Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-05, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. apríl 2018síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. APRÍL 2018 SOSIALURIN 39 17 N ú nógv verður gjørt burturúr, at ting­ fólk ikki ganga í takt saman við floks­feløg­ um og summi fara úr flokkum, kann staðfestast, at bert ein veru­ligur flokkur er komin á ting í nýggjari tíð. Tað hendi, tá ið formaðurin í Fram­sókn, Poul Michelsen, valdi at melda seg úr Fólkaflokkinum og saman við øðrum at stovna Fram­sókn. Flokkurin savnaði 2500 undir­ skrivtir og stillaði fyri fyrstu ferð upp til valið í oktober 2011. Tveir mans vóru valdir á ting, Poul Micheelsen og Janus Rein. Poul Michelsen sat valskeiðið frammanundan í tinginum fyri Fólkaflokkin, men í staðin fyri møguliga at fara í ein annan flokk, valdi hann at royna at gera ein flokk sjálvur saman við øðrum. Hesum boðaði hann frá á vári 2011 Hesin nýggi flokkurin hevur broytt samansetingina í Løgtinginum, hesi bæði val­skeið­ ini, flokkurin hevur havt um­boð­ an á tingi. Í fyrra valskeiðnum – frá 2011 til 2015 – var flokkurin í andstøðu saman við Javnaðarflokkinum og Tjóð­veldi. Hóast Frramsókn á ongan hátt er til vinstru í politisku myndini í Føroyum, so fingu tingmennirnr báðir, Poul Michelsen og Janus Rein, skjótt eitt samstarv við hinar báðar andstøðuflokkarnar. Í hesum valskeiði vísti tað seg, at andstøðan í rættuliga stóran mun stóð saman móti sam­ gonguni. Helst tættari enn and­ støðu­flokkar vanliga gera. Hetta samanhald kom til sjóndar eftir valið í 2015. Tá skifti valdið í tinginum frá at samlaða samgongan endaði í andstøðu og táverandi andstøða bleiv samgonga við 17 tinglimum av 33 aftanfyri seg, tann dagin sam­ gongan varð skipað. Flokkur við ávirkan Sum tað sæst aðrastaðni í blaðnum í dag, so er tað onki óvanligt í, at tingfólk fara úr egnum flokki og enda sum leysgangarar ella melda seg í annan flokk. Í hesum valskeiðnum er tað hent, at Sonja Jógvansdóttir, beint eftir at samgongan var skip­að, boðaði frá, at hon tók seg úr Javnaðarflokkinum og fór at halda fram sum tinglimur uttan­ flokka. Eftir kommunuvalið og stríð­ ið á Tvøroyri, hevur Kristin Michel­sen boðað formanninum í Javnað­arflokkinum frá, at hann ikki longur kennir seg bundnan at Javnaðarflokkinum og hevur meira ella minni tikið seg úr flokki­num. Og so so er fyri stuttum boðaði Magni Laksáfoss frá, at hann ikki longur er partur av Sam­bandsflokkinum. Ongin av teim­um trimum, sum eru farin úr egnum flokkum, hevur boðað frá enn, at tey fara í aðrar flokkar ella savna undirskrivtir til at seta á stovn nýggjan flokk, sum kann stilla upp til komandi løgtingsval. Órógvið í tinginum hevur verið rættuliga stórt, tí serliga Kristin Michelsen hevur komið sam­ gonguni í eina veikari støðu. Sonja Jógvansdóttir hevur verið uttan­ flokka síðani hendan samgongan fór til arbeiðis, men kortini hevur hon stuðlað samgonguni allan vegin. At Magni Laksáfoss nú hevur sagt Sambandsflokkinum far­ væl kann virka hinvegin, tí hann hevur sagt, at hann vil, at re­form­ ar verða gjørdir á nógvum økjum. Spurningurin er bert um hann tekur undir vbið teimum upp­ skotum til reformar, sum sam­ gongan kemur við. Ger hann tað, stendur tað hon­ um nú frítt at atkvøða saman við sam­gonguni. Framsókn broytti politisku myndina Avgerðin hjá Poul Michelsen, formanni í Framsókn, um at fara úr Fólkaflokkinum og stovna nýggjan flokk, er størsta nýbrotið í Løgtinginum síðani floksbýtið í 1906 verið vaksandi síðani 1998, tá ið umstøðurnar hjá politikarum vórðu broyttar. Í 1998 var lógin broytt so, at tað at vera politikari varð eitt fulltíðarstarv, og aðrar umstøður sum pensjón og líknandi vórðu innførdar so, at hetta meira og meira fór at líkjast einum starvi, greiðir Sólfinn Hansen frá. Áðrenn hetta var tað hálvtíðarstarv at vera politikari og ein kundi illa liva av tí. Men í 1998 varð valt at skipa umstøðurnar rundan um so, at tað fór frá at vera eitt hugsjónarligt umboðandi til at vera eitt starv. - Tað er væl skilligt, at man gjørdi hesa broyting, tí fólk skulu kompenserast fyri tað tíðina tey brúka upp á politikk og harvið ikki kunnu røkja annað starv. Men hendan broytingin viðførdi eisini eitt siðaskifti, har tað at verða politikari broytti týdning, sigur Sólfinn Hansen at enda. BARBARA@SOSIALURIN.FO Poul Michelsen sat á tingi fyri Fólkaflokkin, tá ið hann boðaði frá, at hann tók seg úr og fór at stovna nýggjan flokk Magni Laksáfoss hevur júst nú tikið seg úr Sambandsflokkinum. Tað kann fara at bjarga samgonguni