Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. apríl 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. APRÍL 2018 SOSIALURIN 39 14 TEMA: Politiskir avhopparar Politiskir avhopparar BARBARA HOLM T að var nú ikki reiðiliga skelk­andi tíðindi, tá ið Magni Laksáfoss síðsta dagin í mars boðaði frá, at hann fór úr Sambandsflokkinum. Givið er slíkt óvæntað fyri summi, men kortini hevur verið eyðsæð alt valskeiðið, at Magni Laksáfoss mangan hevur havt aðrar hugsanir í politiskum málum, enn flokkur sín hevur. Men fyri tingmannin sjálvan tykist tað sum, at øll onnur hava vitað meira enn hann. - Eg havi hoyrt nógv fólk siga, at tey væntaðu tað altíð. Men eg havi so sjálvur verið sera ivasamur, sigur Magni Laksáfoss. Hann er tann triði av teimum, sum vórðu vald við valið 1. septem­ ber í 2015, sum nú kann kalla seg fyri leysan frá nøkrum politiskum flokki. Og tað tekur eina løtu hjá honum at greiða frá kensluni, nú Sosialurin hittir hann fýra dagar eftir almennu fráboðanina. - Eg havi hug at siga, at tað kenn­ist sum eg eri sloppin av við eitt haft. Also tað er ikki ein byrða sum er farin mær. Men meira ein kensla av frælsi. Eg fór inn í politikk aftur við einum einasta enda­málið – tað var at vera við til at fremja tær nýskipanir, sum eg haldi samfelagið hevur tørv á. Og tá ið so eg ferð eftir ferð havi upp­ livað, at Sambandsflokkurin ikki vil broytingar, so kennist tað sum ein stór byrða fyri meg. Ella eitt meiningsloysi, har eg fór at ivast í, hvat endamálið var við tí arbeiði eg gjørdi. Og nú sleppi eg undan tí, og tað er tað, sum kennist frælst, sigur Magni Laksáfoss. Hann ger púra greitt, at hann ynskir ikki at søpla sín gamla flokk sundur, tí hann hevur kent seg væl har. Og tað, sum nú skilur partar­ nar, snýr seg um eina púra legitima ósemju. Ein ósemja, sum sambært ting­manninum botnar í, at liberali part­urin av Sambandsflokkinum hevur mist valdið á flokkinum til tann konservativa partin. - Niðurstøðan í hesum málinum er, at Sambandsflokkurin vil ikki broytingar, sigur Magni Laksáfoss. Men fyri at skilja niðurstøðuna mugu vit aftur til tíðina, tá ið Sambandsflokkurin samráddist við samgonguna um eina nýskipan av fiskivinnuni. Vilja standa í stað Tá ið Sambandsflokkurin settist við samráðingarborðið saman við samgonguni á vári í 2017, í roynd­ini at semjast um eina fiski­ vinnu­nýskipan, var tað Magni Laksá­foss, sum førdi pennin fyri Sam­bandsflokkin. Einaferð kom hann aftur til flokk­in við einum uppskotið um eina semju – einum uppskotið, sum hann mælti flokkinum at taka undir við. Men flokkurin vildi ikki og Magni Laksáfoss fór aftur til samgonguna í royndini at gera nakrar broytingar, sum flokk­urin vildi hava. Tað fekk hann í gjøgnum, og fór aftur til flokkin við einum betraðum upp­ skotið. Men flokkurin segði nei, og triðju ferð fór Magni Laksá­ foss til samgonguna og fekk aftur hesaferð tað burturúr, sum flokk­ urin ynskti. Men fyri triðju og seinastu ferð vrakaði flokkurin semings­uppskotið, og tingmaðurin kendi tað neyðugt at ásanna, at einki uppskot fór at vera nóg gott. - Eg royndi at gera uppskotið betur hvørja ferð, men tá ið flokk­ ur­in bleiv við at vera ímóti, so mátti eg ásanna, at tann dominerandi kon­servativi vongurin í Sambands­ flokki­num bara ikki vil broytingar, sigur Magni Laksáfoss, og stað­ festir, at tað kendist tungt. - Eg upplivdi tað sum eitt álitis­ brot á meg. Tí tá tú soleiðis um­ boðar ein flokk, so hevur tú eisini eitt mandat. Men eg mátti ásanna, at flokkurin bara ikki vildi taka undir við nøkrum uppskotið. Tí hóast flokkurin fekk næstan alt ígjøgnum, so fekk samgongan sjálv­ andi eisini okkurt ígjøgnum. Og í Sam­bandsflokkinum vildi heldur einki hava, enn at samgongan skuldi fáa okkurt eisini. Men so­ leiðis er tað jú í samráðingum. Øll skulu helst fáa okkurt, sigur Magni Laksáfoss. Tingmaðurin sær sjálvur hetta tíðarskeiðið sum verandi ein týdn­ ingarmikil viðspælari í tí av­gerð­ini, sum varð kunngjørd fyri nøkr­um døgum síðani. - Tað var ein pínufull staðfesting eg tá kom til. Tí tað vísti seg, at konservativi vongurin í flokkinum bara ikki vil nakrar broytingar. Tey halda tað er rætt at varðveita alt, sum tað er. Tey gera tað ikki av órein­heit, men tí tey veruliga halda, at tað er tað rætta – at varðveita alt sum tað er og ikki broyta nakað, sigur Magni Laksáfoss. Men er so ”konservativi” vong­ ur­in rætta heitið? Er tað ”for­stokk­ aði” vongurin tú meinar við? - Eg veit ikki. Tað er kanska at taka for rívan til. Men tá eg sigi ”konservativi vongurin”, meini eg ikki politisku borgarligu hug­sjón­ ina. Eg meini ”konservativt” sum, at man ikki vil broyta nakað, sigur Magni Laksáfoss. For nógv fótbóltshugsan í politikki Magni Laksáfoss er, sum flestum kunnugt, eisini virkin í skóta­lívi­ num. Og nú prátað verð­ur um politisku støðuna í Føroyum, heldur tingmaðurin fyri, at skóta­hug­sjónin átti at verið við í føroyskum politikki. Hendan hug­sjón­in, sum sigur, at hóast vit eru kapp­ingar­neytar, so koma vit á mál saman. - Vit hava alt ov nógva fótbólts­ hugsan inni í politikki. Tí tað er bara ein náttúrulóg í politiska lands­lagnum í Føroyum, at flokkar­nir ikki kunnu vinna nakað í felag. Um samgongan fær til dømis fiskivinnunýskipanina ígjøgn­um, so vinnur samgongan, og andstøðan tapir. Tað var orsøkin til, at Sambandsflokkurin ikki vildi vera við í semju um fiskivinnuna – man helt tað vera ógjørligt, at báðir partar kundu vinna í sama dysti, sigur Magni Laksáfoss. Og tað er hetta ”null-sum” spæl­ ið, sum Magni Laksáfoss ikki vil spæla við í. - Eg plagi at siga, at tað er ikki eitt samfelag fyri andstøðuna og eitt samfelag fyri samgonguna. Tað er bara eittans samfelag, og vit ting­fólk eru vald inn fyri at gera tær broytingar, sum vit halda eru neyðugar. Tá kanst tú ikki hugsa so, at tað ikki ber til at vinna, tá bæði sam­gonga og andstøða standa saman um onkrar broytingar, sigur Magni Laksáfoss. Hann vísir á, at meðan summi kundu fingið hug til at kalla hend­ an hugsunarháttin fyri naivan, so er veruleikin, at slíkt ber til í lond­ unum, sum vit samanbera okkum við. - Vit síggja í Danmark og í londun­um kring okkum, at semjur mangan verða gjørdar tvørturum miðju­na. Í Føroyum hava vit tó valt at skilja politisku skipanina so, at and­støða og samgonga ongantíð kunnu arbeiða saman, tí báðir part­ ar kunnu ikki vinna sama dyst. Tað er ov nógv fótbóltshugsan í tí, sigur Magni Laksáfoss. Borgarligu flokkarnir taka ikki ábyrgd Hóast tað er nærliggjandi at halda, at avgerðin hjá Magna Laksá­foss um at melda seg úr Sam­bands­ flokkinum, hevur beinleiðis til­ knýti til tann veruleika, at hann tapti valið um næstformanssessin á landsfundinum hjá flokkinum her­fyri, so afturvísir tingmaðurin hes­um. - Næstformansvalið er bert eitt symptom upp á tann veru­ leika, sum eg og mong við mær hava ásannað fyri langari tíð síðani. At tann konservativi vong­ urin hevur vunnið valdið á Sam­ bandsflokkinum. Og tað er ikki fyri meg. Eg megni ikki meiningsloysi í at arbeiða fyri ein flokk, sum allíka­ væl ikki vil nakrar broytingar, sigur Magni Laksáfoss. Hann vil ikki siga, hvør ítøkiliga er á tí konservativa vonginum í Sambandsflokkinum, men sig­ ur tó, at floksapparatið velur for­mann og næstformann alt eftir, hvørja hugsjón tey vilja skal vera tann dominerandi í flokki­num. Tí er ein beinleiðis av­leiðing av, at bróðurparturin av Sambandsflokkinum nú er kon­servativur, at formaðurin og næstformaðurin eisini eru tað. Og tað er tann afturhaldssinnaði parturin av Sambandsflokkinum, sum fær tingmannin at stinga í sekkin. MAGNI LAKSÁFOSS: - Tað var pínufult og meiningsleyst - Tað var pínufult at staðfesta, at tað ikki letur seg gera at fremja tær broytingar, sum eru neyðugar fyri samfelagið, saman við Sambandsflokkinum. Eftir at hava vent aftur tríggjar ferðir við semju um fiskivinnuna var tað ein kensla av meiningsloysi, tá ið flokkurin bara bleiv við at siga nei - hóast vit fingu tað, sum vit bóðu um, sigur Magni Laksáfoss, sum nú er uttanflokkatingmaður