Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-05, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. apríl 2018síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. APRÍL 2018 SOSIALURIN 39 27 Komandi partur Í komandi parti verður greitt frá enskum trúboðarasoni í Congo, sum fann sannleikan um Congo í Føroyum. Eisini hevur Dollin slóðað fyri føroyskum fiskaútflutningi til Congo. eftir Nesmonnum sá hann sær kjans til at stjala ein vakran knív, ið lá á roykstovuborðinum í prestagarðinum. Av Glyvrum varð hann kvikliga skjútsaður til Søldarfjarðar. Har bóðu tey honum innum at fáa sær ein heitan kaffimunn, sum tey hildu, hann trongdi til. Men kunoyingurin, sum óttaðist fyri, at onkur kanska kundi bera kenslu við hann, um hann fór inn, svaraði, at hann tordi ómøguliga at koma fram fyri ljósið, tí so var hann bangin fyri at verða blindur, tá ið hann kom útum aftur, og ikki fór at finna leiðina fram. Men vildu tey unna honum ein heitan munn, so skuldi hann so hjartaliga takka teimum, um tey vildu gera gera so væl at bera sær hann út í túnið. Hetta vóru tey so góðtrúgvin at eftirlíka. Ein og hvør legði sín dent á at hjálpa hesum manni, ið hevði so skundislig doktaraørindi, og tessvegna varð hann tá eisini fylgdur til Norðragøtu. Lumpaði eisini gøtumenn og leirvíkingar Men nú fór at lýsa fyri degi henda vakra sunnumorgun, og tá ið gøtumenn vóru búnir at fylgja honum um fjallið, segði hann teimum frá, tí hann grunaði, at teir kendu seg. Hann greiddi nú frá, at hann var á ferð norð til Kunoyar at siga skyldfólki farvæl, eftirsum hann var dømdur út av landinum, og dómarin hevði givið honum loyvi at fara heim, til fartur bleiv til Danmarkar. Gøtumenn, ið ikki høvdu hoyrt hina fyrru søgu hansara um doktaraørindi, trúðu honum bara hálvavegna og undraðu seg ógvuliga yvir, at øvrigheitin hevði slept einum slíkum skaðamanni leysum. Men teir hildu tó sum so, at var hann komin so langt, og var hann sloppin út úr fongslinum, har so nógv menn hildu vakt yvir honum, so mundi tó nakað vera í tí, hann segði. Á sama hátt gekst teimum í Leirvík, og eftirsum sunnudagur var, róðu Leirvíkingar hann líka til Kunoyar. Har vóru øll mest ovfarin; eingin dugdi at fata ella fekk seg reiðiliga at trúgva, at øvrigheitin kundi hava lovað honum leysum, sjálvt um tað einans var, sum hann sjálvur segði, eina stutta tíð. Stórtíðindi í Havn Henda sama sunnumorgun fuku tíðindini eins og neistar gjøgnum Havnar bý, at fangin yviri í Skansa var rýmdur. Tað stóð eisini ein mannarúgva undir Dungagarði og samrøddi um henda merkiliga atburð. Tey flestu hildu, at kun­ oyingurin hevði gjørt enda á sær, og um náttina var lopin út av Skarv­hellu, tí hvar kundi hann annars vera farin? Kanska hevði hann goymt seg onkustaðni uppi í hag­anum. Meðan teir standa og tosa, kemur Símun í Hoyvík í kirkju og nærkast mannamúgvini undir Dungagarði. Teir siga honum so frá, hvat ið tilborist hevur um náttina. “So var tað kortini hann, eg í nátt fylgdi á veg niðan á Hvíta­nes!” rópar Símun og sigur teim­um, hvat ið hent var. Nú var gátan loyst. Seinni frættist, at fangin gekk væl hýrdur norðuri í Kunoy. Men rættvísið vann at enda Jagararnir mannaðu nú politi­bát­ in og róðu øvrigheitina til Kun­oy­ ar. Fangin, sum alla tíðina hevði eyg­uni við sær suðureftir, var sama dagin staddur úti í bønum. Tað fyrsta, ið hann var varur við bátin við danska flagginum afturi í rong, spenti hann tað, hann var mentur, heim til hús. Tá ið jagararnir lendu og við fútanum á odda fóru niðan at húsunum, var kunoyingurin leingi onga­staðni at finna. At endanum bóru teir eyga á hann inni í eini skýmligari koyggjusong, har hann sat við einum grindaknívi í hondini, og svór, at hvør tann, ið kom honum nær, skuldi missa lív. Og tað kendu tey hann ov væl til at ivast í, at hann gjørdi álvara av síni hóttan, og tí tordi eingin koma honum nær. Meðan teir gingu og bíðaðu, var ein gamal maður setstur so vinaliga hjá honum, og læt sær at vera fegin um, at hin høga øvrig­heit við øllum sínum vápn­ aðu monnum fór at fáa eina langa nøs og verða noydd at fara suð­ur aftur sum av torvheiðum. Sum teir nú sita og tutla saman, legg­ ur Kunoyingurin í tankaloysi knív­in frá sær á koyggjustokkin, og í sama bili trívur hin gamli um hann, loypur á føtur og rópar til jag­ararnar, at nú kunnu teir óræddir koma. Kunoyingurin varð so førdur aft­ur í Skansan, har síðani bleiv ansað betur eftir, til hann og felag­ar hansara vórðu sendir nið­ur. Einum av teim eydnaðist at rýma í Leith á niðurferðini, og alt tað teir leitaðu eftir honum, hvørki fanst ella spurdist hann nakra­staðni. Mong ár aftaná varð hann kendur í London, har hann hevði fingið gott pláss við jarnbreytirnar, men nøkur ár seinni umkomst hann á syrgiligan hátt har niðri. Tá ið síðani varð tosað um kun­oyingin og útferð hansara úr Skansanum, plagdi hann, sum var vakt­armaður hina minniliga løtu, at svara til: “Nei, vinur mín! Tað kann nú vera tað sama, á mínum posti var tað ikki, hann fór.” Neistin komin aftur Í seinasta parti varð sóknast eftir Neistanum, sum var hondskrivaða blaðið hjá Ungmannafelagnum Merkið, sum var stovnað í 1920, og sum ikki hevur verið tøkt í mong ár. Men nú er tað skrásett og tøkt á landsbókasavninum. Her er talan um fleiri hundrað síður av virðismiklum til­fari, sum lýsir tíðina frá 1920-ár­ un­um og fram til fyrst í 1950-ár­unum. Her er talan um áhugavert og søguligt tilfar, sum nú er tøkt. Okkurt kemur at síggj­ ast aftur til hetta í komandi pørt­um. Kunoyingurin við at rýma úr skansanum. Nú er kunoyingurin tikin. Skansin í Havn.