Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. apríl 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. APRÍL 2018 SOSIALURIN 39 6 – Við óhappinum vórðu dreymarnir um tað lívið, ið eg vónaði, at eg fór at hava, eisini skerdir, sigur Hávard Vatnhamar, sum misti høgra arm í vanlukku á sjónum sum 16 ára gamal. Nú venur hann til paralympisku leikirnar í Tokyo í 2020, har hann vil umboða Føroyar ANNIKA KUNOY IM ANNIKA@SOSIALURIN.FO 4 2 ára gamli leirvíkingurin Hávard Vatnhamar flutti sum 14 ára gamal til Dan­ markar við familju síni at búgva í 1990. Havið lokkaði – eins og tað gjørdi hjá bæði pápa og beiggja hansara – og hann hevði ein dreym um eitt lív á sjónum. Soleiðis varð tó ikki, tí ein lagnudag í 1992 varð Hávard illa skaddur, tá hann var farin út við báti at fiska við beiggja sínum. Misti høgra arm Hann var bert 16 ára gamal, tá hann og beiggin og tveir aðrir menn vóru farnir út við báti úr Thyborøn í Jútlandi í Danmark. Hávard stóð á dekkinum, tá hann fekk hondina í klemmu í spælið á bátinum. Ein av hinum fýra monnunum umborð stóð eisini á dekkinum, men hann varð so skelkaður av tilburðinum, at hann einki fekk gjørt. Boð vórðu send eftir hjálp, og Hávard varð flogin á sjúkrahús í Aalborg. – Eg fekk eisini hjartasteðg, og tað stóð um lív, sigur hann. Tá Hávard kom á sjúkrahúsið, var allur høgri armur illa farin. Hann greiðir frá, at ikki ein blóð­ dropi var at síggja, tí armurin var trýstur og skræddur so illa. Lukkutíð var Hávard í nýggjum gummi­klæðum, sum hildu vevn­ að­inum á arminum saman. Lækn­ ar­nir tosaðu tá um at taka allan arm­in burtur, tí nervalagið var farið. Tað varð tó ikki gjørt, og Hávard lá á sjúkrahúsinum í Aal­ borg í nakrar mánaðir, har hann varð skurðviðgjørdur og skuldi koma seg eftir ógvusliga óhappið. Um­framt at armurin var illa farin, so breyt hann eisini hálsin í van­ lukkuni og skuldi undir eina skurð­ við­gerð, har eitt bein varð tikið úr mjødnini og sett í hálsin. Hann gekk tí við kraga um hálsin í eitt hálvt ár eftir óhappið. Eini tríggjar vikur eftir óhappið var tó avgjørt at taka høgru hond­ ina, tí einki lív var í henni, og hóast Hávard enn hevur armin á høgru síðu, so riggar hann ikki sum hann eigur, tí hann er viðkvæmur og óvirk­in. Hávard manglar herða­ vødd­ar og aðrar vøddar. – Við óhappinum vórðu dreym­ ar­nir um tað lívið, ið eg vónaði, at eg fór at hava, eisini skerdir. Pápi mín var fiskimaður og sjómaður alt lívið, og sjálvur hevði eg dreymar um at verða skipari á einum farma­ skipi, men teir dreymarnir fóru í spønir, sigur Hávard Vatnhamar. Tá Hávard kom heim av sjúkra­ húsinum nakrar mánaðir eftir óhappið, skuldi hann læra at liva við pínuni og skerdu førleikunum. – Eg hevði eitt gott heim, var væl bjálvaður og fekk nógv upp­merk­ semi bæði frá familju og vinum. Men eftir eina tíð fánaði áhugin hjá vinmonnunum fyri arminum og vanlukkuni, og eg misti yvirskotið, sum eg hevði havt og varð tungur í huga, sigur Hávard, sum eisini skuldi stríðast við myndugleikar um endurgjald í fleiri ár. Ítrótturin bygdi hann upp aftur Eisini var tað torført hjá unga mann­inum at vita, hvat hann nú skuldi fáast við og gera, tá hann var skerdur kropsliga og dreymarnir um lívið á havinum vóru knústir. Í 1994 verður hann tó eggjaður av gamla flokslærara sínum til at fara á ítróttaháskúla í Ikast, og tað valdi hann at gera. Hávard Vatnhamar hevur altíð spælt nógvan fótbólt og dámdi væl á ítróttaháskúlanum, tí har slapp hann at brúka kroppin aftur. – Tá eg kom av sjúkrahúsinum, var eg klæntrasligur og lítil. Á ítrótt­aháskúlanum kom eg í ein felags­skap, har eg skuldi venja og fekk bygt kroppin upp aftur eftir at hava verið passivur í langa tíð, sigur hann Hávard helt á fram við fótbólt­ in­um, hóast tað kravdi nógv av honum á vøllinum. – Armurin toldi ikki at vera kald­ur ella at rørt varð við hann. Eg vildi tó ikki, at nakar tók synd í mær, so eg pressaði, hóast eg fekk ilt og hevði ilt í nakrar dagar, eftir at eg hevði spælt fótbólt, sigur hann frá. Eftir ítróttaháskúlan fer Há­ vard á HF í tvey ár og tekur triðja árið á Handilsskúla. Eftir tað fær hann lærupláss og arbeiðir við farma­flutningi. Tá lærutíðin er við at vera liðug í 2000, er hann tó so óheppin, at hann brýtur handliðin á vinstru hond, meðan hann spælir fótbólt. – Tað var als ikki gott, tí eg fekk einki gjørt, eftir at handliðurin varð brotin. Hóast eg varð liðugur at læra, so fekk eg ikki arbeitt, og eg varð tí fyritíðarpensjónistur, sigur hann. Ein strævin tíð Hávard lýsir fyrstu tíðina, eftir at hann varð fyritíðarpensjónistur sum eina strævna tíð. Hann og konan fáa fyrsta barnið, sum hevði kolikk, og Hávard er heima. Tað er tyngjandi at vera fyritíðar­pen­sjón­ eraður, og Hávard vil fegin av­rika eitthvørt í lívinum. Hann spæl­ir tó enn nógvan fótbólt, og tað gongur væl. – Tá vit vóru best, vóru vit sum eitt miðallið í Betri deildini, sigur Hávard, sum altíð hevur havt tokka til fótbóltin. – Eg havi elskað fótbólt heilt frá, at eg sum smádrongur lá á køks­ borðinum og lurtaði, tá dyst­ir hjá LÍF vórðu varpaðir í útvarp­in­um. Beiggi mín og fleiri aðrir í Vatn­ hamar familjuni spældu fótbólt, og eg fylgdi væl við og var íðin, sigur hann. Fotbólturin sleit tó knæið hjá Hávardi, og tað var trupult at ganga oman og niðan trappur, eftir at hann hevði spælt ein fót­ bólts­dyst. Í 2006 byrjaði hann at súkkla, sum ein liður í at styrkja knæið. Í 2009-2010 steðgaði hann við fótbóltinum og fór at hugsavna seg um bæði súkkling og svimjing. Verður lærari Hesa tíðina ger hann eisini fyri­fall­ andi arbeiði sum sølu­mað­ur, men hevur ikki rætt­liga funnið røttu hillina á arbeiðs­markn­að­in­um. Um hetta sama mundið byrjar kona hansara at lesa til lærara, og ein gamal HF lærari hjá Hávardi kennir eftirnavnið á henni aftur og setur seg í samband við Hávard. – Hann spyr, hvat eg geri og heldur, at eg skal byrja at lesa til lærara. Eg flenti eitt sindur at hes­ um í fyrstani, tí at verða lærari var als ikki dreymurin hjá mær tá, flennir hann. Gamli HF lærarin var tó so sann­ førandi, at Hávard valdi at royna. Í samstarvi við kommununa fær hann nakað av útbúgvingini góð­ skrivaða, men má tí rinda part av útbúgvingini úr egnum lumma. Hóast tað var kostnaðarmikið, so velur hann at fullføra útbúgv­ing­ ina. – Eg var ágrýtin og hevði lestr­ arbólk saman við tveimum øðrum PERSÓNSSØGA Tað er umráðandi at hava í huga, at gongdin í lívinum ikki altíð verður soleiðis, sum vit ímynda okkum. Eg skuldi ikki vera á sjónum, men eg eri væl nøgdur við lívið og als ikki beiskur – heldur ikki inn á Gud – LÍVIÐ VERÐUR IKKI ALTÍÐ SUM VIT ÍMYNDA OKKUM Hávard Vatnhamar