brúka
hoyrivernd, tá ið tey spæla ella lurta eftir hørðum
tónleiki.
Tøkniliga menningin av hoyritólum ber eisini í sær,
at í dag er nógv lættari og stuttligari at brúka hoyri
tól. Hoyri tól ini eru vorðin nærum ósjónlig og digitala
tøknin hevur við sær, at ljóðgóðskan er fram úr sk ar andi
í øll um umhvørvi. Harumframt kunnu tey knýt ast
sam an við fartelefon, sjónvarp og onnur tól.
Hoyrnin fokuserar bæði upp á fyribyrging og við
gerð og bjóðar tí eisini tónleikarum, handverkarum,
pedagogum, sjófólki og øðrum, sum dagliga arbeiða
í nógvum gangi, professionella hoyrivernd. Hetta er
eisini eitt øki í stórari tøkniligari menning, og alsamt
fleiri fólk velja at binda um heilan fingur og verja
hoyrnina, áðrenn ov seint er.
Hoyrnin er í dag heildarveitari av øllum, ið hevur við
hoyrn ina at gera, alt frá professionelt form stoypt ari
hoyri vernd og hjálpitólum til heimið til mest fram
komnu hoyritólini og alt neyðugt tilhoyr. Sum nak að
nýtt bjóðar Hoyrnin eisini rentufría fígging av hoyri
tólum, so tað er uppaftur lættari hjá fólki at útvega
sær hoyritól.
Hoyrnin hevur klinikk í Havn, men hevur regluliga
við talu í Suðuroy, Sandoy, Runavík og Klaksvík.
Haraftrat vitjar Hoyrnin øll ellis og røktarheim eina
til tvær ferðir árliga og undirvísir starvsfólkum, ið eru
um fólk við hoyritarni.
Jutta Helgadóttir er útbúgvin audiologistur og hevur
15 ára starvsroyndir. Hon gjørdist Ársins Íverksetari í
2010 fyri at bróta upp úr nýggjum við Hoyrnini.
Í Hoyrnini starvast fýra fólk, tvey skrivstovufólk og tveir útbúnir audiologistar, ið gera hoyriroyndir
og vegleiða fólki um røttu loysnina til eina betri hoyrn. Frá vinstru: Heidi Háldansdóttir skrivari, Jutta
Helgadóttir audiologistur, Linda Herdalur audiologistur og Steindóra á Stongunum bókhald.
HOYRNIN TÍGGJU ÁR
Tíggju ár eru liðin, síðan Jutta
Helgadóttir læt Føroya fyrstu
privatu hoyriklinikk upp. Hetta
hava verið tíggju ár við stórari
tøkni ligari menning og eini øktari
til vitan um hoyrn og hoyritól.
FØÐINGARDAGUR
Í HOYRNINI 10. APRÍL
Týsdagin 10. apríl kl. 14 – 16
er opið hús í Hoyrnini.
Á skránni verður tónleikur og ábit.
Hoyr um nýggjastu tøknina
og tólini hjá Phonak.
Øll eru hjartaliga væl komin.
Kom inn og hoyr meira.
G Ó Ð K E N D H O Y R I K L I N I K K