Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. apríl 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. apríl 2018 · Nr. 40 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sjálvt um Javn­ að­ar­flokk­urin hev­ur mist tveir limir úr ting­ bólki­num síðan sein­asta val, so var breið semja á lands­ fundinum um at halda saman Árni Gregersen Glepsini komu av tal­a­r­stól­ i­num, tá ið fundarfólkið á lands­fundinum hjá Javnað­ ar­flokki­num slapp til orð­ anna, men millum tey mongu, sum høvdu valt at leia sær á fundin, tyktist semj­an um kósina vera rættu­liga góð. Glepsini vóru fyrst og fremst eftir teimum, sum í hes­um val­skeið­num hava valt heldur at ganga aðra kós, enn kósina, sum Javn­að­ar­ flokk­urin hevur valt. Uttan beinleiðis at vera nevnd í øllum við­merk­ing­ u­n­um, so vóru glepsini eft­ ir Kristin Michelsen, borg­ ar­stjóra á Tvøroyri, Sonju Jógva­ns­dóttir, tingkvinnu. og Heðin Mortrensen, ting­ manni. Hvørki Kristin Michelsen ella Sonja Jógvansdóttir vóru á limafundinum hjá Javn­að­ar­flokkinum, men tað var Heð­in Mortensen. Heðin Mortensen nýtti høvi til í sterkum orðum at siga, at hann hevur onga ætl­an um at ganga aðra kós enn hana, sum formaður floks­ins umboðar. Sjálvt um hann hevur skrivað undir eitt uppskot um at gera tunn­il til Fámjins saman við and­støðuni, so hevur hann ong­ar ætl­anir at atkvøða fyri einum slíkum uppskoti, utt­an so, at flokkurin ger tað eisini. Fyrrverandi borgarstjórin í Havn bedýraði eisini av røð­ ara­pallinum, at hann und­ ir ongum umstøðum fór at atkvøða øðrvísi enn flokk­ urin fer at gera. Heðin Mortensen segði eis­ini, at hann væl dugir at síggja, at formaðurin ikki hevur havt tað lætt í hes­um valskeiðnum, men segði sam­ stund­is, at hann er komin væl frá arbeiðnum og takk­ aði fyri eina góða for­mans­ frágreiðing. Óskikkiligi flokkurin At Heðin Mortensen, ting­ maður, kom við so greiðari meld­ing um, at hann ikki gong­ur egnar leiðir, hekk saman við, at hann helst hev­ur fingið ákoyringar frá javn­að­ar­fólki um uppskotið um tunn­il til Fámjins. Hilbert Elison, varalimur á tingi, sum hevur sitið nakr­ ar mánaðir í vetur, legði heldur ikki fingrarnar í­mill­ um, tá ið hann var á røð­ar­a­ pall­i­num. – Manglandi disiplin í flokk­i­num hoyrir ongastaðni heima. Vit verða uppfatað sum tann óskikkiligi flokk­ urin í samgonguni og tað hava vit ikki ráð til. Tað kann koma okkum aftur um brekku, segði Hilbert Elison. Hann vísti á tunnilsøðina, sum hevur tikið seg upp í sein­ast­uni og á fleiri onnur mál. – Hví skal eg fylgja kósini, sum flokkurin hevur sett, um onnur sleppa at spæla frí­spæl og bara hugsa um seg sjálvan, spurdi hann á fund­i­num. Sjálvt um hann við­gekk, at støð­ an politiskt er eitt sindur óviss beint nú, so var hann nøgdur við tað, sum sam­ gongan hevur fing­ið av skafti Árni Gregersen – Eg skal vera tann fyrsti at við­ganga, at politiska støðan í løt­uni er óviss. Vit megna í løtuni ikki at telja uppí 17 í øll­um málum. Aksel V. Johannesen, løg­maður og formaður í Javn­að­ar­flokkinum, var rættu­liga bersøgin í síni for­ mans­frágreiðing til lands­ fundin. – Tað er ein avbjóðing fyri minn­ilu­tasamgonguna, at Jav­n­að­arflokkurin ikki ­lon­ g­ur er inntaktur. Vit fingu eitt kanónval og átta ting­ limir. Tað restaðu bara fáa atkvøður í níggjunda man­ dat­ið. – Í ein dag høvdu vit eina meir­i­lutasamgongu við 17 ting­lim­um, nú eru bara 15 og vit í Javnaðarflokkinum kunnu - nú vit halda lands­ fund - bara garantera seks atkvøður í fleiri málum. – Hetta er ikki nøktandi fyri øll tey, ið settu sín kross við Javn­að­arflokkin síðsta val. Ei held­ur er tað nøktandi fyri meg sum formann í flokk­i­num. Vit hava sett orð á hesar avbjóðingar á lima­ fund­um kring landið, og vit eru longu í einari tilgongd inn­an­hýsis, so vit sleppa und­an at slíkt endurtekur seg, segði formaðurin í Javn­ að­ar­flokkinum á lands­fund­ i­num í Skálanum í Klaksvík. Formaðurin brúkti høvi at sam­an­bera føroyska dans­ in við politikkin hjá flokk­i­ num. Viðhvørt er tað sums tev­ið í dansinum – tvery fet fram og eitt aftur – men ring­ ur­in flytir seg til vinstru. Í røðuni kom formaðurin inn á tey mál, sum sam­gong­ an hevur avgreitt higartil í val­skeið­num. Hann vísti á fólka­til­flytingina og at fíggj­ ar­lógin nú hevur yvirskot held­ur enn undirskot. Eisini gjørdi hann vart við, at ongantíð fyrr hevur tal­ið á lønmóttakarum verið so stórt, sum nú. Løgmaður var eisini inni á við­ur­skiftini við Danmark og uttanríkispolitisku við­ur­ skit­ini hjá Føroyum – Tvær ferðir havi eg á fundi við danska for­sæt­is­ ráð­harr­an víst á, at neyðugt er við størri rásarúmi á utt­ an­rík­is­øk­inum. Í løtuni eru fleiri dømi um, at utt­an­ríkispolitiska lógin forð­ar okkum í at leggja ætl­ anir eftir okkara tørvi og tí er neyðugt at taka burtur av­mark­ingar í lógini. Eg havi góð­ar vónir um at hesar av­ bjóð­ingar verða loystar í sátt og semju. Formaðurin í Javn­að­ar­ flokkinum endaði røðuna við at tosa um samanhald: – Tað góða samfelagið skal røkjast. Og besti mát­ in er brúka gott gamalt før­ oyskt stev, í felag framá til vinstru. Men skal dansurin ganga væl, er neyðugt við góð­um stevi. Einum stevi har øll ganga sama veg. Sum flokkur er neyðugt hjá okkum at rætta ryggin. Standa saman. Stríðast sam­ an. Samhaldsfesti m fundarfólkini á Óviss støða men stór framstig eru – Í ein dag høvdu vit eina meir­i­lutasamgongu við 17 ting­lim­um, nú eru vit bara 15, og vit í Javnaðarflokkinum kunnu – nú vit halda lands­fund – bara garantera seks atkvøður í fleiri málum, segði Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins í røðu síni á landsfundinum í Klaksvík leygardagin