Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-05, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. apríl 2018síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. APRÍL 2018 SOSIALURIN 39 23 Navn: Mark Overgaard Madsen Føddur: 23. septembur 1984 Býur: Nykøbing Falster Ítróttur: Fyrr glíming, nú MMA Felag: BK Thor OL-silvur: 2016 HM-silvur: 2005, 2007, 2009, 2015 HM-bronsa: 2006 Mark O. Madsen er størsta navnið innan danska glíming. Hann hevur vunnið eina rúgvu av heiðursmerkjum í HM, og í 2016 vann hann silvur í OL í Rio de Janeiro, har hann tapti OL-finaluna ímóti verandi OL-meistaranum, russiska Roman Vlasov. Hann luttók eisini á olympisku leikunum í 2008 og í 2012. Hann sigur seg altíð hava havt ein dreym um at íðka MMA, ið er ein samanrenning ímillum fleiri stríðsítróttir, og fyrr í ár valdi hann at kasta seg út í hendan ítróttin fulla tíð. Hann hevur harvið lagt glíming til síðis. Higartil er tað blivið til tríggjar dystir í MMA. Tveir teir fyrstu dystirnar vann hann í 2013 og 2014 ímóti ávikavist týska Philipp Henze og enska Chay Ingram, og í januar vann hann triðja dystin ímóti svenska Matthias Freyschuss. Hann er harvið ósigraður, nú hann íðkar MMA fulla tíð. Næsti dystur verður á Danish MMA Night í Brøndbyhøllini 9. juni. Hvør er Mark O. Madsen? Tórshavn Boksing húsast í kjallaranum í høllini á Hálsi