Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. apríl 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. APRÍL 2018 SOSIALURIN 39 10 Politiskir avhopparar TEMA Út frá hagtølunum bara úr hesi øldini, so skulu vit rokna við, at eini 3-4 tingfólk fara at skifta flokk hvørt valskeið EIRIKUR LINDENSKOV 10 ferðir hendi tað í hinari øldini. Frá tí at vit fingu floksbýti á tingi í 1906 og øldina á tamb, vóru tað »bara« 10 tingfólk, sum vendu flokki sínum bakið fyri at umboða ann­an flokk á tingi. Fyrstu 18 árini av hesari øldini er tað hent 14 ferðir, at tingfólk er farið úr einum flokki og í annan. Heldur heldur hendan gongdin á, so skulu vit vænta, at í minsta lagi 3-4 tingfólk skifta flokk í hvørjum valskeiði. Floksbýtið fingu vit á Løgtingi í 1906, tá Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin fingu fyrstu floksumboðini vald á ting. Í fyrsta Løgtinginum eftir floksbýtið fekk Sambands­flokk­ urin 12 umboð og Sjálv­stýris­flokk­ urin 8. Tá høvdu próstur og amt­ maður eisini fast sæti. Fríð­rik­ur Pet­ersen var próstur, og hann var í parti við og beinleiðis limur í ting­bólkinum hjá Sam­bands­flokk­ in­um. Amtmaður tá var Christian Bærentsen úr Havn. Hann er hig­ ar­til einasti amtmaður (seinni ríkis­um­boðsmaður), sum hevur verið føroyingur. Hann tók ikki lut í flok­politikki, helt seg uttanflokka. Frá tí at Løgtingið varð endur­ reist í 1852 og fram til 1906 vóra tað einstaklingar, sum stillaðu upp og vórðu valdir á ting. A. C. Evensen Fyrsti tingmaður, vit hoyra um, sum skifti flokk – ella fer úr einum flokki, hann er valdur á ting fyri, er A. C. Evensen, prestur á Sandi. Hann varð valdur á ting í 1908 og aftur í 1912 fyri Sjálvstýrisflokkin. Men hann verður ósamdur við leiðsluna í flokkinum. Hann vil heldur stríðast fyri at bøta um samfelagskorini enn bara at virka fyri sjálvstýri. Ósemjan verð­ur so stór, at hann fer úr Sjálvstýrisflokkinum og verð­ur uttanflokkatingmaður. Á løgtings­ val­inum í 1916 stillar hann upp utt­ an­flokka í Sandoyar valdømi og verð­ur valdur. Í 1917 verður A. C. Evensen Føroya próstur, og sum próstur hev­ur hann sæti á tingi. Nú má hann leggja fólkavalda tingsessin frá sær. Men hann doyr longu fýra mán­aðir eftir, at hann gjørdist próst­ur, og eingin var at taka við eftir hann sum løgtingsmaður í Sand­oyar valdømi, tí hann var einsamallur uppstillaður uttan­ flokka og hevði tí ongan varamann. Jóannes Patursson Í 1940 fóru fleiri týðandi persónar úr Sjálvstýrisflokkinum og stovn­ aðu Fólkaflokkin, sum loysti av Vinnuflokkin. Jóannes Pat­urs­son, sum hevði umboðað Sjálv­stýris­ flokk­in á tingi síðani 1906, varð vald­ur á ting fyri Fólkaflokkin í 1940. At Fólkaflokkurin tók veljarar frá Sjálvstýrisflokkinum merktist væl á løgtingsvalinum í 1943. Tá gjørdist Fólkaflokkurin størsti flokkur við 12 av 25 tingmonnum. Sjálvstýrisflokkurin fekk tá ongan valdan á ting. Sama skilið var á løgtings­val­ inum í 1945. Tá fekk Sjálv­stýris­ flokkurin heldur ongan mann valdan. Á valinum í 1946 still­aði Sjálv­stýrisflokkurin upp á listan­ um hjá Javnaðarflokkinum. Tá vórðu tveir sjálvstýrismenn valdir – og tað gekk út yvir Javnaðar­ flokk­in, sum tilsvarandi misti tveir mans av hesum, tí teir báðir S. P. Zachariasen í Klaksvík og Louis Zachariasen í Havn lýstu seg sum tingbólk Sjálvstýrisfloksins á tingi. Rasmus Rasmussen Rasmus Rasmussen, Víkar-Ras­ mus í Fuglafirði fer úr Sjálvstýris­ flokkinum í 1943. Hann still­ar upp fyri Fólka­ flokkin og verður vald­ ur. Hann varð valdur fyri S j á l v ­s t ý r i s ­ flokkin í Eyst­ uroyar valdømi í 1940. Jákup í Jákupsstovu Á løgtingsvalinum í 1945 varð Jákup í Jákupsstovu valdur á ting fyri Javnaðarflokkin í Vága valdømi. Men vátt kom í reiðrið mill­um Jákup í Jákupsstovu og Javnaðarflokkin, tí hann atkvøddi saman við Fólkaflokkinum í sambandi við fólkaatkøvðuna um loysing í 1946. Hetta endaði við, at hann varð ekskluderaður úr Javnaðar­flokk­ inum. Hann kom ongantíð aftur á ting, hóast hann var ein teirra, ið stovnaðu Tjóðveldisflokkin, sum fyrstu ferð stillaði upp í 1950. Tá var stillað upp í nummarrøð. D. P. Danielsen, advokatur, var still­að­ur upp sum nummar 1 hjá Tjóðveldisflokkinum í Vág­um og varð valdur. Hevði Jákup í Jákupsstovu verið still­að­ur upp sum nummar eitt hjá Tjóð­veldis­ flokk­inum í Vág­um, so var hann valdur við listaatkøvðunum hjá flokk­inum. Hann kom ongantíð aftur á ting. Adolf Hansen Nú ganga nógv ár, har friður og floksagi valdar í øllum teimum politisku flokkunum. Í øllum før­ um innanhýsis í flokkunum. Í 1984 fær gamli Framburðs­flokk­ urin hjá Kjartan Mohr nýtt navn, Kristiligi Fólkaflokkurin Føroyar Framburðs og Fiskivinnuflokkur. Tá koma menn sum Niels Pauli Danielsen, prestur og fyrrverandi tjóðveldismaður, upp í flokkin. Hann hevði fleiri ferðir stillað upp fyri Tjóðveldisflokkin, men var ongantíð valdur. Í 1985 verður hann landsstýrismaður og í 1988 løg­tingsmaður fyri flokkin. Fyri valið í 1988 fer Adolf Hansen úr Kristiliga Fólkaflokkinum Før­ oyar Framburðs og Fiski­vinnu­ flokki og stovnar Framsókn­ar­ flokk­in á tingi. Hetta er fyrstu ferð síðani 1943, at ein tingmaður fer úr einum flokki á tingi og fer at umboða annan flokk. Í 1988 kundi tingmaður við fráboðan á tingi stovna nýggjan flokk, og tað gjørdi Adolf Hansen. Tað ber ikki til í dag. Nú skulu savnast undirskriftir, sum svara til 1/33 part av teimum, sum atkvøddu á seinasta vali. Fyri at stilla upp til komandi løgtingsval krevjast soleiðis 982 undirskriftir. Lasse Klein Í 1994 fer Lasse Klein úr Sjálv­ Alsamt fleiri flokshopparar: 3-4 TINGFÓLK FÓLK HVØRT