Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-05, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. apríl 2018síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. APRÍL 2018 SOSIALURIN 39 28 Summarmáladag byrjar summarhálvárið, mýrisnípan kemur og lundin kemur undir land. Tá er eitt gott høvi at fara út í náttúruna aftur eftir ein kaldan og myrkan vetur, nú vit ganga móti ljósari og heitari tíðum. Summarmáladag, leygardagin 14. apríl, skipar Krabbameinsfelagið fyri gongutúrum. Talan er um lættar túrar, so at øll kunnu vera við. Tað einasta, tú skal gera, er at møta upp. Klaksvík: Vit møtast kl. 11.00 uttanfyri Smæruna/Ven og Virkni á Kjalarvegi 48. Ein stuttur túrur á einar 45 minuttir. Eftir túrin verður ein drekkamunnur í Smæruni. Túrsamskipari er Heidi Hvidbro. Vágur: Vit møtast kl. 10.00 uttanfyri Marghøllina í Vági. Túrsamskiparar eru Sigurð Marner Simonsen og Finngerð Mikkelsen. Tvøroyri: Vit møtast kl.14.00 við Fornminnissavnið. Rutan er ein túrur í miðbýnum á umleið 50 minuttir. Túrsamskipari er Hildigarð Jacobsen. Tórshavn: Vit møtast kl.14.00 við parkeringsplássið omanfyri Hotel Føroyar. Rutan er Rossagøtan. Túrsamskipari er Eirikur Ó. Simonsen. Hvítanes: Vit møtast kl.14.00 við bussteðgiplássið á Hvítanesi. Rutan er ein túrur í bygdini á umleið ein tíma. Túrsamskipari er Eyðbjørg Djurhuus. Sandavágur: Vit møtast kl. 10.00 uttan fyri kirkjuna í Sandavági. Rutan er út á Skorðagarðar. Túrsamskiparar eru Elspa Egilstoft og Petur Elias Nielsen. Sandur: Vit møtast kl. 14.00 við nýggja barnaskúlan. Rutan er inn í Brekkur. Túrsamskipari er Eyðbjørg Tjaldrastein. Saltangará: Vit møtast kl. 14.00 frammanfyri Løkshøll í Runavík. Rutan er runt um Toftavatn. Túrsamskipari er Davina Lamhauge. Strendur: Vit møtast kl. 9.30 utttanfyri bygdarhúsið á Strondum. Ein túrur í bygdini í umleið 1 tíma. Túrsamskipari er Ásbjørg á Hálvmørk. Gøta: Vit møtast kl.14.00 í Sarpugerði. Rutan er Norðragøta – Syðrugøta/ runt í Norðragøtu og enda aftur í Sarpugerði har kaffi verður at fáa. Túrsamskipari er Magni Jarnskor. Kvívík: Vit møtast kl. 14.00 við Kommunuskrivstovuna. Túrur í bygdini. Túrsamskipari er Súsanna Mortensen. Vestmanna: Vit møtast kl. 14.00 við Sløkkiliðshøllina. Vit ganga eftir Løttugøtu, um Hálsin og niðan á SEV vegin norður á Fossar. Hav matpakka við. Túrsamskipari er Bjarki Skúvadal. Um onnur hava hug at skipa fyri túrum aðrastaðni í landinum, eru tit vælkomin at venda tykkum til Krabbameinsfelagið á telefon 317959 ella umvegis teldupost: kmf@krabbamein.fo Kom við Krabbameinsfelagnum gongutúr á summarmáladegi, leygadagin 14. apríl HER FARA VIT TIL GONGU: MIÐNÁM Á KAMBSDALI SØKIR EFTIR FÍGGJARLEIÐARA AT BYRJA SKJÓTAST MØGULIGT Starvið Fíggjarleiðarin hevur ábyrgdina av fíggjar­ stýring, roknskaparhaldi, lønarumsiting, journalskipan, hagtølum, størri innkeypum og rakstri av ognum skúlans. Fíggjarleiðarin er partur av leiðslubólkinum og vísir beinleiðis til rektaran. Starvið er avbjóðandi, og leiðarin hevur stóra ávirkan á egin viðurskifti og menningina av Miðnámi á Kambsdali. Starvið verður lønt eftir sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Umsøkjarin Vit vænta, at tú hevur útbúgving og royndir innan fíggjarstýring og roknskap. Vit vænta, at tú hevur góð leiðslu­ og samstarvsevni. Tú dugir at greina torgreidd viðurskifti og arbeiðir málrættað. Eisini megnar tú at orða teg væl munnliga og skrivliga og ert tænastu­ sinnað/ur. Royndir við Búskaparskipan Landsins kunnu verða ein fyrimunur. Umsóknir Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Páll Isholm, rektara, á telefon 21 99 30 ella við at skriva teldupost til pai@kambsdalur.fo. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Skrivligar umsóknir skulu vera Miðnámi á Kambsdali í hendi í seinasta lagi mánadagin 9. apríl 2018. Setanarsamrøður vera í viku 15. Umsóknirnar skulu sendast við teldupost til pai@kambsdalur.fo ella til: Miðnám á Kambsdali Stílað: Páll Isholm, rektara Dalsvegur 1, Kambsdalur FO­530 Fuglafjørður F Í G G J A R L E I Ð A R I Miðnám á Kambsdali / Kambsdalur / 530 Fuglafjørður / Tel 610 800 / kambsdalur@kambsdalur.fo / kambsdalur.fo Miðnám á Kambsdali hevur til endamáls at bjóða út og skipa gymnasialar miðnámsútbúgv- ingar, yrkisútbúgvingar og akademiútbúgvingar. Á Kambsdali ganga umleið 550 næmingar, og um 100 starvsfólk eru knýtt at stovninum. Miðnám umsitir eisini Klaksvíkar HF-skeið, FabLab á Kambsdali, Orkudepilin á Kambsdali og Næmingaheimið á Kambsdali. Samlaða fíggjarætlanin fyri 2018 er 46,6 milliónir.