Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. juli 2000síða 11

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 21 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 138 - 21. juli 2000 Nr. 138 - 21. juli 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart Gó›a Lydia Hjartaliga tillukku vi› 2 ára degnum. Nú ert tú blivin ein stór genta. Heilsan Johnhard abbi Gó›a Lydia Tillukku, tillukku, tillukku til tín. Vit gle›a okkum sooo nógv til tú kemur heim at halda fø›ingardag. Ynskja gumma og gubbi Gó›a omma Hjartaliga tillukku vi› 80 ára degnum. Heilsan Heidi, Siri› og Drós Allarbesti skatturin! Hjartaliga tillukku vi› 2 ára degnum. I love you with all my heart. Love mamma Gó›i Janus Tillukku vi› 16 ára degnum og skutaranum. Vónandi sleppa vit nógvar túrar. Anja, Hjørtur og Bjarti Ebenezer Í kvøld kl. 20: Ungdóms- møti. Filadelfia, Landavegur 22 Í dag kl. 06, kl. 21 ung- dómsmøti. Í morgin kl. 06 morgunbøn, kl. 17 lands- bøn. Sunnudagin kl. 06 morgunbøn, kl. 11 morgun- gudstænasta, kl. 18.00 møti. Rhema á Hálsi Sunnudagin kl. 11 møti og sunnudagsskúli. Vagn í Geil talar. Morgunbøn mánadag til fríggjadag kl. 06. Øll eru vælkomin. Frelsunarherurin, Tórshavn Leygardagin kl. 11: Útimøti. Sunnudagin kl. 11 møti og kl. 18 møti. Meinigheitin í Hoyvík Sunnudagin í Hoyvíkar skúla: Kl. 17.30 bøn, kl. 18 møti við Jónfinn og Bjartu. Øll eru hjartaliga vælkomin. Saron, Vestmanna Sunnudagin møti kl. 18. Mánakvøldið bønarmøti kl. 20. Missiónshúsið í Skopun Onki møti sunnudagin vegna Oyggjarstevnu í Húsavík. Frá 1000 ára haldinum Sunnudagin 23. juli kl. 17.00 heldur Hanus A. Samuelsen fyrilestur um halgidagasiðir í Bygdarhús- inum á Húsum. Niels Midjord, Petur J. Eliasen og Hans J. Hansen úr Fuglafirði syngja sjó- sálmar, soleiðis sum Marius Vilhelmsen á Syðradali K. sang teir. Ørkin, Saltangará Møti verður sunnudagin kl. 19 í Arbeiðsmannafelags- húsinum Hæddini í Saltang- ará við Finni Hansen, sum talar og syngur. Týskvøldið kl. 20 hús- møti hjá Anthony & Charl- es Johansen, Saltangará. Hóskvøldið kl. 20 bønar- møti. Morgunbøn er mána- morgun, mikumorgun & fríggjamorgun frá kl. 6-7. Keldan í Skálafirði Í kvøld kl. 20.30: Vón fyri framman við hugna og sangi. Osbjørn og Sólborg Joensen luttaka. Øll eru hjartaliga vælkomin. Leygarkvøldið kl. 21: Opið hús. Sunnukvøldið kl. 19: Møti við Egil Toftegaard. Missiónshúsið í Oyndarfirði Møti verður sunnudagin kl. 17 v/ John S. Myllhamar, trúb. Innsavning til missi- ónsarbeiðið. Tiltøk Missiónshúsið á Strondum Møti verður sunnukvøldið kl. 19 v/ John S. Myllham- ar, trúb. Missiónshúsið á Tvøroyri Sunnukvøldið verður møti kl. 18.00 v/ Katrin og Kjar- stein. Øll eru hjartaliga væl- komin. Betel, Vágur Sunnudagin: Breyðbróting kl. 11.00. Evangeliskur fundur kl. 18.00. Útifundur kl. 21.00. Mánadagin: Bønarfundur kl. 20.00 Ónsdagin: Uppbygging- arfundur kl. 20.00. Tilhaldið í Tórsgøtu 21 Drekkamunnur er at fáa hvønn dag eins og bløðini eru til taks. Frá 3. juli til 14. august verður Tilhaldið opið soleiðis: mánadag-fríggjadag frá kl. 14-18. Ein skúlamyndaframsýn- ing verður í Tilhaldinum á ólavsøku. Myndirnar eru frá skúlum í Havn gjøgnum tíðirnar. Áhugi er at lána gamlar myndir av skúla- børnum, lærarum, útferðum o.ø. til framsýningina. Tilh. tlf. 316491 Tað er altíð ein krókur í Tilhaldinum - um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg vælkomin. AA-fundir í Havn Reinsaríið, Tórsgøta 5: Fundir verða í kvøld kl. 20- 21 og kl. 22.30-23.30. Al-Anon fundir í Havn Fundir eru hvørt týskvøld og hóskvøld kl. 21.00 á Vaskarínum. AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvíta- skúla (gamla læraraíbúðin). Reyði Krossur Føroya Bjargingarkransar-bólkurin fund leygardagin 22. juli. Nærri á tlf.svarara 319630. Samaritar og 1. hjálparar fund mikudagin 26. juli kl. 19.30. Sorgarlinjan svarar mán- adag, mikudag og fríggja- dag kl. 19-21.00 á tlf. 212380. Kvinnuhúsið svarar alt samdøgrið á tlf. 317200 Skrivstovan er opin frá kl. 10 til 17, og hósdagar til kl. 21. Ráðgevingin er hós- kvøld eftir avtalu. Amnesty International Føroya deild Tinghúsvegur 18, 4. hædd Skrivstovan er opin: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 13–17. Føroyskir fiskimenn uttanlands tlf. 21 04 95. Felagið fyri føroyskar fiski- menn í Canada, Svøríki, Danmark, Íslandi og Nor- egi. Limagjald 200 kr. um árið. Postgiro 57894. Fø. Sparikassi 442027-8. Bahá’í Miðstøðin í Gundadali Fyrsta leygardag hvønn mánað: Altjóða nátturði «Potluck» kl. 18.30. Opið hvørt fríggjakvøld: Samkoma kl. 20. Bahá’í-samfelagið í Tórshavn Felagið Føroyar-Kuba P. O. Box 2055, 165 Argir. Tlf./fax 312098 Teldupostur: far_cuba@hotmail.com Viðtala eftir avtalu. Føroya Astma/ Allergifelag Postadressa MBF-húsið, Ís- landsvegur 10c. Felagið hevur Tlf./fax 311419. Føroya Felag Móti Krabbameini Ráðgevingarstovan er opin mánadag til fríggjadag, við telefontíð frá kl. 13-15. Tlf. 31 79 59, telefax 31 57 27. E-mail: ffk@post.olivant.fo Javni Skrivstovan verður stongd vegna summarfrí frá 15. juni. Ringjast kann til Dianu í Puntabyrgi tlf. 216510 ella Onnu Elisabeth Victorsdótt- ir, aftaná arbeiðstíð tlf. 315960. Epileptikarafelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Ís- landsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovu- tíð, men samband við fel- agið fæst á tlf. 313978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 319793, Mari Johannesen. MBF MBF-skrivstovan fer í summarfrí tann 17. juli fram til mánadagin 21. august. Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mána- dag til hósdag frá kl. 8.30 til kl. 15.30. Tlf. 31.7597, skrivitlf. 31.6929 fax 31.3609 og teldupostadr. deaf_fo@post.olivant.fo Føroysk gudstænasta í Reykjavík Sunnudagin 25. kl. 14 verð- ur føroysk gudstænasta í Háteigiskirkju í Reykjavík, Martin Restorff Jacobsen, prestur í Hvalvík talar. Nærvarpið LUMI radio í Aalborg Føroyska sendingin »v/ Be- tesdabrunnin« er at hoyra á FM 92,2 MHZ miðbýurin, FM 106,5 MHZ Aalborg suð- ur, og FM 107,4 Aalborg norð- ur, hvønn leygardag kl. 10. Evangeliska Røddin Odense. Føroyska sendingin frá Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz. Føroyska nærvarpið í Esbjerg Føroyska sendingin »v/ Betesdabrunnin« er at hoyra á FM 93,5 MHZ hvønn leygardag kl. 11.00 og verð- ur endursend kl. 16.00. Føroysk møti Føroysk møti eru triðja leygardag í hvørjum mán- aði kl. 19 í hølunum hjá Bethania kirkjuni á Dag Hammerskjølds Gade 2. Drekkamuður er aftaná, øll eru hjartaliga vælkomin. Føroyska arbeiðið Í Eliaskirkjuni Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í Eliaskirkjuni á Vest- erbro Torv, Vesterbrogade 49. Inngongd undir stóru trappuni. 5 min. at ganga frá Hovedbanegården, 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussar- nir 1, 6, 14, 16, 28 og 550S steðga nærhendis. Øll eru vælkomin. Nærri fæst at vita frá Atla Rasmussen, tlf. 32 969995, ella Øssuri Kjølbro, tlf. 36U77U38U20. Før. gudstænasturnar í Samuelskirkjuni, Thors- gade 65, 2200 København NV, eru hvønn 1. og 3. sunnu- dag í mánaðinum kl. 14.00. (Kirkjan er skamt frá Nørrebros Runddel). Prest- urin er at hitta á tlf. 38796146. Kristnastova Birmavej 36, København S, tlf. 32 55 18 09 fax. 32 58 61 49 e-mail: kristnastova@get2net.dk Kristiligur fundur er hvørt fríggjakvøld kl. 20. Møti við breyðbróting er hvønn sunnumorgun kl. 11. Sunnudagsskúli er sam- stundis. Bussarnir 5, 9, 12, 13, 37, 38 steðga nærhendis. Malta, Hirtshals Sunnudag: Kl. 11: Breyðbróting. Kl. 18: Evangeliskur fundur. Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Øll eru hjartaliga væl- komin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn. Samkoman Malta í Hirts- hals Føroyingafelagið í Esbjerg Danmarksgade 25, 6700 Esbjerg, tlf. 75132747 Opið hvørt mánakvøld kl. 19–22.00, har tú ert væl- komin at lesa bløðini, spæla kort og keypa tær ein kaffi- munn. Føroyskt barnamøti Hvønn mánadag kl. 17 er føroyskt barnamøti í »Fælles Fælleshuset« á C. W. Obel kollegium á He- rningvej. Øll eru hjartaliga vælkomin. Heimamissiónin Hevur tú tørv á hjálp til at koma í ein kristnan felags- skap, ella ynskir tú at hjálpa til í andaligum arbeiði á fólkakirkjunnar grund í Danmark, so kanst tú ringja til: Hera Elttør, Aulum, tlf. 97473786, Jan Johannesen, Køb. tlf. 32886918/ 26272112, Birgir Johann- esen, Køb. tlf. 35854159 ella Torleif Johannesen, Nes, tlf. 449024. Føroyingarfelagið í Aalborg Lille Kongens Gade 10 B. Tel. 98136330 Húsið er opið soleiðis: Fríggjadag: Fimmarin frá 17.00 til 19.00 Leygardag: Opið hús frá 22.00 til 03.00 Føroyahúsið í Keypmannahavn Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf. 33 23 15 87 Fax 33 23 15 18 Kunningartlf. 33U23U15U86, sum sigur frá øllum tiltøk- um. Heimasíða: www.faroehouse.dk E-mail: postur@faroehouse.dk Upplatingartíðir: mánadag–fríggjadag: kl. 16.00–19.00. 4.-22. juli Kaffistovan er stongd í 3 vikur. Føroyingafelagið í Århus Vestergade 48 D 8000 Århus C Telefon og fax: 86180604 Teldupostur: aarstova@teliamail.dk Heimasíðan: http://welcome.to/aarstova Áarstova er opin soleið- is: Café Mánad.-hósd.: kl. 16- 18 Føroysku bløðini liggja frammi. Fríggjakvøldsbarr: kl. 21- 03 Limir ókeypis atgongd. Onnur kr. 10,-. Onnur reglulig tiltøk í Áarstovu: MFS. Meginfelag Før- oyska Studenta hevur opið hvønn mikudag kl. 16-18. Føroyskur barnaskúli annanhvønn leygardag kl. 11-14 (ólíka vikur). Sunnudagsskúli annan- hvønn sunnudag kl. 14.30 (líka vikur). Bókasavn. Føroyskar bøkur kunnu lánast mána- dag-hósdag kl. 16-18. Ítróttartiltøk: Flogbóltur. Frydenlund- skúlin fríggjadag kl. 16-18. Bussur nr. 4. Svimjing. Frydenlund- skúlin fríggjakvøld kl. 18- 19. Bussur nr. 4. Fótbóltur. Hasselager Hallen fríggjakvøld kl. 21- 23. Bussur nr. 15. Føroyingafelagið Vesturskin, Bergen Vit skipa fyri tiltøkum nak- rar ferðir um árið. Nærri upplýsingar við at venda sær til Sørin Danielsen, tlf. 56147684 ella Elsebeth Reines, tlf. 55229049. Føroyingar í Noregi E-mail: foroyar@norden.no Heimasíða: http://www.norden.no/ foroyar Norsk-Færøysk Lag skipar javnan fyri tiltøkum fyri føroyingum og fólki við til- knýti til Føroyar. Tiltøkini verða hildin í Oslo, og nærri upplýsingar um tíð og stað fáast við at venda sær til felagið á tlf. +4722674829. Føroyingafelagið í Reykjavík Ølduslóð 27 220 Hafnafjørður, Ísland Tlf. 565 4883 E-mail: forrek@visir.is Sandvíkarhjalli - Tel. 315600 - Fax 318008 Tosið við okkum! Hjá okkum fáast vognar og útgerð til allar flutningsuppgávur! Sosialurin - 311820 • Viðfestisvognar sum lasta frá 325 kg. upp til 2.600 kg. –nógv model!' • Eykalutir til viðfestisvognar • Sekkjavognar, hydr. lyftiborð –arbeiðsbord • Vognar til gassfløskur, oljutunnur, kassar, trappir –óteljandi møguleikar! • Gafflar til heisan av plattum, vøru o.a. • Tip - Ruskkonteinarir til trukkar • Spennireimar og lyftistroppar • Sleipikrókar til øll bilmerki! Lydia er fødd 16. juli 1920 á Heimbø í Søldarfirði. Foreldrini vóru Inga og Óla Jákup Olsen. Tey fingu sjey børn, fimm dreingir og tvær gentur, og var Lydia næst- elst í systkinaflokkinum. Lydia fekk tíðliga at sanna, at lívið ikki altíð bert var leikur og spæl. Tá ið hon var 9 ára gomul, misti hon mammu sína, sum doyði av tuberklum bert 32 ára gomul, sum tá í tíðini ikki var óvanlig deyðsorsøk. Ein mánaða seinni doyði mostirin, eisini av tuberkl- um, 19 ára gomul. Hetta gjørdi, at stór ábyrgd varð løgd á hennara herðar longu frá ungum árum av. Pápin, ið var bóndi, kom at sita einkjumaður við stórum barna- flokki bert 32 ára gamal. Tá sluppin »Immanuel« í 1932 gekk burtur við mann og mús, var Lydia 12 ára gomul. Henda synd- arliga vanlukkan, sum rakti Søld- arfjørð so hart, har so mong heim mistu mann og pápa, kom eisini at hava sína ávirkan á hana. Ímillum teir 10 úr Søldarfirði, sum við vóru, var hon nær í familju við teir flestu, ein var mammubeiggi, ein maður eina mostur og ein maður eina fastur hennara. Hesa truplu tíð, sum nógv er sagt frá og skriv- að um, kom hon ígjøgnum saman við hinum, við Guðs hjálp og góðum fólki, sum ikki fullu í fátt, men settu sítt álit á Harran Jesus. Hetta samanhald hevur sermerkt Søldarfjørð til henda dag. Í 1949 giftist Lydia inn til Norðragøtu við Hanus Hansen (Hanus hjá Sámali), har tey bygdu sær hús, sum tey fluttu inn í í 1952. Hanus baldist á sjónum alt sítt lív, hann var ein sannur inn- løgumaður. Tá hann mangan móð- ur og troyttur kom av skipi ella hevði verið á floti, og fiskarúgvan ella fuglateggjurnar vóru komnar í kjallaran, so var tað Lydia sum stillisliga og hegnisliga við at skrædla og royta, fekk alt til høld- ar. Hanus var yvir 70 ár tá hann legðist uppi. Hann doyði í 1991 – 75 ára gamal. Tey fingu 5 børn, 3 synir og 2 døtur. Ófør til hendurnar hevur Lydia altíð verið, og mong munnu pløggini vera, sum hon hevur virkað, bæði við seymimaskinuni og stokkunum. Teir nógvu jóla- kjólarnir, sum hon hevur seymað til ommudøturnar gjøgnum árini, hava á ongan hátt smæðst seg burtur ímillum aðrar nýmótans designaðar kjólar, og áhugavert hevur verið at sæð hvussu skjótt og lætt hon fær alt frá hondini, við síni róligu og stillisligu atferð. Hóast árini nú eru vorðin mong er Lydia enn í dag virkin við at binda tær snøggu og vælumtóktu mynstrutu føroysku troyggjurnar í ymiskum sniðum og mynstrum. Sjálvt um hon ikki hevur tann stóra skúlalærdómin, hevur hon stóran áhuga í bókmentum og lesnaði annars. Hennara vitan sæst eitt nú sera væl ígjøgnum tað, sum vit kanska kunnu kalla frítíðarítriv, nevniliga at loysa krossorðagátur. Ikki eru tað altíð tær lættastu hon velur sær, heldur tvørturímóti, og stuttligt er at síggja, hvussu væl tær verða útfyltar við einari serlig- ari hondskrift, eitt dømi um góðan røkjuskap. Góða Lydia, vit vilja á henda hátt takka tær fyri alt ígjøgnum farna tíð, og ynskja, at Harrin má geva tær mong góð ár afturat, og signa teg og tíni ríkliga. Hjartaliga tillukku. KíL Føðingardagsheilsan Lydia Hansen, Norðragøta 80 ár Jóan Petur Thomsen til minnis 27. februar 1946 - 17. juli 2000 Best sum sólin skínir Deyðin innum dyrnar trínir Hesar reglur úr kendum sálmi, komu framfyri meg, tá eg seint mána- kvøldið frætti, at boð høvdu verið eftir Jóan Peturi, bert 54 ára gamal. Jóan Petur fór helst eins og mong onnur inní tað nýggja ártúsundi við góðum treysti um góða og bjarta framtíð, men so bleiv ikki, nú árið var gott og væl hálvrunnið mátti ein ásanna, at her á fold varð ikki meira tíð til hansara. Jóan Petur var sonur tvey vælkend fólk úr Froðba, Elias og Marina Thomsen. Hann var giftur við Annlis úr Vági. Tey eiga fimm dreingir. Mangt liggur fjalt fyri framman og ikki mundi tað koma teimum nærm- astu til hugs, tá tey høvðu verið uttanlands í brúd- leypi hjá elsta soninum, at árið 2000 skuldi legna seg soleðis. Ikki er langt ímillum gleði og sorg. Jóan Petur er best kendur sum handverkari. Hetta bleiv hansara lívs- starv, og tá ið ein sigur handverkari, so er hetta í orðsins rætta týdningi. Hann varð tikin úr leik- um og víða kendur sum framúrskarandi til hend- urnar. Tað er ikki smá- vegis hann ímillum ár og dag hevur lagt úr hondum av dygdarhandverki. Eisini her í húsunum finnast prógv um hand- verk, tá ið tað er allar- best. Hetta verður stand- andi eftir hann sum ein varði. Ígjøgnum sítt lívsstarv kom Jóan Petur víða, kom at kenna nógv fólk. Hann var vælumtóktur, hesin friðaligi maðurin, ið ikki gjørdi nógvan háva úr sær sjálvum. Men tann, ið kom í prát við hann, legði skjótt til merkis, at hann var bæði vitugur og gløggur maður við sera góðum minni. Seinastu árini hevur Jóan Petur arbeitt fyri tað mesta í Havn. Tað byrjaði við einum arbeiði, men so skjótt hetta varð lið- ugt, varð hann biðin til tað næsta. Her í heimbygdini var Jóan Petur eisini virkin, bæði politiskt og innan fakfelagsarbeiði. Hann hevur havt álitissessir innan bæði hesi øki. Hann var tjóðveldis- maður, og var mangan flokkinum og felagnum hollur. Var nakað á vási, so kundi altíð roknast við eini hond frá honum. Suðuroyar Tjóðveldis- felag hevur góð minnir eftir hann, og fer at sakna Jóan Petur. Jóan Petur var ættkærur maður; hann tosaði ofta um synirnir og hvussu teimum visti við. Hann var fegin og ikki sørt stoltur, tá ið væl gekst í hond. Eitt er, at vit ið kendu Jóan Petur fara at sakna hann, men hetta er fyri onki at rokna afturímóti tann miss kona, børn og familja annars, hava verið fyri. Ein familja í fram- undan hevur fingið at smakka av lívsins beisk- leika. Ærað verið minni. Dan