hósdagur 5. apríl 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. APRÍL 2018
SOSIALURIN 39
8
kemur har frá, staðfestir hann.
–Tað er umráðandi at hava í
huga, at gongdin í lívinum ikki altíð
verður soleiðis, sum vit ímynda
okkum. Eg skuldi ikki vera á sjón
um, men eg eri væl nøgdur við lívið
og als ikki beiskur – heldur ikki inn
á Gud, staðfestir hann álvarsliga.
Hóast hann ikki hevur kent seg
beiskan inn á lagnuna, sum mynd
aði lív hansara á ein annan hátt,
enn hann sjálvur ætlaði, so sigur
hann, at hann hevur ivast nógv
í, hvussu lívið hjá honum skuldi
skuldi myndast eftir óhappið.
– Eg hevði serliga nógvar
ósvaraðar spurningar, tá eg var
fyritíðarpensjónistur. At verða
pensjónistur fyri tíð er als ikki
gott, um ein ikki er rættiliga sjúkur.
Tann tíðin steðgaði útviklingini hjá
mær, og eg treivst ikki í tí, tí eg vildi
avrika okkurt stórt, sum kundi
brúkast til okkurt. Tað geri eg nú,
sigur hann umhugsin.
Vil umboða Føroyar
Eftir at Hávard hevði roynt seg í
triathlon saman við næmingunum,
fekk hann hug at gera meir innan
júst hesa ítróttagreinina. Hann tos
aði við konu sína um ætlanirnar og
skrivaði ein teldupost til Parasport
Føroyar.
– Skal eg nakað við hesum
ítróttinum, so skal tað vera fyri
Føroyar. Hóast eg bert havi búð ein
triðing av lívi mínum í Føroyum, so
kenni eg meg sum føroying, sigur
Hávard. Hann hevur kappast í fleiri
altjóða Paratriathlon kappingum
og millum annað vunnið bronsu
heiðursmerki, tá ITU (altjóða
triathlon sambandið) skipaði fyri
Paratriathlon World Cup í Florida
í oktober fjør.
Av tí at Føroyar ikki hava lima
skap í ITU, kappast Hávard undir
donskum flaggi í ITU kappingum,
men tá tað kemur til paralympiskar
kappingar ynskir Hávard at kapp
ast undir Merkinum, og er tað í
hesum sambandi at samstarv við
Parasport Føroyar er komið í lag.
Málið er paralympisku leikirnir
í Tokyo í 2020, og kappingarnar eru
ein liður í at vinna sær nóg mikið
av stigum til luttøku. Hávard fær
stigini frá 2017 við sær í puljuna,
men verða 2018 og 2019 avgerandi
fyri, um tað fer at eydnast at røkka
málinum.
Hann greiðir frá, at kropsliga er
hann darvaður av høgra armi, ið
ikki tolir kulda, tá hann svimur, og
armurin órógvar eisini á súkkluni,
tí Hávard skal taka støðu til, um
hann skal hanga ella vera inn at
kroppinum.
– Skal eg súkkla langt, so má eg
brúka styrki til at halda honum inn
at kroppinum, og tað havi eg ikki
vøddar til. Tí venji eg styrkivenjing
tvær ferðir um vikuna fyri at
styrkja ryggin, greiðir hann frá.
Vónar at fáa stuðul
Um dagarnar er Hávard í Føroyum
á vitjan við tí endamáli at styrkja
sambandið við Parasport Føroyar,
netverka og venja í Føroyum.
– Eg fari at luttaka í Sprint
triathlon, sum verður í Havn, eg
fari at súkkla runt í Føroyum og
svimja í Suðuroy. Eg skal eisini
halda onkrar fyrilestrar og vóni, at
eg fái tosað við onkrar fyritøkur og
funnið útav, um áhugi er í at stuðla
mær, sigur hann.
Og Hávard vónar, at onkur sær
týdningin í, at Føroyar verða um
boðaðar á paralympisku leikunum
í Tokyo 2020 í triathlon og tí velur
at stuðla.
– Parasport Føroyar stuðla mær,
men eg havi tørv á meiri stuðli til
ferðing og útgerð. Tað skal nógvur
peningur til fyri at luttaka á høgum
stigi, sigur hann
Eisini hevur hann gjørt avtalur
við kenningar úr Bretlandi um, at
hann leggur myndir út á sosiala
miðilin Instagram, tá hann súkklar
í hugtakandi føroysku nattúruni.
– Eg vil fegin umboða Føroyar,
og Føroyar og føroyingar mugu tí
eisini vita, hvør eg eri, sigur hann
um ferðina til heimlandið.
– Eg vil sjálvsagt eisini vera
við til at varpa ljós á parasportin
og eg havi eina vón um at veita
íblástur, soleiðis at onkur annar
við kropsligum breki eisini velur
at koma í gongd við triathlon ella
annan ítrótt. Eg vil fáa fólk úr pass
ivitetinum, fáa tey at vilja eitthvørt
og síðani fullføra tað, sigur hann
ágrýtin.
PERSÓNSØGA
Eg havi elskað fótbólt heilt frá at eg
sum smádrongur lá á køksborðinum
og lurtaði, tá dystir hjá LÍF vórðu
varpaðir í útvarpinum. Beiggi mín
og fleiri aðrir í Vatnhamar familjuni
spældu fótbólt, og eg fylgdi væl við og var íðin
Øll skulu ikki
eydnast í øllum,
men øll eydnast
í onkrum”