hósdagur 5. apríl 2018síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. APRÍL 2018
SOSIALURIN 39
25
batnað, men HB er størri felag og
við størri breidd enn okkara. Tí er
HB favorittur ímóti okkum, sigur
EB/Streyma venjarin, sum harvið
roynir at lætta trýstið av sínum
monnum.
Í fjør vann EB/Streymur allar
tríggjar ferðirnar ímóti HB – 1-0 og
2-1 við Margáir og 3-2 í Gundadali.
-Vit vóna, at tað fer at eydnast
at spæla upp ímóti HB, sigur Heðin
Askham.
HB hevur tapt ímóti toppliðnum,
vunnið ímóti meistarunum og
spælt javnt ímóti grannunum:
-Vit vóru misnøgdir við okkum
sjálvar í fyrsta dystinum, men
síðani hava vit arbeitt væl, og vit
fara til Eiðis við góðum treysti
at spæla ímóti einum góðum liði,
sigur HB málverjin Teitur Matras
Gestsson, sum ímóti B36 bjargaði
tveimum brotsspørkum.
Hjá HB kemur tað illa við, at
álopstrumfurin Aleksandar Stan
kov framvegis er skaddur.
Tað er trýst á meistarunum
VÍKINGUR – B36: DAGFINN FORNÁ
Sunnudagin kl. 15.00
Tvær tær seinastu ferðirnar hevur
Víkingur einki fingið burturúr
– ímóti HB í Gundadali og NSÍ á
heimavølli. Harvið er tað trýst á
meistarunum undan B36 vitjanini.
Tað er ikki á hvørjum ári, at
Víkingur tapir tríggjar ferðir á rað.
Um einki fæst burturúr ímóti B36,
so verður tað fyrsta ferðin síðani
2013, at liðið einki vinnur í trimum
dystum á rað. Í 21. – 23. umfari 2013
tapti Víkingur ímóti NSÍ, B36 og
AB. Síðani er tað ikki komið fyri,
at Víkingur hevur tapt meiri enn
tvær ferðir á rað.
B36 spilti seg burtur, tá ið tvey
brotsspørk vórðu misnýtt ímóti
HB:
-Tað
var
ræðuligt,
tí
møguleikarnir verða ikki størri. At
misnýta stórar møguleikar hevur
higartil kostað okkum trý stig á
Eiði og tvey ímóti HB. Hatta fáa vit
einki gjørt við. Nú hava vit fokus
á avbjóðingini í Sarpugerði, sigur
Róaldur Jakobsen, sum var annar
teirra, ið misnýtti brotsspark ímóti
HB.
-Í longum løtum hevur spælið
higartil riggað heilt væl. Tað er
undir trýsti, at vit mennast, og vit
fara norður til Gøtu við sjálvsáliti,
sigur Róaldur Jakobsen.
Klæmint tevjar metið
NSÍ – 07 VESTUR: EILER RASMUSSEN
Sunnudagin kl. 15.00
Tap á heimavølli ímóti bæði
Suðringum og EB/Streymi níva
dygt í 07 Vestur. Úrtøkan er bara
stigið á útivølli í fyrsta umfari
ímóti AB:
-Neyvan verður roknað við, at
vit fara at vinna stig í Runavík.
Tað er júst í sovornum støðum, at
tað er týdningarmikið at reisa seg.
Tað vóni eg, at vit fara at megna,
men so er fyrsta treytin, at stóru
persónligu mistøkini, sum higartil
hava kostað nógv, verða lúkað
burtur, sigur 07 Vestur venjarin
Pauli Poulsen.
Í NSÍ fóru teir sunnudagin úr
dalinum og upp á tindin. Eftir tap
á heimavølli ímóti KÍ eydnaðist tað
at vinna í Gøtu. Klæmint A. Olsen
skoraði seinna málið í 2-1 sigrinum.
Nú er samantalda máltalið hjá
Klæminti í bestu landskappingini
152. Metið eigur Jákup á Borg, sum
tilsaman skoraði 153 mál. Harvið er
møguleikin at taka málmetið ikki
langt burtur hjá Klæminti.
Eyðun fegnast um
álopsspælið
SKÁLA –SUÐRINGAR: KÁRI J. Á
HØVDANUM
Leygardagin kl. 17.30
Tað glapp á Argjum hjá Skála,
sum leygarkvøldið fær vitjan av
Suðringum:
-Stigini á Argjum kendust sera
søt. Nú eiga vit heimadyst, og
sjálvandi ætla vit okkum at vinna
fulla úrtøku, men tí, sum er farið
av hesum kappingarárinum, eru
vit fleiri ferðir mintir á, hvussu
dýrt tað er ikki at skora. Ímóti
AB myndaðu vit fleiri upplagdar
møguleikar, enn í teimum báðu
fyrstu umførunum, og vónandi
fer tað eisini at eydnast ímóti
Suðringum at spæla okkum til
møguleikar og at skora málini, sum
skulu tit fyri at vinna, sigur Eyðun
Klakstein.
Suðringar harmast tepra
heimatapið ímóti KÍ:
-Vit høvdu í seinna hálvleiki
møguleikar at javna, men vit
tóku ikki av. Hugaligt var tað, at
verjuspælið riggaði væl, men vit
iðra okkum um, at vit lótu mál
ígjøgnum í deyðbóltsstøðu. Tað
eigur ikki at koma fyri. Ímóti Skála
vóna vit, at tað fer at rigga at spæla
okkara spæl. Um tað eydnast, so
eiga vit at hava møguleika fyri
at vinna gott úrslit, sigur Stefan
Radosavljovic hjá Suðringum.
Ikki við: Hákun Edmundsson
(Lærkrikin - ógreitt hvussu
leingi), Ólavur Niclasen
(Búkskaði - ógreitt hvussu leingi),
Ísak Simonsen (Fótskaði)
Ivasamur: Jákup B. Andreasen
Ikki við: Bjarni Skála (Lærkrikin)
Ivasamur: Jobin Drangastein
Ikki við: Ólavur Mikkelsen
(leikbannaður), Jákup
Johansen og Jan Ingi Hansen
(langtíðarskaddir) og Haraldur R.
Højgaard (knæið)
Ivasamur: Ahmed Mujdragic
(knæið)
Ikki við: Ari Krosslá Poulsen
(búkskaði, ógreitt hvussu leingi)
Ivasamur: Teitur Mortensen
(mjødnin)
KÍ
AB
SKÁLA
TB/FCS/ROYN
07 VESTUR
Ivasamur: Sølvi Egilsson
1998 - 2017
4. umfar
Topplið
Stig
FM
Stig
2017
Víkingur
10
Víkingur
52
2016
HB
10
Víkingur
61
2015
NSÍ
9
B36
61
2014
NSÍ
9
B36
61
2013
KÍ
10
HB
54
2012
B36
10
EB/S
58
2011
KÍ
10
B36
67
2010
HB
10
HB
54
2009
NSÍ
10
HB
55
2008
HB
10
EB/S
55
2007
EB/S
12
NSÍ
61
2006
EB/S
12
HB
55
2005
Skála
8
B36
54
2004
Skála
10
HB
41
2003
HB
8
HB
41
2002
HB
12
HB
41
2001
GÍ
12
B36
46
2000
B36
12
VB
40
1999
B36
10
KÍ
41
1998
HB
12
HB
45