hósdagur 5. apríl 2018síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. APRÍL 2018
SOSIALURIN 39
21
ÁKIÐ INNAN
NUNA Í 2018
Á ferð við arbeiðsplássinum
Rákið í fjør at samantvinna arbeiði og stuttleika
fer at halda fram í 2018, men ábendingar eru um,
at í ár verður ikki bara talan um stuttar ferðir í
nakrar fáar dagar.
Í dag hava starvsfólk størri frælsi til at leingja
arbeiðsferðir nakrar dagar ella enntá vikur, so
tey eisini kunnu fara privatar ferðir. Rákið at
samantvinna arbeiðsferðir og stuttleika tók
veruliga dik á seg í fjør.
Roknað verður við, at komandi árini fer tað at
gerast alsamt meira vanligt at arbeiða fulla tíð
ella parttíð sum talgildur reikari í ein mánað ella
meira.
Um stóran part av heiminum er atgongd til
álítandi alnet, stór framstig verða gjørd innan
netborin samskiftisamboð, og tí verður tað alsamt
lættari at arbeiða og búgva ymisk støð í longri
tíðarskeið.
GISTINGAR
HÚS LEGGJA
DENT Á
FELAGSSKAP
Nógv gistingarhús fara at leggja høvuðsdentin á at
gera størri felagsøki til gestirnar heldur enn at gera
kømrini størri. Fleiri og fleiri ferðandi í dag leita eftir
gistingarmøguleikum, sum minna um vallaraheim, tá
talan er um støð, har gestirnir kunnu halda til og hitta
onnur ferðandi.
Stóru felagsøkini draga sosial ferðandi til sín, sum vilja
hava hentleikar og friðin, ið eitt gistingarhús kann bjóða,
samstundis sum tey vilja hitta onnur og koma í samband
við nýggj fólk.
Nýggj gistingar
hústøkni
Sambært serfrøðingunum, sum hava kannað ferðarákið í
2018, fara nógv gistingarhús at gera íløgur í nýggja tøkni.
Sagt verður, at gistingarhúsini fara at brúka ein størri
part av fíggjarætlanini til at betra alnetið.
Í eini roynd at gera ferðina lættari og einfaldari hjá
gestunum fara gistingarhús at gera íløgur í tøkni sum eitt
nú sjálvvirkandi inn- og útskriving og í fartelefonappir,
sum nøkta tørvin hjá gestunum bæði á og uttanfyri
gistingarhúsið.
Eitt dømi um eina slíka app, er appin sum gevur
gestunum møguleika at bíleggja stovutænastu, viðgerðir
á kurstaði og at bíleggja flutning millum flogvøll og
gistingarhús. Endamálið er at geva gestunum møguleika
til sjálvir at leggja ferðina til rættis, meðan starvsfólkini
á gistingarhúsinum kunnu leggja høvuðsdentin á at
geva gestunum eina góða uppliving og veita teimum
góða tænastu.
Ferðir
fyri fleiri
ættarlið
At ferðast einmallur ella einsamøll var væl dámt í fjør,
tá serliga nógvar kvinnur fóru at ferðast einsamallar.
Tað verða framvegis nógvir valmøguleikar til tey, sum
vilja ferðast einsamøll, men í ár verður eisini roknað við
vaksandi áhuga fyri ferðum fyri fleiri ættarlið.
Familjulimir í øllum aldri, bæði foreldur, børn og
ommur og abbar, fara at leggja seg eftir at ferðast saman
fyri at endurskapa sínámillum sambandið og skapa nýggj
minnir saman, siga serfrøðingar innan ferðavinnuna.
Nógvir ferðafyriskiparar fara tí at leggja dent á tilboð
til fólk í øllum aldri. Ferðatilboðini nøkta tørvin hjá meira
enn einum aldursbólki, bæði tá talan er um innivist og
ítriv.
TILVITAÐAR
FERÐIR
Burðardyggar ferðir vóru millum mest umtalaðu ferðirnar
í 2017. Tey, sum kanna rákið innan ferðavinnuna, eru samd
um, at nýggjasta ferðakonseptið verður tilvitaðar ferðir.
Burðardyggar ferðir savna seg serliga um CO2 útlátið
og búskapin á staðnum, har ferðast verður til. Tá talan er
um tilvitaðar ferðir kemur felagsskapur afturat.
Meira enn nakrantíð áður fara ferðandi at geva sær
far um, hvørja ávirkan tey hava á búskapin og fólkið, sum
býr har, ið tey fara at ferðast.
Hesi ferðandi fara at keypa vistfrøðiliga frukt og
grønmeti á staðbundnum marknaðum, og tey fara at
legga áherðslu á at brúka peningin, so hann gagnar
búskapinum í nærsamfelagnum heldur enn stórum
útlendskum feløgum.
Til dømis kann talan verða um at gista á lítlum
gistingarhúsum heldur enn stórum ketugistingarhúsum,
og at velja staðbundnar handlar heldur enn altjóða
sølumiðstøðir.
Kelda: momondo.dk