hósdagur 5. apríl 2018síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. APRÍL 2018
SOSIALURIN 39
11
stýrisflokkinum og upp í Kristiliga
Fólkaflokkin. Hann stillar upp fyri
Kristiliga Fólkaflokkin á valinum
í 1994 og verður valdur. Í 1988 og
1990 var hann valdur fyri Sjálv
stýrisflokkin, har hann eisini var
formaður.
Lasse Klein, sum er løgtingsfor
maður, slítur samgonguna millum
Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin
og Sjálvstýrisflokkin, og Marita
Petersen, løgmaður, leggur upp
skot fyri tingið um at skriva út val
vera 7. juli 1994.
Tordur Niclasen
Tordur Niclasen, sum varð valdur
á ting fyri Kristiliga Fólkaflokkin
síðani 1984, stillar á valinum í 1994
upp fyri Miðflokkin og verður vald
ur.
Óli Jacobsen
Óli Jacobsen verður á valinum í
1994 valdur á ting fyri Verkamanna
fylkininga. Hann hevði verið javn
aðarmaður, men hevði leingi verið
í opnum stríði við leiðsluna í Javn
aðarflokkinum. Í 1979 hevði hann
sum varamaður fast sæti á tingi
fyri Jákup Lindenskov, sum var
landsstýrismaður.
Kristian Magnussen
Kristian Magnussen varð vald
ur á ting í 1994 fyri Verkamanna
fylkingina. Men hann kom í stríð
við flokkin, og hann meldaði seg úr
flokkinum. Nakað fyri valið í 1998
fór hann frá sum landsstýrisamður,
tók sæti aftur á tingi. Hann meldaði
seg úr Verkamannafylkingini og
meldaði seg upp í tingbólkin hjá
Javnaðarflokkinum á tingi. Hann
var á valinum í 1998 valdur á ting
fyri Javnaðarflokkin og aftur á
valunum í 2002 og 2004.
Karl Robert Johansen
Karl Robert Johansen hevði sæti á
tingi fyri Óla Jacobsen, sum tvær
ferðir var landsstýrismaður fyri
Verkamannafylkininga valskeiðið
frá 1994-98. Hann meldaði seg,
eins og Kristian Magnussen, úr
Verkamannafylkingini og upp í
tingbólkin hjá Javnaðarflokkinum
á vári í 1998.
Finnbogi Arge
Finnbogi Arge, sum varð valdur á
ting fyri Sambandsflokkin í 1990
og í 1994 stillaði til valið í 1998 upp
fyri Fólkaflokkin. Hann varð ikki
valdur, men kom í landsstýrið
fyri Fólkaflokkin. Hann legði
frá sær sum landsstýrismaður í
2000, og Bjarni Djurholm tók við
sum nýggjur landsstýrismaður.
Tá kom Finnbogi Arge á ting sum
varamaður fyri Bjarna Djurholm.
Hann stillaði ikki uppaftur á
valinum í 2004.
Helena Dam á Neystabø
Í 1990 stillar javnaðarkvinnan
Helena Dam á Neystabø, dóttir for
mann Javnaðarfloksins Atla Dam,
brádliga upp fyri Sjálvstýrisflokkin
eftir at hava tikið lut í valstríðnum
fyri Javnaðarflokkin. Vátt kemur
í reiðrið millum hana og Javn
aðarflokkin, tá maður hennara,
Kristian á Neystabø, ikki sleppur
á listan hjá Suðurstreymoyar Javn
aðarfelag. Hon verður vald á ting
fyri Sjálvstýrisflokkin í 1990.
Í 2002 kemur Helena Dam á
Neystabø í stríð við Sjálvstýris
flokkin, sum endar við, at hon
meldar seg úr Sjálvstýrisflokkinum
og upp í tingbólkin hjá Javnaðar
flokkin.
Til løgtingsvalið í 2002 sleppur
hon ikki á listan hjá Suðurstreym
oyar Javnaðarfelga. Tað sleppur
hon í 2004, men verður ikki vald.
Í 2008 verður hon vald og kemur
í landsstýrið. Hon fall aftur á
valinum í 2011.
Á seinasta løgtingsvalið í 2015
kom hon inn sum 1. varafólk, tá
landsstýrið varð skipað.
Johan Dahl
Í 2006 bjóðar Johan Dahl á lands
fundinum hjá Sambandsflokkinum
Kaj Leo Holm Johannesen av sum
formanni í Sambandsflokkinum.
Hann megnar ikki at koppa for
manninum. Eftir landsfundin
boðar hann frá, at hann umhugsar
sína støðu í flokkinum.
28. mars 2006 boðar hann frá,
at hann hevur meldað seg úr
Sambandsflokkinum, og at hann
er uttanflokkatingmaður á tingi.
Longu 3. mai berast tíðindi um,
at Johan Dahl aftur er limur í
Sambandsflokkinum og í tingbólk
inum hjá Sambandsflokkinum.
Karsten Hansen
Stríðið um at geva teimum
samkyndu rættindi – kent undir
heitinum 266b – elvir til at Karst
en Hansen meldar seg úr Tjóð
veldinum. Hann fer upp í Mið
flokkin og verður valdur á ting fyri
Miðflokkin á valinum í 2008.
Poul Michelsen
11. oktober í 2010 kemur tíðinda
skriv frá Poul Michelsen, har hann
boðar frá, at hann meldar seg úr
Fólkaflokkinum og tekur seg úr
tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum.
Hann stovnar nýggjan flokk,
Framsókn, og verður valdur sjálvur
annar á valinum í 2011 og aftur í
2015.
Hann var valdur í Tórshavnar
býráð fyri Fólkaflokkin í 1980,
1984 og 1988. Í 1984, 1988, 2002 (vara
maður), 2004 (varamaður) og 2008
verður hann valdur á ting fyri
Fólkaflokkin.
Gerhard Lognberg
Í 2013 verður Gerhard Lognberg
K SKFITA
VALSKEIÐ