hósdagur 5. apríl 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. APRÍL 2018
SOSIALURIN 39
15
GREINING: Hann hevur sitið á
fíggjarmálum sum landsstýris
maður, umboðandi Sambands
flokkin.
Magni Laksáfoss avloysti tá
núverandi formannin í Sambands
flokkinum, Bárð á Steig Nielsen.
Setan var ikki long – nakrar
mánaðir, men hann fekk tói sligið
navn sítt fast í politikki, so hann á
valinum í 2008 fekk triðflestar at
kvøður yvirhøvur, 979.
Hóast stóru undirtøkuna, so
gav tað honum ikki serliga ábyrgd
í valskeiðnum. Hann fekk ikki
landsstýrissess frá flokkinum og
tað var avmarkað við álitisstørvum
hetta tíðarskeið.
Aðrir høvdingar skuldi framat
í landsstýrinum hjá sambands
formanninum Kaj Leo Holm
Johannesen. Fylgjurnar vóru
rættuliga skjótt, at Magni Laksá
foss ikki gjørdist aktivur politikari
í valskeiðnum. Hann atkvøddi
saman við flokkinum, men tað
hendi fleiri ferðir, at hann hevði
sjónvarmið, sum ikki altíð vóru
tey somu, sum flokkurin annars
stóð inni fyri.
Valskeiðið gjørdist langligt og
eftir øllum at døma hevur Magni
Laksáfoss kett seg. Hann stillaðir
ikki uppaftur, tá ið val var í 2011.
Boðskapurin var, at hann ikki
helt tað gav meining bert at sita
í tinginum og ikki gera nakrar
broytingar í samfelagnum. Tí valdi
hann heldur at arbeiða við øðrum
uttanfyri politisku skipanina í eitt
fýra ára skeið.
Stillaði uppaftur
Tá ið val aftur var útskrivað
á ólavsøku í 2015 til at vera
1.september, meldaði hann seg tó
aftur kláran og stillaði uppaftur.
Risastóra undirtøkan frá vali
num í 2008 sást ikki hesaferð, men
kortini var hann valdur á ting við
374 atkvøðum. Hann var seinast
valdi á sambandslistanum við 24
atkvøðum fleiri enn partamaðurin
Helgi Anrahamsen.
Hesaferð fekk Magni Laksáfoss
álitisstarvið, sum næstformaður í
flokkinum. Sambandsflokkurin er í
andstøðu og hevur verið tað síðani
valið, so tað er avmarkað, hvussu
stóra ávirkan flokkurin hevur havt
í valskeiðnum.
Stór mál hava verið fyri og
tey hava havt stóran áhuga hja
sambandstingmanninum. Hann
var í oddinum, tá ið sitandi sam
gonga eitt skifti samráddist við
Sambandsflokkin um nýskipanina
av fiskivinnuni, men hetta bar ikki
á mál.
Neyvan tí Magni Laksáfoss ikki
vildi tað, men heldur tí Sambands
flokkurin, sum heild ikki tó undir
við samráðingarúrslitinum.
Málið um at loyva samkyndum
at giftast, var eisini eitt av teimum,
sum vísti, at Magni Laksáfoss ikki
er so konservativur, sum restin av
flokkinum er.
Men onki er at ivast í, at tað
sum fekk bikarið at flóta yvir hjá
tingmanninum, var tað sum hendi
á landsfundinum hjá flokkinum
herfyri.
Sjálvt um ein næstformaður
fyrr ikki hevur verið nakað serligt
í føroysku flokkunum, so kom tað
óvart á, at Hedlgi Abrahamsen,
fyrrverandi tingmaður, bjóðaði
sitandi næstformanni av.
Í veruleikanum var tað soleiðis,
at stríðsvalið um næstformans
postin var útlagt, sum eitt val um,
hvørja kós flokkurin skal halda.
Størri meirlutin í baklandinum
hjá flokkinum, valdi Magna Laksá
foss frá og Helga Abrahamsen til
og harvið meira konservativu
kósina hjá núverandi leiðslu í
flokkinum. Eitt greitt signal um,
at Magni Laksáfoss ikki nóg væl
hevur umboðað hendan partin í
flokkinum.
Signalið var so greitt hjá Magna
Laksáfoss, at hann bert fáar dagar
seinni, tók avgerð um at taka seg
úr Sambandsflokkinum og fyribils
gerast leysgangari í Løgtinginum.
Missurin avmarkaður
At ein tingmaður fer úr flokkinum
er sjálvandi ein missur, tá ið tað
hendir, men júst í hesum føri, er tað
ivasamt um konservativa kjarnan
í Sambandsflokkinum heldur, at
hetta ger nakað fyri flokkin.
Tann konservativa kjarnan er
tann parturin í flokkinum, sum
hevur meirlutan og sum stóð
sterkast á landsfundinum herfyri.
Men at allur flokkurin er
samdur um hesa kósina er tó iva
samt. Tað er ein vongur í Sam
bandsflokkinum, sum ikki er heilt
samdur við tí kós, Barður á Steig
Nielsen og hansara fólk hava lagt.
Hesin vongurin vil fegin
hava at flokkurin verður meira
moderniseraður og leggur meira
dent á liberala partin heldur enn
bara at vera ein andstøðuflokkur,
har samband telur mest.
Hesin vongurin í flokkinum
hevur í ávísan mun tikið undir
við sjónarmiðunum hjá Magna
Laksáfoss, um at flokkurin skal
royna at fáa ávirkan, heldur enn
bara vera ímóti tí, sum samgongan
ger.
Ímillum teirra á hesum á vongi
num teljast fleiri ung. Tey vilja
varðveita Føroyar sum partur
av danska ríkinum, men tey vilja
eisini, at tey viðurskiftini verða
nútímansgjørd.
Samstundis vilja tey, at Sam
bandsflokkurin skal vera meira
aktivur og dagliga royna at fáa
ávirkan á førda politikkin í Før
oyum.
Avmarkaður missur fyri flokkin at Magni fer út
Magni Laksáfoss er farin úr Sambandsflo0kkinum, men sjálvt
um tað ger flokkin minni, so er missurin tó til at bera
- Í hesum valskeiðinum hava
vit sæð, at samgongan hevur
verið opin og bjóðað inn til, at teir
borgarligu flokkarnir í andstøðuni
eisini kunnu fáa ávirkan. Men and
støðuflokkarnir hava takkað nei og
hava harvið frávalt at taka ábyrgd,
sigur Magni Laksáfoss og vísir á,
at hetta kann skeiklað lógarsmíð
í fleiri ár framyvir.
- Tá Sambandsflokkurin var
við í nýskipanini av fiskivinnuni
helt eg, at javnvágin var góð. Sam
gonguflokkarnir hálaðu uppskotið
til vinstru og vit hálaðu til høgri og
úrslitið var ein nøktandi blanding
av góðum kørmum fyri vinnuna
og samstundis ein fín fordeiling av
landsins virðum. Men nú borgarligi
vongurin hevur trekt seg frá
arbeiðnum, hevur vinstrasinnaða
síðan tikið yvirhond og javnvágin
er harvið farin, greiðir Magni
Laksáfoss frá og vísir á, at hetta er
tað mest skaðiliga fyri vinnulívið.
- Allar vinnur siga, at tær
bara ynskja stabilar karmar,
sum ikki verða broyttar aftur og
aftur. Tá andstøðan trekkir seg
frá arbeiðnum á slíkan hátt, so
merkir tað, at vinnan kann vænta,
at fiskivinnunýkipanin til dømis
verður broytt aftur, tá ið andstøðu
flokkarnir koma framat valdinum.
Og eftir tað verður tað so aftur
broytt, tá ið ein meira vinstra
sinnað samgonga kemur aftur og
soleiðis koyrir tað í fleiri ár, sigur
Magni Laksáfoss.
Fari í onkran flokk
Nú Magni Laksáfoss er tann triði
tingmaðurin, sum júst nú hvørki
er í samgongu ella andstøðu, er
áhugavert fyri politisku skipanina
at vita, hvar hansara loyalitetur
liggur. Tí tað kann fáa avgerandi
týdning. Men tingmaðurin sigur
seg ikki vita enn, hvar hann endar
og hann heldur so heldur ikki tað
er so áhugavert.
- Hvar eg endi er minni áhuga
vert enn tey stórpolitisku mál, sum
liggja fyri framman. Eg fari at taka
støðu til tey fyrst og síðani fari eg
at finna fram til, hvønn flokk eg
skal fara í, sigur Magni Laksáfoss.
Hendan dagin, bert dagar eftir
at hann vendi flokki sínum baki,
má hann ásanna, at tað er ein løgin
kensla at vera floksleysur.
- Tað kennist tómt. Tí alt arbeiði
eg havi gjørt liggur eftir í flokki
num. Sumt taki eg við mær, men
nógv er arbeiði, sum eg havi gjørt
fyri Sambandsflokkin og sum
Sambandsflokkurin eigur. Hin
vegin var tað ein tómari kensla áðr
enn eg fór úr flokkinum. Tí eg havi
ongantíð havt nakran dreym um at
gera politikk til mítt lívsstarv. Eg
fór upp í politikk aftur, tí eg helt
tíðin var búgvin til at gera nakrar
nýskipanir, sum fyri meg hava
størstan týdning fyri samfelagið.
Og tá man so upplivir, at flokkurin
ein er partur av, ikki vil gera nakrar
broytingar, so er tað tann størsti
tómleikin, sigur Magni Laksáfoss,
sum í eina tíð aftrat verður uttan
flokkatingmaður.
BARBARA@SOSIALURIN.FO