Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-05, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. apríl 2018síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. APRÍL 2018 SOSIALURIN 39 24 ÍTRÓTTUR: Fótboltur 4. umfar Betri deildin menn: HB er tað liðið, sum síðstu tjúgu árini oftast hevur verið á odda eftir fjórða umfar og eisini vunnið FM Ikki við: Eli F. Nielsen, eygað, 1 vika Ikki við: Aleksandar Stankov (vøddskaði), Sebastian Pingel (knæskaði) Ivasamur: Ari Mohr Olsen Ikki við: Hans Jørgen Djuhuus (Leikbann) Ivasamir: Elias Rasmussen, Hanus Jacobsen Ikki við: Símun Rógvi Hansen (Knæskaði), Einar Tróndargjógv (Knæskaði) Ivasamur: Johan Troest Davidsen (Nøsin) Ikki við: Jóhannes Hansen (liðband, langtíðarskaddur) Ivasamur: Andras Olsen Við aftur: Ari Ó. Ellingsgaard (Eftir leikbann) JÓANNES HANSEN S tørsta kappingin hjá fótbóltinum er í løtuni við veturin. Seinastu vikuna hevur tað verið avkavað norðanfyri, meðan tað hevur verið minni av kava sunnanfyri. Hetta vikuskiftið eru dystirnir so norðarlaga, sum tað ber til – í Klaksvík, á Eiði, í Gøtu, í Runavík og á Skála. Um tað var fyri fáum árum síðani hevði tað ikki verið hugsningur um at venja og spæla í eitt nú Klaksvík og Gøtu, men umstøðurnar eru nógv broyttar. Vallirnir verða aftur og aftur ruddaðir. Einasta orsøkin, til at tað ikki ber til at spæla, er nú, at tað frystir. Tað verður sagt frá tveimum til fimm stigum leygardagin og einum til fýra stigum sunnudagin, og harvið kann tað væl fara at vera, at fótbólturin aftur hetta vikuskiftið fer at krússa veturin av. Toppliðið vinnur sjáldan FM KÍ er einsamalt oddalið undan fjórða umfari, og tað ber meiri enn so til at ímynda sær, at teir bláu eisini vera fremstir sunnukvøldið. Tølini siga, at tað bara er fimtu hvørja ferð, at liðið, sum er ovast eftir fýra umfør, vinnur FM. Seinastu tjúgu árini hevur HB vunnið átta FM. Tríggjar ferðir hevur HB verið fremst eftir fýra umfør og eisini vunnið FM. Í fjør var Víkingur fremst eftir fýra umfør, og tá vann Víkingur FM. Tá ið Víkingur í 2016 vann FM, var liðið ikki fremst eftir fjórða umfar. Í 2001 var GÍ fremst eftir fjórða umfar, men tá vann B36 FM. B36 hevur vunnið FM fimm ferðir síðani 1998. Einki av FM árunum hevur B36 verið topplið eftir fýra umfør. Tríggjar ferðir seinastu tjúgu árini hevur B36 verið topplið eftir fjórða umfar, og einki av hesum árunum vann B36 FM. EB/Streymur hevur vunnið FM tvær ferðir síðani 1998. Hvørki FM árið var EB/Streymur topplið eftir fjórða umfar. Tvær ferðir hevur EB/Streymur verið oddalið eftir fjórða umfar, og hvørki árið eydnaðist tað at vinna FM. Tá ið NSÍ vann FM í 2007, var liðið ikki topplið eftir fjórða umfar. Bæði í 2014 og 2015 var NSÍ fremst eftir fjórða umfar, og hvørki av árunum eydnaðist tað at vinna FM. Bæði í 2004 og 2005 var Skála fremst eftir fjórða umfar, og hvørki av árunum eydnaðist tað at vinna FM. Í 2000 vann VB FM, men liðið var ikki fremst eftir fjórða umfar. Bæði í 2011 og 2013 var KÍ fremst eftir fjórða umfar, og hvørki av árunum eydnaðist tað at vinna FM. Tá ið KÍ í 1999 vann FM, var liðið ikki fremst eftir fjórða umfar. Dreymurin er goymdur KÍ – AB: JÓHAN HENDRIK ELLEFSEN Sunnudagin kl. 16.00 Eftir at vera komið tríggjar ferðir av bygd við fullari úrtøku eigur KÍ sunnudagin fyri fyrstu ferð í ár heimavøll. Lagið er gott, og tað er nógv prát í stóru viðhaldsfjøldini, men spælararnir eru tilvitaðir um, at tað er øgiliga langt á mál, áðrenn tað verður staðfest, um tað fer at eydnast at vinna fyrsta FM heitið síðani 1999. Ímóti AB fara nýggju útlendsku spælararnir fyri fyrstu ferð at royna seg í landskappingardysti á heimavølli – Deni Pavlovic, Ronni Møller-Iversen, Boris Dosljak og Marko Dusak eita nýggju KÍ spælararnir, og so er tað 16 ára gamli grannin hjá fót­bólts­ vøllinum, Óli Poulsen, sum heldur ikki áður hevur spælt í fremstu røð á heimavølli. -Higartil hevur tað kenst hugaligt, og vit gleða okkum at spæla á heimavølli, men tað snýr seg um góðan hugburð, støðugt arbeiði og at vera savnaður og til­ vit­aður um avbjóðingina, sigur KÍ málverjin Meinhardt Joensen. AB tapti sunnudagin 2-0 á heimavølli ímóti Skála: -Vit hildu okkum hava møgu­leika at vinna og fingu einki. Nú eru vit undirtippaðir í Klaksvík, og vit vóna, at tað fer at ganga soleiðis, sum tað gekk, tá ið eingin roknaði við okkum á Eiði, og vit vunnu eitt stig, sigur AB miðvallarin Bárður Olsen. Heðin heldur HB er favorittur EB/STREYMUR – HB: LARS MÜLLER Sunnudagin kl. 16.00 Hóast EB/Streymur er næstfremst, og HB er á fimta plássi, so heldur EB/ Streyma venjarin, Heðin Askham, at HB er favorittur á Mølini: -Spælið hjá okkum er støðugt LIÐ TÍÐINDI B36 HB VÍKINGUR NSÍ EB/STREYMUR TOPPLIÐIÐ EFTIR 4 UMFØR VINNUR SJÁLDAN FM