mánadagur 9. apríl 2018síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Fríggjadagur 9. apríl 2018 · Nr. 40
Fýra ár síðani tunnilin varð samtyktur
Hendan dagin fyri fýra árum síðani samtykti Løgtingið einmælt uppskotið um at stovna eitt
alment partafelag, sum skal byggja og reka Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnulin. Tunnlarnir
verða mettir at kosta góðar tvær milliardir krónur. Eysturoyartunnulin eina milliard og 50 milliónir
krónur, og Sandoyartunnulin verður mettur at kosta 860 milliónir krónur. Sambært uppskotinum
verður koyrandi bæði í Eysturoyartunlinum og Sandoyartunlinum í 2021. 10. apríl í 1980 var ÍSB,
Ítróttarsambandið teirra brekaðu, sett á stovn.
Frants Sune Hilmarson
Danielsen, andaðist á
Landssjúkrahúsinum
4. apríl, 59 ára gamal.
Helgi Mikal Mouritsen,
úr Sørvági, andaðist á
Landssjúkrahúsinum
5. apríl, 67 ára gamal.
Demmis Hansen,
Tórshavn, búsitandi á
Eiðrargarði 16, andaðist
á Landssjúkrahúsinum,
5. apríl, 63 ára gamal.
Mathias Lassen, ætt
aður úr Vági, andaðist
á Landssjúkrahúsinum
mikudagin 4. apríl,
77 ára gamal.
Helene Hansen, fødd
Tønnesen, ættað úr
Grønlandi, andaðist á
Landssjúkrahúsinum
týsdagin 3. apríl,
84 ára gomul.
Símun Abrahamsen,
fyrrverandi lærari,
ættaður úr Oyndafirði,
búsitandi í Snogebæk,
Bornholm, andaðist
týsdagin 3. apríl,
79 ára gamal.
Jógvan Háfjall, byggi
frøðingur, ættaður úr
Klaksvík, búðsitandi
í Kaldbak, andaðist á
Landssjúkrahúsinum
langafríggjadag,
70 ára gamal.
Martin Tórgarð, and
aðist á Tjarnargarði 31.
mars, 93 ára gamal.
Inger Bærentsen,
fødd Eliassen, ættað
av Tvøroyri, andaðist
langafríggjadag
90 ára gomul.
Carlo Petersen, úr
Havn, andaðist 1. apríl á
Suðuroyar Sjúkrahúsi,
76 ára gamal.
Sigmar Johannesen,
Lastbilførari, ættaður
úr Norðskála, andaðist
á Boðanesheiminum
langafríggjadag,
86 ára gamal.
Jógvan Joensen, vanliga
nevndur Jógvan hjá
Hergeir, stovnari av
Dantech, búsitandi
í Vedbæk, andaðist
5. apríl, 76 ára gam
al. Jógvan var son
ur Hergeir Joensen,
maskinmeistara, og
Edlu Joensen frá Vági.
Eyðna Joensen, Norðra
gøta, andaðist hósdagin,
28. mars, 68 ára gomul.
Óli Jacobsen,
fyrrverandi koyrilærari
fer til gravar úr
Vesturkirkjuni langa
fríggjadag klokkan 14.
Andlát
Símun Abrahamsen
Týsdagin 3.apríl and
aðist Símun Abraham
sen, lærari, 79 ára gamal
Símun Abrahamsen hevur
alt sítt arbeiðslív búð og ar
beitt á Bornholm. Hann var
ættaður úr Oyndarfirði,
sonur Hans Jakku Abraham
sen og Janu, ættað úr Eldu
vík.
Símun Abrahamsen var gift
ur við Sigrid. Tey vóru bæði
lærarar og fingu fýra børn
saman. Sonurin, Bjarne Abr
amsen, andaðist bert 49 ára
gamal fyri trimum vikum
síðani.
Símun Abrahamsen var
sera virkin millum føroying
ar sum búgva og hava búð á
Bornholm og hann og konan
tók sær væl av føroyskum
ungum fólkum, sum vóru á
Dueodde Efterskole.
Búi K. Petersen vart ph.d.-ritgerð
Mikudagin í síðstu viku vardi
Búi K. Petersen ph.d.-ritgerð
sína á Memorial University í
St. John’s, Nýfundlandi.
Hann
hevur
granskað
og skrivað um mekanismur
í
arbeiðsmarknaðarsam
ráðingum bæði ítøkiliga í
Føroyum og meira teoret
iskt. Tað skrivar Gransking
arráðið í dag.
Heitið á ritgerðini er
“Structure and Agency in
Bargaining: Practice, Rout
ines, Truce, and Individual
Differences”.
– Eg kannaði samráðingar
í Føroyum í 2015 og 2016, alt
so áðrenn seinastu rembing
arnar. Ein av niðurstøðunum
var, at rutinan í samráðing
unum, har ein fastlagdur
lønarkarmur var ein av
høvuðstættunum, gav ein
stóran stabilitet, tvs. frið á
arbeiðsmarkaðinum.
Men
samstundis
minkaði
tað
munandi um fleksibilitetin
og gjørdi tað m.a. næstan
ómøguligt at gera tillagingar
í
lønarmuni.
Ritgerðin
kundi næstan síggja fyri
sær ófriðin á føroyska ar
beiðsmarknaðinum seinasta
árið, sigur Búi K. Petersen
sambært
Granskingarráð
num.
– Nógv av hesum ikki er
nýtt fyri tey, sum fáast við
samráðingar í Føroyum. Eg
havi so lýst og greinað hetta
teoretiskt. Tú kanst siga, at
eg brúki føroyska arbeiðs
marknaðarsamráðingar sum
dømi til at menna ein nýggj
an sosiologiskan vinkul uppá
samráðingarteori,
sigur
hann.
Í metingarnevndini vóru
Dr. Vern Glaser, University
of Alberta, uttanhýsis met
ari og Dr. Thomas Cooper
og Dr. Jianyun Tang, Mem
orial
University,
innan
hýsis metarar. Í vegleiðing
arnevndini vóru Dr. Natalie
Slawinski og Dr. Gordon
Cooke, bæði vegleiðarar, um
framt Dr. Dianne Ford og Dr.
Amy Warren, øll frá Memori
al University.
NØVN
Send hugskot, myndir, greinar
ella annað til novn@sos.fo
Sigmar Johannesen
Langafríggjadag andað
ist Sigmar Johannesen
í Havn, 86 ára gamal
Langafríggjadag
andaðist
Sigmar Johannesen í Havn,
86 ára gamal.
Sigmar var føddur við
Norðskála og var yngstur av
sjey systkjum, foreldur hans
ara vóru Elsa, f. Joensen, frá
Norðskála, og Johannes Jo
hannesen úr Tjørnuvík.
Eftir sjey ára skúlagongd
fór Sigmar til skips. Tey
fyrstu árini sigldi hann við
sluppum og var m.a. við
Westvard Hoo, sum mammu
beiggin Marius førdi. Seinni
fór hann til Íslands, har
sigldi við trolara.
Men eftir nøkur ár sjón
um avgjørdi Sigmar at fáa
sær arbeiði á landi. Fyrstu
árini arbeiddi hann hjá P/F
Thomas Dam. Seinni fór
hann at koyra buss hjá Óla
Arge (Bil Óla). Sum tíðarnar
batnaðu í 60-unum, avgjørdi
Sigmar at keypa sær ein last
bil, og varð hetta hansara
lívsstarv. Hann arbeiddi fleiri
ár hjá E. Pihl & Søn við sín
um egna lastbili. Hann var
sera røkin og hevði altíð væl
hildnar bilar.
Sigmar var giftur Emmu f,
Viderø, úr Havn, dóttir Birg
itte f. Joensen, vanliga nevnd
Birtha, og Niels Johannes
Viderø, bæði av Viðareiði og
búsettust í Havn. Sigmar og
Emma fingu sonin Birgir,
ið er giftur við Agnieszku
úr Pólandi, og eiga tey tvey
børn: Emmu og David Sig
mar. Sigmar var langabbi til
Maju Rebekku.
Seinastu árini var Sigmar
á Boðanesheiminum. Hann
fór til gravar frá Adventista
kirkjuni týsdagin 3. apríl.
Eyðna Joensen
Eyðna Joensen, Norða
gøtu, andaðist hósdagin
28.mars, 68 ára gomul
Eyðna Joensen, Norðagøtu,
andaðist hósdagin 28.mars,
68 ára gomul.
Eyðna Joensen var ættað
úr Søldarfirði, dóttir Alfred
Olsen í Grund og Sofíu Olsen
Eydna Joensen var gift
við Jákup Andrias, Dias,
Joensen,
úr
Gøtu.
Tey
eiga tveir synir, Sámal og
Sunvard.