Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-09, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. apríl 2018síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 9. apríl 2018 · Nr. 40 Áki Bertholdsen Verður einki gjørt, fer bíði­ røðin av bilum at verða úr Havnini, heilt niður í Eystur­ oyartunnilin. Jákup Dam, sum umboðar Tjóðveldi í Tórshavnar, ávar­ aðir sínar floksfelagar á floks­tinginum hjá flokkinum í Klaksvík um vikuskiftið. Og tað, hann ávarar um, eru avleiðingarnar, ið fara at standast av, at nýggi veg­ urin til og úr Havnini ikki verður liðugur, tá ið Eystur­ oyartunnilin er liðugur. Hann vísir á, at serfrøðingar í ferðslu hjá donsku fyritøkuni, COWI, hava mett, at tá ið tað er koyrandi ígjøgnum Eystur­ oyartunnilin, fer ferðslan í Havnini at veksa eini 45 prosent tað fyrstu tíðina. Tey vænta eisini, at verður nýggi vegurin ikki gjørdur, fer bilrøðin at standa heilt úr Havnini, niður í sjálvan tunnilin. –Sostatt er hetta ikki eitt arbeiðið, sum kann setast á eina langtíðarætlan, tí hetta er eitt arbeiði, sum má gerast alt fyri eitt, tí longu nú eru bil­røðinar úr Havn og niðan um Sandvíkahjalla, sigur Jákup Dam. – Hetta málið má loysast og tí má íløguætlanin hjá sam­gonguni endurskoðast, so at peningur verður játt­ aður til vegin alt fyri eitt. Hann leggur afturat, at ein fyrimunur við at gera vegin samstundis sum tunnil­in verður gjørdur, er, at so kann grótið frá tunli­ num brúkast til vegin, og so­statt verður vegurin 17 millión­ir bíligari enn hann annars verður. EYSTUROYARTUNNIL Áki Bertholdsen – Tað skal helst ikki vera so, at vit skulu standa við ein­ um bummi, tá ið tunnilin er liðugur. Gunvør Balle, sum um­ boðar Tjóðveldi í Tórshavnar Bý­ráð, ávaraði sínar floks­ felagar, tá ið Tjóðveldi hevði Floks­ting í Klaksvík um viku­skifti. Á flokstinginum reisti hon spurningin um tann nýggja vegin, sum skal gerast til og úr Havnini í sambandi við Eysturoyartunnilin. Eysturoyartunnilin verð­ ur klárur at taka í brúk í 2020, men eftir íløguætlanini hjá sam­gonguni verður tann nýggi vegurin, sum skal svølg­ja allari ferðsluni, ikki liðug­ur fyrrenn trý ár seinni, ella í 2023. Og tað vilja tey í Tórs­ havnar Býráð ikki góðtaka og tí streingja tey harðliga á samgonguna um at fram­ skundað ætlanina, sum kostar 166 milliónir, og har avtala er gjørd ímill­ um Tórshavnar Býráð og Landsstýrið um, at lands­ kassin skal rinda 115 millión­ ir, Tórshavnar Kom­m­u­na skal rinda 24 millión­ir og felag­ið, sum ger Eystur­ oyar­tunnilin, skal rinda 27 milliónir krónur. Størsta málið yvirhøvur Gunvør Balle staðfesti, at í løtuni er hesin vegurin tað størsta álvarsmálið fyri Havnina yvirhøvur og tí krevur hon, at vegurin verð­ ur framskundaður. –  Tað er eitt ótrúligt vón­brot og eitt ótrúligt ábyrgdar­loysi, at vegurin ikki skal verða liðugur fyrr­ enn í 2023, sigur hon. –  Vit skilja ikki at løg­ tingis­limir tosa um vegir og tunlar alla staðni í land­ inum, men megin ferðslu­ æðrin í landinum, sum verður vegurin frá Eystur­ oyartunlinum til Havnar, verður ikki tikin upp á tunguna, hóast øll vita, at tað verða ein ferðsluruðuleiki, sum kann enda við óhappum og vanlukkum. Hon vísir, at tey í Tórshavnar Býráð hava roynt at fáa fund við ting­ mann­ingina hjá Tjóðveldi í einar átta ella níggju mán­ aðir, men hon harmast um, at enn hevur ikki eydnast enn. Hon minnir samstundis á, at í øllum landinum, er tað nettupp í Havnini, at Tjóð­veldið er tann størsti flokk­urin, men tað sæst í hvussu so er einki til, at løgtingsumboðini fyri Tjóð­ veldi í Suðurstreymoy streing­ja á fyri at fáa vega­ gerði­na framskundaða, og tað skilur hon rætt og slætt ikki. Byrgja Havnina inni Gunvør Balle sigur, at tað kann ikki góðtakast, at veg­ urin ikki verður liðugur sam­ stundis sum tunnilin. Og tað skal helst ikki verða soleiðis, at Tórshavnar Bý­ráð fer at seta bumm fyri vegin til Havnar, tá ið Eysturoyartunnilin er liðug­ ur, ávaraði Gunvør Balle sínar floksfelagar. Og Annika Olsen, borgar­ stjóri í Havn, váttar, at tey eru komin har til, at tað kann verða evsta avleiðingin, tí Tórshavnar Býráð vil ikki góð­taka, at vegurin ikki er liðugur, tá ið tunnilin er liðugur. Bæði Annika Olsen og Gun­vør Balle vísa á, at skal vegurin ikki verða liðug­ur fyrrenn í 2023, sum sam­ gongan ætlar, merkir tað í roynd og veru, at hendan sam­gongan frásigur sær ábyrgd­ina, tí tá hevur løg­ tings­val verið og ein nýggj sam­gonga skal taka við og hon fer at leggja sínar egnu íløguætlanir. FARA KANSKA AT STEÐGA ALLARI FERÐSLU TIL HAVNAR Tórshavnar Býráð er til reiðar at taka óvanliga víðgongd stig, verður býggi vegurin til og úr Havnini ikki liðugur, samstundis sum Eysturoyartunnilin er liðugur Sostatt verður vegurin 17 milliónir bíligari enn hann annars verður Fáa bilrøðir úr Havn heilt niður í Eysturoyartunnilin Tá ið tað er koyrandi ígjøgnum Eysturoyartunnilin, fer ferðslan í Havn at veksa heili 45 prosent STEINGJA HAVNINA Enn er ógreigg, hvussu ferðslan sleppur úr rundkoyringini oman fyri Hvítanes, til Havnar og býráðslimir í Havn hótta nú við at steingja høvuðstaðin fyri bilar, tá ið koyrandi er ígjøgnum Eysturoyartunnilin