hósdagur 5. apríl 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. APRÍL 2018
SOSIALURIN 39
9
Páskirnar - boðskapurin
aftan fyri myndina
JÓGVAN ZACHARIASSEN BLOGGAR
H
evur tú nakrantíð hugt at einum
málningi og hugsað, “Her hendir
meiri, enn tað, eg síggi.” At tað
er, sum áskoðarin fær smakkin
av nøkrum, ið ger hann forvitnan. Hann vil
sleppa nærri, grava djúpari, og vita meiri.
Tá eg vitjaði Manchester City Art
Gallery og hugdi at myndini, The Shadow
of Death (1873), hevði eg eina tílíka uppliving.
Málningurin er av Jesusi sum ungur, har
hann stendur við sagina í arbeiðsskúrinum
hjá pápa sínum. Fyri at taka ein lítlan
arbeiðssteðg, breiðir hann armarnar út, og
sólin sendir geislar sínar inn á ein sovorðn
an hátt at skuggin av Jesusi fellur beint á
amboðsbrettið, ið hongur á vegginum aftan
fyri. Maria, sum liggur á knøunum á gólv
inum, hyggur upp og sær skuggan. Vit kunnu
bara ímynda okkum, hvat hon hugsar, tí
skuggin á vegginum ger eina mynd av Jesusi,
negldur á ein kross.
Men hvør er boðskapurin aftan fyri
myndina? Hugsa tankan um Gud sum
listamannin og skaparan av øllum tí skapta.
Og hugsa so um, at hann kallaði listaverk
sítt sera gott. Men síggj nú fyri tær, at í
miðdeplinum av listaverki sínum, málar
hann ikki bert son sín inn í myndina av
einum falnum og syndafullum heimi, men at
miðdepilin og hæddarpunktið av listaverk
inum er ein ótespiligur og blóðigur krossur!
Hvat er sera gott við tí?
Krossfesting var tann ræðuligasti deyðin,
nakar kundi fáa. Hæddarpunktið í listaverki
Guds, var ein hending við vamligisligari
niðurgering og ræðuleika – krossurin, har
Jesus varð krossfestur fyri synd heimsins,
og menniskjaliga sæð, var einki vakurt
við tí. Krossfestingin var ein ræðulig og
andstyggilig sjón, har eitt sundursorað likam
hekk bløðandi á einum krossi. Hví gjørdi
Gud, sum lýsir í dýrd og vakurleika, nakað
so ræðuligt og vamlisliga ljótt, og síðani at
fáa okkum, menniskju, at leita hagar eftir
frelsu okkara? Krossurin skríggjar beint
ímóti øllum, sum vit seta í samband við
guddómligan vakurleika og kærleika.
Hví kalla vit hetta sera gott, vakurt
og undurfult? Tí boðskapurin aftan fyri
myndina er, at Gud brúkti nakað ljótt fyri
at gera tað vakra møguligt, nakað ringt fyri
at gera tað góða møguligt – nevnliga, at
vegurin til frelsu fyri menniskju var gjøgn
um krossin. Hesin blóðugi krossurin við tí
sundursoraða Frelsaranum, er staðið, har
vit kunnu leita okkum lívd. Har finna vit
hann, sum tók stað okkara, hann, sum bar
pínu og skomm okkara, og hann, sum tók
straff okkara á seg. Luther segði at vit ganga
við naglunum í lummunum, sum krossfestu
Jesus, tí ikki fyrr enn vit síggja okkum sjálvi
sum sek í deyða hansara, kunnu vit kenna
frelsandi náði hansara.
Vit eru sanniliga í einum meistaralista
verki, tá ið ræðuleikin, sum oyðir Shalom
friðin eisini er inngongdin inn í endurloys
ingarsæluna. Um tað so er synd okkara ella
syndin hjá øðrum, so brúkar Gud veruleikan
um synd til at skapa atgongdina til endur
loysandi dýrd sína.
Hyggur tú aftur at málninginum og leit
ar frá skugganum á vegginum og aftur á
Jesus, so sært tú aftur ein nýggjan Jesus
– ein upprisnan Jesus! Útrættu hendurnar
ímynda ikki longur møðina av arbeiðinum,
men sigursrópið av at hava sigrað á deyðan
um. Á páskum minnast vit ikki bert deyða
Jesusar, men vit gleðast eisini um uppreisn
hansara. Tí nøkur av fyrstu orðum Jesusar
eftir uppreisnuna vóru: “Maria...”, “Friður
veri við tykkum...”, og “Óttist ikki...” Upp
reistrarvónin er, at Jesus kallar teg við navni,
lýsir frið sín yvir teg og bjóðar tær at koma
nær.
Vit eru sanniliga í einum meistaralista
verki, tá ið ræðuleikin, sum oyðir Shalom
friðin eisini er inngongdin inn í endurloys
ingarsæluna. Um tað so er synd okkara ella
syndin hjá øðrum, so brúkar Gud veruleikan
um synd til at skapa atgongdina til endur
loysandi dýrd sína
BLOGGUR