Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. apríl 2018síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. APRÍL 2018 SOSIALURIN 39 12 koyrdur úr Javnaðarflokkinum. Hann fer seinni upp í tingbólkin hjá Sambandsflokkinum. Hann varð valdur á ting fyri Javnaðarflokkin í 2002, 2004, 2008 og 2011. Á valinum í 2015 stillar hann upp fyri Sambandsflokkin, men verður ikki valdur. Janus Rein Hitt umboðið hjá Framsókn á val­ inum í 2011 er Janus Rein. Hann var ikki kendur í politiska lands­ lagnum áðrenn valið. Í 2013 meldar hann seg kortini úr Framsókn og fer seinni upp í tingbólkin hjá Fólkaflokkinum. Hann stillar upp til løgtingsvalið í 2015 fyri Fólkaflokkin, men verður ikki valdur. Hanna Jensen Hanna Jensen varð vald á ting fyri Framsókn á seinasta løgtingsvali í 2015. Hon hevur áður verið virkin í Fólkaflokkin, stillað upp fyri flokkin og hevði havt sæti á tingi okkurt styttri skeið fyri Fólkaflokkin. Annika Olsen Annika Olsen varð vald á ting fyri Fólkaflokkin í 2008, í 2011 og í 2015. Beint eftir valið í 2015 meldar hon seg úr Fólkaflokkinum. 17 dagar eftir valið meldar hon seg inn í Framsókn og verður vald til forkvinnu í fíggjarnevndini. Tríggjar dagar seinni meldar hon seg úr aftur Framsókn. Eftir fimm mánaðir sum uttanflokka tingkvinna meldar hon seg inn aftur í Fólkaflokkin. Í 2016 verður hon vald í Tórs­ havnar býráð fyri Fólkaflokkin – og gjørdist borgarstjóri. Sonja Jógvansdóttir Sonja Jógvansdóttir verður vald á ting fyri Javnaðarflokkin á val­ inum 1. september í 2015. Men sama dag, sum samgongan verður skipað, boðar hon frá, at hon hevur meldað seg úr Javnaðarflokkinum og úr tingbólki Javnaðarfloksins. Hon hevur ikki greitt frá um or­ søkina, hví hon fór úr flokkinum. Kristianna Winther Poulsen Kristianna Winther Poulsen, sum eitt skifti sat á tingi sum vara­fólk fyri Jógvan Skorheim / Kára P. Højgaard, stillar upp fyri Javnaðarflokkin á seinasta løg­ tings­vali. Hon verður ikki vald, men hon fekk fast sæti sum varafólk, tá landsstýrið varð skipað. Hon hevur sagt um orsøkina til, at hon meldaði seg úr Sjálvstýrisflokkinum vera, at flokkurin var vorðin ov kon­ serva­tivur, og at hon ikki føldi, at hon slapp at siga sína hugsan. Heðin Mortensen Í 2004 verður Heðin Mortensen, fyrrverandi løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, koyrdur úr Sambandsflokkinum eftir at flokkurin hevur gjørt avtalu um, at Fólkaflokkurin skuldi hava borg­ arstjóran í Havn. Hann fer síðani upp í Javnaðarflokkin. Í 2008, 2012 og 2016 verður hann valdur í býráðið í Havn fyri Javnaðarflokin, og á løgtingsvalinum í 2015 eisini á ting fyri Javnaðarflokkin. Hann varð vald­ur á ting fyri Sambandsflokkin í 1998 og í 2002. Hann fall á løg­ tingsvalinum í 2004 og gjørdist 1. varamaður Sambandsfloksins. Hóast Heðin Mortensen var limur í Javnaðarflokkinum sum yngri, so varð hann valdur í Tórshavnar býráð í 1972, 1976, 1980 og 1984 fyri uttanflokkalistan hjá Petur í Gong. Í 1988, 1992, 1996, 2000 og 2004 fyri varð hann valdur fyri Sambands­ flokk­in og í 2008, 2012 og í 2016 varð hann valdur í Tórshavnar býráð fyri Javnaðarflokkin Sjúrður Skaale Sjúrður Skaale verður valdur á ting fyri Tjóðveldi í 2008. Hann fer úr Tjóðveldinum í 2011 og samstarvar við Javnaðarflokkin. Sama ár stillar hann upp fyri Javnaðarflokkin til fólkatingsvalið og verður valdur í fólkatingið í 2011 og í 2015. Í 2015 verður hann valdur á ting sum varamaður fyri Javnaðarflokkin - er í farloyvi úr Løgtinginum. Kristin Michelsen Kristin Michelsen, sum umboðaði uttanflokkalistan í Tvøroyrar Býrað, stillar á býráðsvalinum í 2004 upp fyri Javnaðarflokkin og verður valdur. Hann heldur fram sum borgarstjóri fyri Javn­að­ar­ flokkin eftir valini í 2004, 2008 og í 2012. Men á valinum í 2016 still­ ar upp á egnum lista. Í 2011 og 2015 varð hann valdur á ting fyri Javnaðarflokkin. Hann hevur fyrr í ár boðað frá, at hann ikki kennir seg bundan av Javnaðarflokkinum á tingi. Tí er ógreitt, hvør støða hans­ara er í Javnaðarflokkin og í sam­gonguni. Pauli T. Petersen Í 2011 stillaði Pauli Petersen upp fyri Fólkaflokkin. Hevur onkuntíð sæti sum eykamaður. Í 2015 stillar hann upp fyri Tjóðveldi og hevur nú fast sæti sum tingmaður, með­an landsstýrisfólkini hjá Tjóð­veldinum eru í farloyvi úr Løgtinginum. Bogi Andreasen Bogi Andreasen varð valdur í Tórs­havnar býráð fyri Tjóðveldi í 2008. Á løgtingsvalinum í 2011 stillar hann upp fyri Fólkaflokkin og hevur onkuntíð sæti sum varamaður. Í 2012 og 2016 verður hann valdur í býráðið í Havn fyri Fólkaflokkin. Rúna Sivertsen Rúna Sivertsen hevði fast sæti á tingi fyri Fólkaflokkin sum varafólk fyri Anfinn Kallsberg, meðan hann er løgmaður frá 1998-2004. Hon fer seinni úr Fólkaflokkinum og stillar upp fyri Sjálvstýrisflokkin. Sámal Petur í Grund Sámal Petur í Grund, sum hevði verið landsstýrismaður frá 1994-97 verður valdur á ting fyri Sjálvstýrisflokkin í 1998. Hann verður landsstýrismaður aftur, tá Helena Dam á Neystabø fer frá í 2001. Hann verður ikki afturvaldur í 2002. Í 2011 stillar hann upp fyri Framsókn. Bjørn á Heygum Bjørn á Heygum verður valdur á ting fyri Sambandsflokkin í 1994. Hann stillaði ikki uppaftur á valinum í 1998. Í 2015 stillar hann upp fyri Nýtt Sjálvstýri. Bill Justinussen Bill Justinussen verður valdur á ting fyri Miðflokkin í 2002. Hann hevði áður verið virkin í Kristiliga Fólkaflokkinum Føroyar Framburðs- og Fiskivinnuflokki. Jenis av Rana Jenis av Rana stillar í 1990 upp fyri Kristiliga Fólkaflokkin Føroyar Framburðs- og Fiskivinnuflokk. Í 1994 verður hann valdur á ting fyri Miðflokkin. Kjartan Mohr Kjartan Mohr í Havn, sum varð valdur í Tórshavnar býráð fyri Havnar Framburðsfelag (Fólka­ flokkin), stillar upp uttanflokka til løgtingsvalið í 1954 og verður vald­ur. Hann stovnar síðani Framburðsflokkin, sum hann Politiskir avhopparar TEMA