hósdagur 5. apríl 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. APRÍL 2018
SOSIALURIN 39
20
NÝGGJA RÁ
FERÐAVINN
Nýggjar kanningar hjá ferðavinnuni geva ábendingar um, at ferðamynstrið
verður øðrvísi í ár enn undanfarin ár. Eitt nú verður roknað við, at
fleiri fara at velja ókend ferðamál, at avriksferðir og arbeiðsferðir
verða væl umtóktar, og at fleiri ættarlið fara at ferðast saman
ÓKEND FERÐAMÁL
Nógvir av heimsins stórbýum eru komnir
í trupulleikar av ferðafólkum, sum gerast
alsamt fleiri. Í Amsterdam, París og Venedig
gremja tey seg um ferðafólkini og kenna
seg skumpa til viks í sínum egnu býum.
Ferðavinnan væntar tí, at fleiri ferðandi
enn nakrantíð áður fara at velja ferðamál,
sum minna um væl dámdu stórbýirnar,
men har tað er bíligari og ferðafólkini eru
færri í tali. Roknað verður eitt nú við, at í
staðin fyri at fara til Barcelona, so fara fleiri
at velja býir sum Sevilla og Valencia, ið
hava eina ørgrynnu av mentanartilboðum.
Ferðavinnan væntar eisini, at í 2018
fara nógv at ferðast til býir sum Hamburg,
kroatiska høvuðsstaðin Zagreb, Salzburg,
Toulouse, Liverpool, Lausanne og
hollendska býin Leeuwarden.
Matferðavinna
Serfrøðingarnir eru samdir um, at
matferðavinnan fer at broytast frá dýrum
matstovuvitjanum til meira ektaðar mat
upplivingar. Tey, sum ætla sær at fara til
nýggj ferðamál, fara at leggja høvuðsdentin
á at vitja marknaðir og at eta heima hjá
fólki á staðnum.
Sambært ferðavinnuni er rákið broytt.
Nú verða ferðir lagdir til rættis eftir mati,
og ferðamálini verða vald út eftir mattil
boðunum, sum tey ymsu ferðamálini hava.
Roknað verður eitt nú við, at Japan fer
at hava serliga stóran áhuga millum mat
glað ferðafólk, tí landið hevur eindømis
matmentan og serstakar matupplivingar. Avriksferðir
At ferðast snýr seg ikki longur um
sýnisferðir ella um at síggja so nógv
lond sum møguligt. Eitt nýtt rák innan
ferðavinnuna í 2018 er avriksferðir, siga
serfrøðingarnir.
Ferðandi, sum eru móð av at gera tað
sama umaftur og umaftur, fara heldur
at velja ferðamál, som geva teimum
møguleika at røkka einum máli ella avrika
okkurt, sum tey ongantíð hava roynt fyrr.
Sagt verður, at fleiri fara at velja
ferðamál, har tey eitt nú kunnu renna eitt
maraton, fara niðan á Kilimanjaro ella fara
pílagrímsferð eftir Santiago de Camino
leiðini. Hetta rákið fer eisini at halda fram
næsta ár, halda ferðavinnuserfrøðingar.
MILDRID@SOSIALURIN.FO
LÍVSSTÍLUR