Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. apríl 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. apríl 2018 · Nr. 40 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mildrið Jacobsen mildrid@sosialurin.fo Kvinnuhúsið fekk omanfyri 500 áheitanir í fjør, og 11 kvinn­ur og átta børn gistu á Kreppu­mið­støðini í 2017. Fýra av teimum 11 kvinn­u­ num vóru úr Fjareystri og afr­ikonsk­um londum, og all­ar høvdu børn við sær á Kreppu­mið­støðina. Allar fýra kvinnurnar vóru komn­ ar til Føroya at giftast við før­oys­k­um monnum. Sambært Hagstovu Før­ oya búðu 385 asiatiskar kvinn­ur og 88 kvinnur úr Afr­ika í Føroyum í fjør. Til sam­an­beringar búðu meira enn 21.000 føroysk konufólk í Før­oyum. Í meðal búgva tríggjar út­lendsk­ar kvinnur hvørt ár á Kreppu­mið­støð­ini, og tær eru sostatt f­ull­komi­liga ovurumboðaðar í hag­tøl­u­ num. – Tølini eru sjálvandi lítil, men tað kemst ikki uttanum, at út­lendskar kvinnur, sum eru fyri harðskapi og gista á Kreppu­miðstøðini, eru lut­ falsliga sera nógvar, sigur Elin Reinert Planck, sum er leið­ari í Kvinnuhúsinum. Útlendsku kvinn­ur­nar, sum búðu á Krepp­u­mið­støð­ ini í fjør, høvdu verið fyri øll­um sløgum av harðskapi. Tal­an er um likamligan og sálarligan harðskap, kyns­ ligan og fíggjarligan harð­ skap og eisini hóttanir um harðskap. Fleiri menn av­ byrgja eisini kvinnurnar, sum bara sleppa út úr húsu­ num, tá tær skulu til arbeiðis. Tvær ymiskar mentanir Hví tað eru lutfalsliga nógvar út­lendskar kvinnur, sum búgva á Kreppumiðstøðini, tí tær liva í harðligum parlagi, er torført at siga, heldur leið­arin í Kvinnuhúsinum. Men hon heldur, at tað er al­tíð ein avbjóðing, tá tvær so ymiskar mentanir finna sam­an. – Tær koma higar til eitt mál, sum tær als ikki skilja. Tá er tað sera umráðandi at hava onkran afturat sær, sum kann vegleiða og greiða frá, hvussu tað er í Føroyum, hvussu vit gera her og hvørjar skyldur og hvørji rætt­indi, vit hava, sigur hon. Elin Reinert Planck legg­ ur áherðslu á, at nógvar út­ lendsk­ar kvinnur, sum koma til landið at giftast við før­ oysk­um monnum, koma til vælvirkandi familjur, sum upplýsa og vegleiða kvinn­ ur­nar og síggja til, at tær læra tað føroyska málið. Hon hev­ur eisini varhugan av, at nógv tær flestu útlendsku kvinn­ur­nar hava tað gott í Føroyum, og at tað tí eru nógv­ar, sum Kvinnuhúsið ong­antíð kemur í samband við. Støðan er ein heilt onnur, tá útlendska kvinnan giftist við einum føroyskum manni, sum ikki virkar væl sosialt, møg­u­liga er misbrúkari og ikki hevur familju, sum kann veg­leiða og hjálpa kvinnuni. – Tá er hjúnalagið dømt til at mis­eydnast, sigur leiðarin í Kvinn­u­húsinum. Lættar at hótta Tað er ikki torført hjá monn­ u­num at ræða kvinnurnar, tí tær skilja ikki føroyska mál­ið og vita ikki, hvussu sam­fel­ ag­ið virkar í Føroyum. Eitt nú kunnu teir hótta við at senda boð eftir løg­regl­ uni, sum summar út­lendskar kvinnur, ið ikki duga føroyska málið ella vita um føroysk viðurskifti, ræð­ast illa. Tær koma ofta úr lond­ um, har løgreglan er mutrað, og tí eru tær bangnar fyri løg­regluni. Tær vita heldur ikki, hvørji rættindi tær hava og ger­ast sera bangnar, tá menn­inir hótta við, at tær verða vístar burtur úr Før­oy­ um, um tær fara frá teim­um. Somuleiðis verða tær hóttar við, at tær missa for­eldra­ myndu­g­leikan yvir børn­ unum, um tær fara. – Slíkar hóttanir eru nóg mik­ið til at fáa kvinnurnar at bakka, tí tær vita ikki, hvørji rætt­indi tær hava, sigur Elin Rein­ert Planck. Í Kvinnuhúsinum gera tey sera nógv burtur úr at kunna kvinnurnar um rætt­ ar­støðuna hjá teimum og vísa teimum, hvagar tær skulu venda sær fyri at loysa trup­ul­leikarnar, sum taka seg upp. Tað er kortini ein trup­ul­ leiki, at eitt uppihaldsloyvi verð­ur bara longt í eitt ár í Triðja hvør kvi miðstøðini er út Útlendskar kvinn­ur eru ov­ur­um­boð­að­ar, tá talan er um kvinn­ur, sum gista á Kreppu­mið­støð­ini, tí tær eru fyri harðskapi í parlagnum. Meira enn triðja hvør kvinna, sum búði á Krep­p­u­mið­st­øð­ini í fjør, var út­lendingur