Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. apríl 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. APRÍL 2018 SOSIALURIN 39 7 næmingum, sum veruliga motiveraðu meg og eggjaðu mær til at halda á fram, sigur Hávard Vatn­hamar. Hann kláraði tó ikki útbúgv­ing­ina innan tvey ár, sum hann upp­runa­liga ætlaði, tí sonur hansara varð sjúkur í mjødnini og skuldi und­ir skurð og endaði í koyristóli í eina tíð. Ta tíðina tók Hávard ein steðg við lesnaðinum og var heima í eitt ár. – Eg manglaði starvsvenjingina og fekk tí ikki prógv. Síðani fór eg í starvsvenjing á Finderup Efter­skole, og har arbeiði eg enn, sigur Hávard, sum fekk læraraprógvið í 2013 um tað mundið, tá son­ur hans­ara eisini kom úr koyri­stól­in­um og á føtur aftur. – Hetta var eitt strævið men gevandi tíðarskeið, sum skuldi havt verið nøkur ár frammanundan, sig­ur hann umhugsin og sipar til ár­ini sum fyritíðarpensjónistur, har hann ikki kendi, at hann fekk avrikað tað, sum hann vildi. Finderup Efterskole er ein skúli fyri næmingar við serligum tørvi, ið hava tað trupult í vanliga fólka­skúl­anum. – Tað er umráðandi fyri meg at arbeiða við næmingum, ið hava serligan tørv, og at skúlin eg eri á, hevur eitt kristið grundarlag, so næm­ingarnir ikki bert verða eitt numm­ar í køini, sigur hann íðin. Á skúlanum undirvísir Hávard í donskum og í enskum. Eisini hevur hann raðfest ítróttin ovarliga. – Vit hava arbeitt nógv við ítrótti, síðani eg byrjaði á skúlanum, tí tað er eins umráðandi at klára seg væl kropsliga og tað er bókliga. Seinastu árini hava vit millum annað avrikað eitt ironman, fleiri hálvmaraton, súkklukappingar og duatlon, sigur hann frá. – Endamálið er, at fáa næming­ar­nar at trúgva upp á seg sjálvar, at øll kenna, at tey eydnast í onkrum av tí, sum tey seta sær fyri. Øll skulu ikki eydnast í øllum, men øll eydnast í onkrum. Eg brúki meg sjálvan í slíkum støðum, og íblást­ur­in til tað, sum eg síðani eri farin í gongd við innan ítróttin, Framhald á síðu 8 T Umhugsin Nærverandi Ítøkiligur MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI M ar gr et ha K jæ r b æ k hvørt vikuskifti í Sosialinum Velji Miðflokkin: Fyrst og fremst tí at politikkurin byggir á kristna grundarstøðið. Og tí eg veit, at 100% av tinglimunum atkvøða eins í etiskum málum. Politikkur Miðfloksins merkir frælsi fyri føroyingar! Hjartamál m.a: Vælvirkandi heilsuverk, góðar karmar fyri privatu vinnuna, so hend an hevur bestu karmar at virka og mennast undir, og vernd av náttúruni. Vit hava brúk fyri Miðflokkinum at rætta kósina aftur. Aktuell uppskot frá Miðflokkinum Ráðgeving í sb.v. fosturtøku, ið kann samanberast við sonevnda ”task force”. Eitt tele­ fon numar. á Almannastovuni, sum altíð svarar, ein persónur, sum bert hevur upp gáv una at hjálpa neyðstaddum foreldrum og ófødda barni teirra, áðrenn ætlanin um fosturtøku birtist­ og fær fastatøkur. Minkan av avgjøldum á persónbilum, ið skal gera tað lættari at keypa sær tryggari og umhvørvisvinarligari dygd ar bilar til ein væl lægri prís enn í dag. Fólkaatkvøðu um hjúnabandslógina, ið gevur øllum føringum møguleika at siga sína hugsan um grundleggjandi broytingina, ið samgongan framdi, uttan at spyrja fólkið eftir. Ætlanin er, at fólkaatkvøðan skal verða h. 6. nov. 2018. Aktuella politiska støðan Miðflokkurin harmast um harðrenda grundtónan í politikki samgongunnar. Hesin tón in sæst m.a. í tí skjali, ið varð borið Løgtinginum í sambandi við aðalorðaskiftið um javn­ støðu. Talan er um eina rødd frá farnu kommunismuni, har miðvís og skipað eins rætting av kynunum, heilt frá smábarnastovnum av, verður kravd. Fleiri ferðir hevur Miðflokkurin heitt á samgonguna um at tala at tí órætti, sum ger um seg í heiminum í dag, tó úrslitaleyst. Meðan onnur lond eru skjót at tala at, kríp ur sam­ gong an undan og biður enntá um samstarv við ein av heimsins fremstu eina ræðis­ harrum, manni, sum onnur lond harðliga harta og taka frástøðu frá. Fiskivinnupolitikkur samgongunnar, har ivasamar teoriir hava fingið valdið, binda niður og stýra djørvu vinnulívsfólkum okkara. Hetta harmar Miðflokkin, sum fer at samstarva við allar kreftir, sum royna at bøta um umstøðurnar vinnulívið virkar undir og vilja forða fyri at líknandi átøk verða framd móti alivinnuni og øðrum vinnum. Fundarvirksemi Miðflokkurin hevur síðani farna heyst miðvíst arbeitt við uppstilling til komandi Løg­ tings val, ið verður í seinasta lagið komandi heyst. Í løtuni eru 12 valevni á listanum, málið er minst 20. Mikukvøldið var kjak­ og uppstillingarfundur í Klaksvík. Fitt av fólki var møtt, kjakið var gott og lívligt og talið av uppstillaðum fjølgaðist. Næsti almenni fundurin verður í Eysturoynni fyrst í mei mánaða. Vangamynd Navn: Margretha Kjærbæk Bústaður: Argir Útbúgving: Sjúkrarøktarfrøðingur á Landssjúkrahúsinum www.midflokkurin.fo MIÐFLOKKURIN Citat úr Løgtinginum Samgongupolitikkurin ber brá av manglandi empati fyri vanliga fólkinum (Bill Justinussen)