Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-05, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. apríl 2018síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. APRÍL 2018 SOSIALURIN 39 19 skulu ikki takast burtur úr urta­ garð­inum, fyrr enn tær eru av­ blóm­aðar og følnaðar heilt niður, tí so koma tær upp aftur árið eftir. Sjúrð­ur mælir til, at tá plantan er lið­ug at blóma, verður knútur bundin á, og plantan verður hálað upp í einum. Tey, sum ætla at planta blómur, skulu bíða til í mai ella juni mánað, tí blómurnar tola ikki frost. Tað ræður eisini um at vera varin við at sáa gularøtur, radisur og røtur, tí spírin tolir ikki so nógv av, og frostið skal tí vera heilt burtur, greiðir Sjúrður Jacobæus frá. Tíðin komin til forspíring Tey, sum umhugsa at fáa sær jarðber ella kál í urtagarðin í summ­ar, skulu seta planturnar at for­spíra nú. Lendisgartnarin mælir til at keypa bakkar til planturnar at for­ spíra í, og bakkarnir skulu standa inni, til klárt er at seta planturnar út í urtagarðin. Eisini í hesum før­ inum hevur tað avgerandi týdning, at planturnar ikki verða settur út, fyrr enn frostið er heilt burtur. Jarðberjaplanturnar kunnu vænt­andi setast út í urtagarðin um ein mánað ella so, og mitt um summ­arið áttu fyrstu jarðberini at verið búgvin. Sjúrður Jacobæus mælir til, at jarðberjaplanturnar verða settar í ein kassa, sum gevur lívd fyri vindi, í urtagarðinum. Eisini er tað eitt gott hugskot at leggja eitt glaslok om­an á kassan. Kompostkassi Lendisgartnarin mælir eisini til at hava kompostkassa til gomul bløð, greinar, gras og annað grønt, sum verður burturbeint úr urta­garð­in­ um. Sambært Sjúrði Jacobæus er mold­in, sum kemur burtur úr kom­post­kassanum, góðsku­mold til urtagarðsbrúk. Sam­stund­is verður sloppið undan at brúka orku til at koyra urta­garðs­ruskið burtur aðrastaðni. AT FYRIREIKA TIL SUMMARIÐ Góð urtagarðsráð í vár Bein burtur gomul bløð Sker brotnar greinar av runnum og trøum Lúka, tá tað byrjar at spíra Bein burtur mosa av grasvøllinum Taða og kálka grasvøllin Set plantur at forspíra Hav kompostkassa í urtagarðinum