Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-05, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. apríl 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. APRÍL 2018 SOSIALURIN 39 16 BARBARA HOLM A t verða valdur á ting fyri tveir flokkar er nakað, sum hoyrir samtíðini til. Gamaní er tað hent áður í føroyskari søgu, men tað er lítið at ivast í, at seinastu 20 árini hava givið eitt stórt útsving í statistikkinum hesum viðvíkjandi. Tí seinastu árini hava vit sæð ein politikara fyri og annan eftir fara frá einum flokki til ein annan. Orsøkirnar eru ivaleyst ymiskar, men felags er, at onkur ósemja, sum botnar í vald, liggur aftanfyri. Sólfinn Hansen, cand.mag í føroyskum og søgu heldur, at størsta orsøkin til hesa broyting er, at Føroyar í dag eru skipaðar sum eitt valdømi, í mun til sjey valdømi áðrenn lógin varð broytt. Tá ið hendan broytingin varð innførd bleiv sagt, at tað fór at elva til størri fokus á einstakir persónar og tað er júst tað, sum er hent, sigur Sólfinn Hansen. Hann vísir á, at kjakið áðrenn lógarbroytingina í 2007 innihelt millum annað spurningin um, hvørt tað eina valdømi ikki fór at elva til individualisering. Fólk síggja seg sjálvi sum einstaklingar, sum skulu stríðast fyri seg sjálvan, og ikki sum partur av einum bólki. Tað er ikki einans galdandi fyri politikarar, tað er generelt í samfelagnum, at vit síggja eina vaksandi individualisering, sigur Sólfinn Hansen. Men trupulleikin er størri í dag, enn hann hevur verið, heldur lærarin. Smala samgongan elvir til leysar kanónir Í hesum valskeiðinum hava vit sæð fleiri dømi um einstakir politikarar, sum hava havt serstakliga stórt vald orsaka av politisku støðuni. Og støddin á samgonguni á tingi er ein trupulleiki, heldur Sólfinn Hansen. Høvuðsorsøkin til, at tað gongur galið í dag er, at samgongan einans telur 16 ella 17, og tá er ein og hvør tann 17. atkvøðan. Og tá ið hvør einstøk atkvøða er tungan á vágskálini verður trupult at sleppa undan leysum kanónum, sigur Sólfinn Hansen. Nýggjasta dømið er Magni Laksafoss, sum tú kanst lesa um aðrastaðni í temanum, men ein sjónligt prógv fyri tí, sum Sólfinn Hansen vísir á, sæst í Sonju Jógvansdóttir. Í hesum valskeiðnum er tað uttanflokkatingkvinnan, sum hevur fingið mest burturúr. Hon vendi sínum flokki baki, og hevur havt størst ávirkan síðani, sigur Sólfinn Hansen og vísir á, at tey, sum hava verið loyal, eru við sviði soð. Hygg til dømis eftir Jónleif Johannesen. Hann hevur verið loyalur frá byrjanini og nú eru hansara hjartamál sett aftast í køina, nú eitt nú tunnilin til Fámjins er komin framum tunnilin til Dals, sigur Sólfinn Hansen og vísir á, at loyaliteturin hjá Jónleifi Johannesen í øllum førum ikki er blivin løntur. Flokkarnir fara at minka men ikki hvørva Hóast rákið er nakað broytt við vaksandi individualisering, so heldur Sólfinn Hansen ikki, at flokkarnir fara at svinna burtur í einki. Tað er vist, at hetta er ein hóttan móti flokkunum. Men tó so er okkara valskipan enn soleiðis samansett, at tú skalt hava áleið 300 atkøvður fyri at sleppa inn á ting, um tú stillar upp fyri ein flokk, meðan tú skalt hava heili 1000 atkvøður fyri at sleppa inn uttan flokk, sigur Sólfinn Hansen og vísir á, at hetta er ein góður trumfur hjá flokkunum at hava. Flokkarnir fara kanska at minka framyvir, men teir fara ikki at hvørva við verandi grundarlagi, sigur Sólfinn Hansen. Hann vísir á, at í verandi valskeiðið er tað serstakliga Javnaðarflokkurin, sum hevur trupulleikar av leysgangarum. Hóast tað er torført at basa hesum heilt, so hevur Sólfinn Hansen eitt boð upp á, hvussu løgmaður kann sleppa sær undan hesum framyvir. Um man bara skipar størri samgongur, til dømis við yvir 20 tingfólkum, so sleppur man undan, at hvør einstakur fær so nógv vald, sigur Sólfinn Hansen. Hóast Javnaðarflokkurin í dag er tann, sum rindar hægsta prísin, so hevur hetta rákið við, at politikkur er eitt starv, TEMA: Politiskir avhopparar Politiskir avhopparar Politikararnir vilja veljast aftur og tí eru teir noyddir at markera seg sum einstaklingar. Tí í dag er politikkur meira eitt arbeiði enn tað er ein hugsjón, sigur Sólfinn Hansen, lærari á Tekniska skúla í Klaksvík, bachelor í stjórnmálafrøði og cand.mag í føroyskum og søgu SÓLFINN HANSEN: Politikkur meira ein karriera enn ein hugsjón