Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-05, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. apríl 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. APRÍL 2018 SOSIALURIN 39 22 PÆTUR ALBINUS N evaleikur vindur upp á seg í Føroyum, og felagið í Havnini, Tórs­ havn Boksing, skip­ar kom­andi vikuskifti fyri for­vitnis­ ligari venjingarlegu, har ein røð av kendum íðkarum innan danskan stríðs­ítrótt koma til Før­oya at leggja lag á. Ímillum teirra er hálvføroyska syst­kinaparið, Allan og Sarah Moh­ foud, ið bæði eru boksarar, og tann heimskendi Mark O. Madsen, ið hevur vunnið HM- og OL-heiðurs­ merk­ir í glíming, men nú hevur halg­að seg til stríðsítróttin, MMA. Ætlanin við venjingarleguni og navnframu gestunum er at kveikja áhugan fyri ítróttinum í Føroyum, at fáa hann at vaksa og at hækka um støðið. Eitt felag Boksing í Føroyum byrjaði fyri góð­um tveimum árum síðani. Hetta var fyrst í 2016, at danski Martin Meng, ið hevur búð í Før­ oy­um síðani 2006, byrjaði eitt lið við boksing í Vælveru Fitness í Tórshavn. Síðani tá er felagið Tórs­havn Boksing sett á stovn, og hevur tað hildið til bæði í hølum hjá Bilrøkt og í ítróttarhøllini í Eysturskúlanum áðrenn íðkararnir fyrst í hesum árinum fluttu inn í kjallar­an í nýggju høllini á Hálsi. Martin Meng spældi leingi við tankan um at seta eitt boksifelag á stovn, og við góðari hjálp frá goml­um liðfeløgum í Nykøbing Falster Bokseklub eydnaðist tað at fáa boksingina undir skipaðar um­støður í Føroyum. Enn er bara tað eina felagið í Føroyum, nevniliga Tórshavn Boks­ing, men teir áleið 50 virknu limir­nir vitna um, at ítrótturin helst hevur lív lagað her á landi. Tað hevði tó av álvara sett ferð á vøksturin, um onnur feløg eisini vórðu sett á stovn, og hetta er ein av orsøkunum til, at Martin Meng gagn­nýtir sambandið til danska boksi­heimin og nú fær fleiri kend nøvn hendanvegin, ið skulu vera við til at leggja lag á og kveikja áhug­an. Vildi higar Nakrir av boksarunum, sum koma til Føroya um vikuskiftið, hava tætt til­knýti til Føroya. Tríggir teirra eru nevni­liga hálvir føroyingar. Tvey teirra eru systkinaparið, Allan og Sarah Mahfoud. Sarah, sum eins og bróðir sín er fulltíðarboksari, gjørd­ ist í fjør landskend í Danmark, tá ið hon vann Vild med Dans á TV2. Triði hálvi føroyingurin, ið kemur til Føroya, er Tor Norddahl. Tann óivað kendasti í ferða­lag­ num úr Danmark hetta vikuskiftið er Mark O. Madsen. Hann er kend­ ur sum glímari, har hann hevur vunnið eina røð av HM-heiðurs­ merkjum og eisini eitt OL-silvur í 2016. Fyrr í ár valdi hann at kasta seg út í MMA, ið er ein samansettur stríðs­ítróttur, sum eitt nú tann heims­kendi og litríki írin, Conor Mc­Gregor, íðkar. Systkinabarnið hjá Martin Meng, Morten, er boksivenjari hjá Mark O. Madsen, og tað er soleiðis at hetta samstarvið við Tórshavn box­ing er komið í lag. Søgan sigur, at Mark O. Madsen sjálvur ynskti at sleppa til Føroya, tá ið hann hoyrdi, at Morten og aðrir skuldu til Føroya. Tað eisini ein siðvenja í boksing, at tú hjálpir øðr­um. - Orsøkin til, at tað er eydnast okkum at fáa hesar boksarar til Føroya, er, at tað innan boksing í Danmark er eitt sera gott sam­ starv millum feløgini, har tey stuðla hvørjum øðrum væl. Sjálvt teimum minstu feløgunum. Boks­ ing í Danmark hevur havt tað trupult í nógv ár, men er nú við at men­na seg aftur, og tað gekk ikki long tíð áðrenn allir boksararnir høvdu játtað seg til at koma higar at stuðla okkum og hjálpa okkum við at fáa boksing í Føroyum upp á beinini, greiðir Martin Meng frá. Fleiri feløg Martin Meng sigur, at venj­ingar­ leg­an byrjar leygardagin um 11-12-tíðina, har tað verður skipað fyri einari venjing, samstundis sum almenningurin er vælkomin fram­ við at fáa autografar og myndir saman við donsku íðkarunum. - Felagið býtir út eitt ávíst tal av pappírslepum, sum tilber at fáa autograf á, men tað er eitt hug­ skot sjálvur at hava okkurt við at skriva á, kanska ein gamlan boksi­ handska, sigur Martin Meng. Síðani verður av álvara farið í holt við venjingarleguna. - Høvuðsendamálið við venj­ ingar­leguni er at fáa sett boksing í Før­oyum í miðdepilin og at stuðla upp undir at fáa sett fleiri feløg á stovn, sigur Martin og heldur fram: - Vit vóna at fáa skumpað ein stein á rull, sum ikki steðgar fyrr enn fleiri feløg eru sett á stovn. Tað hevur ikki so nógv at siga, um tað verður eitt ella fimm fleir feløg sett á stovn. Tað týdningarmesta er, at tað kemur gongd á, og vit í Tórshavn Boksing og Boksisambandi Føroya eru tilreiðar at hjálpa til við øllum, sum krevst fyri at byrja eitt felag, viss­ar Martin um. Hann sigur eisini, at tey gjarna vilja mótprógva nógvu for­dóm­un­ um, sum eru um boksing, og vísa hvussu nógva dissiplin og harða venjing tað krevur, bæði við út­ haldni, styrki og teknikki. Skúlaflokkar Í fjør heyst varð Boksisamband Før­ oya sett á stovn. Av tí at einans eitt felag er í hesum sersambandinum, so er Boksisamband Føroya í løtuni bólkað sum menningarsamband undir Ítróttarsambandi Føroya. Fullur limaskapur í ÍSF krevur, at tað í minsta lagi eru trý virkin feløg í sersambandinum. Umframt venjingarleguna, sum verður um vikuskiftið, so hava Mart­in Meng og hinir í felagnum eisini skipað fyri øðrum átøkum, ið skulu vera við til at menna boksing í Føroyum. Eitt av hesum átøkunum hevur verið at fingið skúlaflokkar inn um gátt­ina at royna seg. - Vit hava longu havt seks flokk­ ar, og hetta hevur eydnast sera væl. Næmingarnir hava hugsavnað seg væl og hava verið útlúgvaðir aftaná. Teir vístu góða dissiplin og virðing fyri bæði ítróttinum og hvørj­um øðrum. Hetta er annars nakað, sum eg haldi ungdómurin í dag manglar, sigur Martin Meng, ið hevur rætt armin út til kommun­ una fyri at fáa meira skipað samstarv við skúlaflokkar, men enn ikki hevur fingið nakað svar. Eitt annað, sum tey í boksingini ynskja sær, er at fáa ein flytbaran boksi­ring, soleiðis at tað ber til at fara runt um í landinum at skipa fyri kappingum. Hetta, saman við at vinna heiðursmerki uttan­ lands, eru tvey av málunum, sum Boksi­sam­band Føroya hevur sett sær fyri og ætlar sær at røkka eitt nú við at skapa størri áhuga og vøkst­ur eitt nú við forvitnisligu venjingar­leguni, sum verður hetta vikuskiftið. ALBINUS@SOSIALURIN.FO BOKSING SKAL FÓTA SÆR Í FØROYUM Í løtuni er einans eitt boksifelag í Føroyum, men ætlanin er at skapa grundarlag fyri at fáa sett fleiri feløg á stovn. Um vikuskiftið verður skipað fyri venjingarlegu, har kendi danin, Mark O. Madsen, vitjar. - Vit vóna at fáa skumpað ein stein á rull, sum ikki steðgar fyrr enn fleiri feløg eru sett á stovn, sigur høvuðsmaðurin í føroyskari boksing, danski Martin Meng