Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. apríl 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. apríl 2018 · Nr. 40 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nøvni síða 6 Carlo Petersen farin Nøvn síða 7 Búi vart ph.d.- ritgerð Áhugavert at inn­kom­u­veg­ur­in nú skal vera pá­skot­ fyri, at Annika Ol­ sen bæði skal sita á tingi og sum borg­ar­stjóri í Havn samstundis. Eingin hevur hildið so fast upp á hetta, sum Annika, ið hev­ur lagt lóg­ ar­uppskot fyri tingið um at nokta borg­ar­stjórum at sita har, og sum sjálv sta­tu­er­aði eitt eks­emp­ul við at leggja ting­sessin frá sær og lova ikki at røkja hann, so leingi hon er borg­ ar­stjóri. Við útvarpið í gjár segði hon, at hon nú helst má bróta lyftið, tí hon má í tingið at leggja fram eina verk­ lags­lóg um innkomuveg til Havnar. Hetta er enn eitt dømi um, at ting­fólk taka seg sjálvan fram um flokk­in. Tí sjálvandi skal tað ikki vera neyð­ugt hjá einum borg­ar­stjóra at taka parlamentið sum gísla fyri at fáa sín vilja. Hví biður Annika Olsen ikki sín­ ar floksfelagar leggja fram hatta lóg­ar­uppskotið? Hon er part­ur av Fólka­flokk­i­num, og er Fólka­flokk­ur­ in líka góður við Havnina sum Ann­ ika Olsen, so skuldi tað ver­ið lagað manni at fingið Bigga, Else­beth ella Jørg­en at lagt uppskot fyri ting­ið um at játta pengar til inn­komu­veg til Havn­ar. Ella hvat við at biðja Heðin ella Helenu ella onkran vin í Tjóðveldi leggja tað fram? Annika Olsen hevur púra rætt í tí, at lands­politikarar hava onga virð­ing fyri ferðslu­viðurskiftinum til og úr Havn­ini. Í øllum førum vilja teir ikki játta hesar pengar, ella halda teir tað stutt og greitt ikki vera neyð­ugt. Men tað hjálpir altso ikki nógv, um Annika Olsen fer á ting. Tað ein­ asta, sum tað kann hjálpa, er at hon fær dupulta løn og kann tæga lend­ ið hjá Fólkaflokkinum fram til Løg­ tings­val­ið, sum nækast. Tí støðan hjá Fólkaflokkinum í Havn er ikki góð. Flokkurin hevur mist velj­arar í stórum seinastu ár­ini. Flokk­urin var á seinasta løg­tings­vali á stødd við Framsókn. Javn­að­ar­ flokk­ur­in fekk meira enn dup­ult so nógv­ar atkvøður sum Fólka­flokk­ urin, og tað var ikki gam­alt. Tí eru góð ráð dýr hjá Fólka­flokk­i­num í Havn til løgtingsvalið. Tí skal Annika halda sítt lyfti, so eigur hon heldur ikki at stilla upp til løgtingsvalið næstu ferð. Av atkvøðuslúkum til løg­ting­ið var Annika nr. 6. Til býráðið var hon gott nokk bara nr. 10, men tað orðnar borg­ar­stjór­a­eff­ekt­in, so Fólka­flokk­ ur­in verður størri í bý­ráðnum í Havn enn Tjóðveldi næstu ferð. Tann flokkur, sum vinnur Havn­ ina, hann vinnur løgtingsvalið. Kann lyft­is­brot­ið hjá Anniku fáa Fólka­flokkin aft­ur í Tinganes, er tað so ikki tað vert? hjálpir jørgen í Tinganes Dávur Winther Leygardagin lat upp for­ vitn­is­lig og fjálg máln­inga­ fram­sýning í Ribarhúsi í Fuglafirði við Øssuri Mohr og Frits Johannesen. Sangbólkurin, Vega sang og Rib­arhús var ov lítið, so nógv fólk høvdu leitað sær til hesa serligu løtu. Øssur og Frits eru fugl­ firð­in­gar, har vøgga teirra stóð, sum varð fyllt við nógv­ um góðum førningi. Frits var floks­lærari hjá Øssuri í 10 ár – frá 1968 til 1978, so í ár eru liðin 50 ár síðani hesin náms­ frøð­iligi bátur varð tikin fram í lívsins lunnbót. Og Øss­ur hevði tikið til sín, sum mál­ningarnir á vegginum søg­du frá. Øssur Øssur Mohr hevur verið víða um við sínari list. Hann fór at mála sum 28 ára gamal. Skjótt komu skap, litir og strok undan, sum tosaðu sítt stumma mál sínámillum á ein virðiligan, skinsaman og lista­ligan hátt, ið fangaði eyg­ að hjá teimum, sum góvu sær far um. Øssur hevur búð í Dan­ mark fleiri seinnu árini og sýnir fram víða um. Frits 73 ára gamali Frits hevur tekn­að alt sítt lív og fór at mála sum 22 ára gamal. Hann mál­ar enn. Heðin Kambsdal og Frits eru systkinabørn. Páp­a­beiggi Frits var Símun Oliv­ur Johannesen, sum var morbróðir Heðin Kambsdal. Sím­un Olivur var tann fyrsti fugl­firð­ingurin, sum fór at mála. So tað bregður ikki úr ætt, at Heðin og Frits eru av fræg­astu listamonnum í Fugla­firði. Vega sungu frálíka væl sum altíð, og settu ein ser­ ligan dám á løtuna í fullsetta Rib­a­rhúsi, har tú at kalla ikki sá framsýningina, so nóg fólk vóru. Men hugaligt var at hoyra Øss­ur og Frits røða um og til hvønn annan. Ta virðing teir høvdu hvør í sínum lagi fyri lær­ar­anum og næminginum. Trúfestið teirra millum kom eisini til sjóndar. Hvørja­ ferð annar teirra hevði eina framsýning, høvd­u teir ynskt hvørjum øðr­um “Góða eydnu, vóni tað gongst tær væl” og so fram eftir umvegis netið ella and­lits­bókina. Ein serstøk og væl saman sett framsýning, har lærarin og næmingurin sýna fram á líka føti. Henda framsýning, sum hongur uppi til 24. apríl, er sanniliga eina vitjan verd. Lærari og næmingur í Ribarhúsi í Fuglafirði Heldur hon lyftið, still­ar hon ikki upp til løgtingsvalið – Í samband við konsertferð til RIGA í Litavia hava vit sam­an við M. C. Rest­orff rimm­ar konsert í sam­kom­u­ høllini í Finsen miku­kvøld­ið hin 11. apríl kl. 19:30. Soleiðis skrivar morg­un­ kór­ið í tíðindaskrivi. Tey siga, at tað verður eitt væl upplagt Morgunkór sum, sam­an við M. C. Restorff, fer at syngja. Morgunkórið, undir leiðslu av Sigrið Sivertsen, fer m. a. at framføra Fugla­ kvæði (eldra) , Ró, Nánd og fleiri aðrar kendar sangir. M. C. sum hevur ver­ið virkin á føroyska tón­leika­ pall­i­num í meira enn 40 ár, fer at syngja nakrar av sín­ um kend­astu sangum. Somuleiðis fara Morg­ un­kór­ið og M. C. at syngja sam­an. Peningurin, sum kemur inn, fer til konsertferð til RIGA í Litavia seinast í apríl. Konsertin er ókeypis Kaffi og køkur verða til keyps, og høvi verður eis­ ini at lata kórinum ein pen­ ing­a­lig­an styrk, siga tey í Morgunkórinum. Morgunkórið og MC konsert í Finsen Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin