Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-05, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. apríl 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. APRÍL 2018 SOSIALURIN 39 18 LÍVSSTÍLUR MILDRIÐ JACOBSEN MILDRID@SOSIALURIN.FO F yrsti várdagur var 22. febr­ uar, og hóast tað tyk­ist sum um, at veturin ikki rættiliga vil sleppa tak­in­ um, so er tíðin komin at fyrireika urta­garðin til summarið. Sjúrður Jacobæus, sum er lendis­gartnari og stjóri í Hjálpirót, greið­ir frá, at beint nú ræður um at burt­urbeina alt, sum er følnað. Gomul bløð skulu rakast, og deyðar grein­ar á runnum og trøum skulu somu­leiðis beinast burtur. Brotnar greinar eru opin sár Tað er serliga umráðandi at skera burtur greinar, sum hava fingið reyðar ella appilsinlittar knubbar. Tá er talan um sopp, og tað er sera týðandi, at greinarnar verða burt­urbeindar so skjótt, sum til ber, áðrenn soppurin breiðir seg inn í sjálvan runnin, sigur Sjúrður Jacob­æus. Eisini greinar, sum eru brotnar í stormi og vindi, skulu skerast. Sjúrð­ur greiðir frá, at ein brotin grein er sum eitt opið sár til lív­ verur at koma inn í runnin. Kutið skal vera snøgt, so yvirflatan verð­ ur so lítil sum møguligt, greiðir lendisgartnarin frá. Hann leggur afturat, at hóast tað er frost og kalt, eru ráðini at skera greinarnar nú, áðrenn bløð koma á. – Tá talan er um vetrargrønar plantur, so sum rododendron og olearia, er umráðandi at bíða at skera greinarnar, til frostið er burt­ur. Hesar planturnar fáa frost­ skað­ar, um tær verða skornar nú, greiðir hann frá. Grasvøllur riggast til Tíð er eisini at rigga grasvøllin til summarið. Stjórin í Hjálpirót mælir til at beina burtur mosa nú, og síðani at taða og kálka gras­ vøllin. Mosi á grasvøllinum er ábend­ing um, at jørðin er súr, og tí ræður tað um at skapa betri líkindi fyri grasvøkstri, sigur hann. – Bestu ráðini eru at taða við høsna­tøðum og kálka, tá boðað verð­ur frá regni, tí regnið koyrir tøð­ini og kálkið niður í jørðina, legg­ur Sjúrður afturat. Hann sigur, at veðurlagið í Før­ oy­um er gott fyri gras, og at tað ber væl til at fáa vakrar og snøggar gras­vøllir, um eitt sindur av orku verð­ur løgd í tað. – Grasvøllurin verður vakrari, meira hann verður sligin, sigur lendis­gartnarin, sum mælir til at sláa grasið tvær ella tríggjar ferðir um vikuna, og at kálka vøllin aftur í august mánaði. Tá komið verður út í mai ella juni mánað verður tilrátt at skera lodrættar linjur í grasvøllin við ein­ um sonevndum vertikalskerara. Tað ber eisini til at brúka rívur, sum hava jarnknívar. Tá vøllurin verð­ur skorin, fara grasplanturnar at nørast og spíra av nýggjum, og gras­vøllurin verður tættari, greiðir Sjúrð­ur Jacobæus frá. Um kullur eru komnar í gras­ vøllin, skal jørð leggjast í kulluna, sum síðani verður eftirsáað. Umráðandi at lúka Tað ræður um at vera til reiðar, tá veðrið broytist. Tað kann fara at spíra hvørja løtu, og tá er tað sera umráðandi at fara út í urtagarðin at lúka beinanvegin, sigur stjórin í Hjálpirót, sum leggur afturat, at fer ein ikki undir at lúka í góðari tíð, so verður torført at vinna stríðið móti ókrúti. – Hagasóljan skal burturbeinast, so skjótt sum hon kemur, sigur Sjúrður Jacobæus og vísir á, at haga­sóljan er sera trupul at fáa bilbugt við. – Fer blómusáið frá hagasóljuni út í urtagarðin, kann hon verða sera torfør at sleppa av við, sigur lendis­gartnarin, sum ásannar, at tað eru ikki øll, sum eru eins røsk at lúka. Tey, sum ikki hava so góðan hug at lúka, kunnu loysa moldina mill­um planturnar eina ferð um vikuna við at skava í henni. Tá mold­in verður velt , verður rótin ber, og so doyr ókrútið, greiðir hann frá. Leykplantur so sum páskaliljur TÍÐIN KOMIN A URTAGARÐIN T Hóast frostið framvegis bítur, er hetta tíðin, tá urtagarðurin skal riggast til summarið. Eitt nú skal mosin burtur av grasvøllinum, moldin skal lúkast og greinar skulu skerast, greiðir Sjúrður Jacobæus, lendisgartnari og stjóri í Hjálpirót frá