mánadagur 9. apríl 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. apríl 2018 · Nr. 40
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Fríggjadagin varð flutnings
fyritøkan OCD í Saltangará,
sum er frá 1949 og sum sein
astu 20 árini hevur koyrt
fyri Smyri Line, seld til
Smyril Line Cargo.
Hjá OCD starvast 18 fólk
fast, og tey verða øll søgd
úr starvi, men verða sam
stundis boðin nýtt starv hjá
Smyril Line.
Tryggari virðisketa
Við at keypa OCD, fær
Smyril Line tryggja, at fyri
tøkan framhaldandi hevur
tamarhald á stórum parti
av virðisketuni og soleiðis
tryggja, at kundin fram
haldandi fær somu góðu
tænastu, sum OCD er kent
fyri at veita.
-
Við
yvirtøkuni
fer
Smyril Line framyvir at
miðsavna koyringina, bæði
í Føroyum og Íslandi, sam
stundis sum farið verður
undir at styrkja samstarvið
millum OCD og Smyril Line
enn meira.
Tað sigur Rúni Vang
Poulsen, stjóri í Smyril Line.
Hann leggur aftrat, at
yvirtøkan av OCD er ein
lutur í strembanini hjá felag
num framhaldandi at vera
fyritrekti flutningsveitarin
í Norðuratlantshavinum.
Sami stjóri í OCD
Símun Danielsen, sum í
fleiri ár hevur staðið á odda
fyri flutningsfyritøkuni í
Saltangará, heldur fram sum
stjóri í OCD.
Handilin
millum
OCD
og
Smyril
Line
Cargo er treytaður av, at
Kappingareftirlitið
góð
kennir hann.
- Yvirtøkan av OCD er ein lutur í stremban okkara eftir framhaldandi at vera fyritrekti
flutningsveitarin í Norðuratlantshavi, sigur stjórin í Smyril Line, Rúni Vang Poulsen
Smyril Line fremst
í Norðuratlantshavi
HUGNAKVØLD: Felags hugnakvøld fyri
sjómanskvinnuringarnar í Leirvík, Fuglafirði, Oyndarfirði,
Hellunum og Gøtu verður í kirkjukjallaranum við Gøtugjógv í
kvøld klokkan 19.30. Sjómanstrúboðarin verður við og fer við
orðum og myndum at greiða frá arbeiðnum í langfarasigling.
Vilmund Jacobsen
Í løtuni eru fimm føroysk
ísfiskalínuskip til fiskiskap
í íslendskum sjógvi, og á
Fiskamarknaði
Føroya
vænta tey í dag, at trý av
hesum skipum helst koma
heim at landa hesa vikuna.
-
Skipini
hava
eina
blanding av toski, hýsu,
longu og brosmu.
Fleiri ísfiskalínuskip eru
til fiskiskap í føroyskum
sjógvi.
Tey
flestu
eru
vestan fyri, og tvey eru
sunnanfyri.
- Línuskipini, sum fiska í
føroyskum sjógvi, fáa mest
av toski, hýsu, longu og
nakað av brosmu.
Væntandi koma nøkur
av skipunum, sum eru
undir Føroyum, inn at
landa hesa vikuna.
Tvey
frystilínuskip
eru eisini til fiskiskap í
føroyskum sjógvi.
Á Fiskamarknaði Føroya
halda tey, at útlitini til
útróður hesa vikuna eru
góð. Streymurin verður
góður, og veðrið verður
eisini gott.
- Vit vænta mest av toski
og so nakað av hýsu frá
útróðrarbátunum, verður
lagt aftrat.
Mikukvøldið 11.
apríl klokkan 19 verður
almenn móttøka í
Bygdarhúsinum við Gjógv,
tá Asfinn Sigvardsen letur
úr hondum stóra arbeiðið
at savna og skráseta
bøstykkini í bygdini.
Lat teg í
skógvar
Vilmund Jacobsen
Tað skal ikki altíð so
nógv til fyri at røra seg.
- Lat teg í skógvarnar
og kom við ein túr.
Soleiðis ljóðar
áheitanin hjá
Krabbameinsfelagnum,
sum á summarmála
- leygardagin 14. apríl -
skipar fyri gongutúrum
ymsastaðni kring landið.
Summarmáladagur er eitt
gott høvi hjá fólki at fara
út í náttúruna aftur eftir
kaldan og myrkan vetur.
- Rørsla er umráðandi,
eisini í sambandi við
krabbameinssjúku, bæði
likamliga og sálarliga, og
rørsla bøtir um útlitini
fyri at fáa heilsuna aftur.
Gongutúrarnir, sum
Krabbameinsfelagið
skipar fyri, eru
lættir túrar, so øll
kunnu vera við.
- Tað einasta, tú skal
gera, er at møta upp,
sigur felagið.
Góð útlit til útróður
- Við yvirtøkuni av OCD Smyril Line framyvir at miðsavna koyringina, bæði í Føroyum og Íslandi, sigur stjórin í Smyril Line, Rúni Vang Poulsen
Myndina eigur Reklamuprent
Alt bendir á, at veðrið verður gott hesa
vikuna, og streymurin verður góður