hósdagur 5. apríl 2018síða 32
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. APRÍL 2018
SOSIALURIN 39
32
Hvítar páskir í kvenkyni
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
virðislønina
2012
H
etta vóru so tær
hesaferð. Pásk
irnar. Gleðiligar
hvítar páskir.
Nógvir frídagar,
seks ella fleiri hjá
teimum flestu. Tríggir
hjá øðrum. Tveir hjá
mær og øðrum, sum
arbeiða halgidagar.
Men kristna høgtíðin er fyri øll,
eisini fyri okkum ateistar. Vit hava
eisini frí dagar, sum annars høvdu
verið yrkadagar, og drekka eisini
páskabryggj.
Okkurt gott hevur kristindóm
urin gjørt okkum, hóast alt.
Hví halda vit páskir? Jú, tær
byrja illa við einum deyðadómi,
sum verður framdur á øgiligan
hátt. Men tær enda væl við upp
reisn, hann reis og fór til himmals,
helst tann vegin.
Páskirnar hava týdning, so stór
an týdning, at vetrartíðin seinna
varð flutt eina viku. Eingin skal
koma ov seint páskadag.
Vónandi kom eingin ov
seint til konfirmasjónirnar
pálmasunnudag.
Konfirmasjón,
eitt
kristið lokabragd. Fyrst
verða børnini doypt, áðr
enn tey hava skil fyri at
hugsa um spurningarnar
og kunnu svara, onkur vaksin svar
ar ja fyri tey.
So er kirkjan aftur eftir teimum
fyri at vita, um tann vaksni svar
arin meinti ja. Tey ungu verða
drigin inn í kirkjuna at standa
til svars, áðrenn tey duga
rættiliga at hugsa og
svara sjálvandi ja.
So hevur kirkj
an tryggjað
seg. Men tey, sum verða fermd,
hugsa bara um gávurnar, og einki
annað. Tað er sum á jólum. Gávur,
ikki Gud ella Jesus ella onkur annar
har uppi. Hvussu nógvar 1000
krónur fekst tú? Hvørjum svaraði
tú ja, hoyrdi tú spurningarnar?
20.000, áni tað ikki og nei..?
Pengar eru alt.
Gleðiligar hvítar páskir.
Vit fáu, sum virða málið sum
tað er, ella eigur at vera, eitt bend
ingarmál, sum ikki er kynsleyst, og
hevur bæði eintal og fleirtal, undr
aðust á høgtíðini, sum var. Hon var
líka ofta í hvørkikyni sum í tí rætta
kvenkyninum.
Góð páskir. Eintal og fleirtal ella
tvey kyn í somu heilsan, ella bara
fávitska.
Jól eru eisini í eintali og fleirtali,
hóast eingin enn sigur gleðiligt jól.
Men nógv siga góð páskir.
Hesar høgtíðir eru sjálvandi í
fleirtali, tí tær vara so nógvar dag
ar.
Samfelagið liggur bakk í tvær
vikur á jólum og á páskum, tí øll
hava frí.
Óført við høgtíðum, sama, hvat
kynið er, tí frídagarnir eru nógvir,
takk Jesus fyri teir.
Teir, allar frídagarnar, høvdu
Maria og Jósef ikki. Barsilsskipanin
var ikki komin tá.
Tey eru farin at sløkkja øll gøtu
ljós í ein tíma um árið. Earth hour,
kallast tað, komið uttaneftir, ikki
úr USA gjøgnum Danmark, men
úr Avstralia gjøgnum Danmark.
Undarligur og býttur ósiður, men
sjálvandi eru Føroyar (fleirtal) við,
tá Danmark er við.
Hjá mær er annars hálvur
earth tími hvønn arbeiðsmorgun,
tí onnur hvør gøtulykt er sløkt og
rættiliga myrkt at ganga.
Hugdi í orðabókina. Har stend
ur, gamaní í klombrum, at várið er
vanliga mars, apríl og mai. Várið
er vetrarmánaðirnir mars, apríl
og mai.
Og annars er har í bókini stóru
ein rúgva av orðum, sum byrja við
vár, tríggir teigar á leið.
Men tey eru øll gjørd, áðrenn
globala, heimsfevnda, upphitingin
byrjaði.
Globala upphitingin hitnar ella
kólnar. Vit kunnu ugga okkum við,
at kavi og frost vóru eisini í Dan
mark.
Upphitingin er ikki global, hon
er lokal á Norðpólinum.
Her hjá okkum verður ikki
lýggjari, tvørturímóti. Vit eru undir
frostmarkinum.
Men, sum so ofta sagt, alt er
relativt, lutfalsligt, treytað.
Tí er globalt viðhvørt lokalt.
Steinsovandi vársins sangur.
Beinfrystur vetrarsangur.
Høgni
Djurhuus
Telegraph:
Laura er tann góði
føroyski samverjin
T
ilvildarligar, vinaligar
gerðir. Tá ein fremm
andur sýnir tær óvænt
aðan blíðskap. Tað
hendir kanska oftari, enn vit geva
okkum far um.
Enski miðilin the Telegraph
hevur spurt síni ferðalívstíðinda
fólk um at siga sær nakrar søgur, tá
tey hava møtt góðum samverjum á
ferðum teirra. Millum teirra verður
ein føroyingur nevndur.
Tað er Marcel Theroux, sum
sigur frá blíðu konuni, sum hann
møtti í Tjørnuvík. Hann greiðir
frá, at tað var ikki fyrr enn han sat
til borðs, at hann skilti, at hetta
var ikki hvør sum helst. Hetta var
væl umtókta føroyska sjónleikar
kvinnan Laura Joensen.
- Tað var sum um at Helen
Mirren (oscarvinnandi sjónleikari)
hevði bjóðað einum fremmandum
heim til postai og eplamorl, skrivar
Marcel Theroux.
Hann greiðir frá, at hann møtti
systkinadóttir Lauru á einum
gongutúri í føroysku náttúruni.
Í prátinum nevndi hann, at hann
kundi hugsað sær at smakka okk
urt av føroyska matinum. Tá Laura
Joensen fekk frænir av hesum,
bjóðaði hon honum til døgurða
dagin eftir.
- Hon bjóðaði mær ræst kjøt,
sum luktaði sum bláur ostur, tvøst,
og eina sós úr seyðagøgnum, nevnd
garnatálg, sum verður etin saman
við turkaðum fiski, greiðir Marcel
Theraux frá.
Tískil kallar hann Lauru Joen
sen fyri tann góða, føroyska sam
verjan.
Leygardagin 7. apríl kl 15.00
verður Barnafestivalurin 2018
settur.
Til setanina fer eitt barnakór
at syngja, tvær fittar lundapisur
flúgva framvið og onkrar løgnar
verur fara at dansa grønlendskan
maskudans. Eisini vitjar vælkenda
røddin hjá Jonnu Fritsdóttir Mort
ensen út barnaútvarpinum, sum
fer at seta festivalin og lata barna
framsýningina hjá Hansinu Iver
sen, Sansarúm upp.
Skráin fyri barnafestivalin er
á tremur við tiltøkan fyri børn í
øllum aldrum.Byrjað verður við
vitjan úr Grønlandi og eini stutt
ligari verkstovu í grønlendsk
um maskudansi. Verkstovan er
ókeypis og er, umframt at vera
sera lærurík, ein tryggur máti at
fáa vant láturmusklarnar. Tá ið
liðugt er at dansa, verður farið til
sjónleik. Barnafestivalurin fær
nevniliga vitjan av spælandi og
sjarmerandi svenska einmansleik
inum ”Inferno”.
Umframt Sansarúm, sum er ein
framsýning við absrtraktari list
fyri børn, letur eisini ein video
framsýning upp hendan leygar
dagin við stuttfilmum, sum før
oysk børn hava gjørt.
Sunnudagin verður farið til
konsert. Vælumtóktu barnakon
sertirnar hjá Føroya Symfoniork
estri eru fastur táttur á barnafesti
valinum, og í ár verður tað søgan
hjá Edwardi Fuglø um vitapassaran
Poetikus, sum verður søgd við orð
um, tónleiki og myndum.
Mánadagur til fríggjadag eru
halgaðir barnagarðum og skúlum.
Tá koma eini 5000 børn í Norður
landahúsið at uppliva list og ment
an á allarhægsta stigi.
Endabresturin av barna
festivalinum er eitt heilt vikuskifti
av fjølbroyttum upplivingum til
allar aldursbólkar. Tey allaryngstu
(1-5 ár) sleppa til sirkus við írska
bólkinum Fidget Feet, sum fram
føra fittu og vøkru sýningina
”Strange Feathers” um tveir løgn
ar fuglar, sum royna at læra seg
at flúgva. Eisini sleppa tey yngstu
(3-6 ár) til spildurnýggja barna
leikin ”Luddi og Lundisa”. Til tey,
sum eru eitt sindur eldri (7-13 ár),
verður ein ævintýrakend frásøgu
konsert, har Annfinnur Heinesen
og tónleikabólkurin hettarher
endugeva søgur frá okkara for
fedrum. Og til tey elstu (10-17 ár)
verður ein spennandi konsert við
bólkinum Dánjal.
Barnafestivalurin er 7.-15. apríl.
Sí skránna á nlh.fo.