Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. apríl 2018síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 9. apríl 2018 · Nr. 40 Vilmund Jacobsen Mikudagin 18. apríl verður tiltakið ”Greið frá tínum yrki” í Klaksvík, og tað verða handverkarar og yrkislærd annars, sum fara at greiða næmingum í 8. flokki frá sínum yrki. Tað er Føroya Hand­verks­ meistarafelag og Meistara­ felagið í Klaksvík, sum hava tikið stig til at seta tiltakið upp. Hetta verður gjørt í samstarvi við Ferða­vinnu­ felag­ið, Handilsvinnufelagið, Yrkis­depilin og Skúlatrøð. ”Greið frá tínum yrki” er tiltak, har handverkarar og yrkislærd eitt nú greiða næm­ingum frá, hvussu tað er at vera í læru og um teir mongu møguleikar, sum teirra útbúgving hevur givið teimum, siga tey í Vinnu­ húsinum. Roynt áður Áður hevur tiltakið verið roynt í Havn, har tað varð fyriskipað av Føroya Hand­ verks­meistarafelag, Havnar Handverksmeistarafelag, Handilsvinnufelagnum, Ferða­vinnufelagnum og KT-felagnum í samstarv við Yrkis­depilin og Tórshavnar kommunu. Tiltakið hesaferð verður sum nevnt hin 18. apríl, sum er mikudagin í næstu viku. Vilmund Jacobsen Tað eru bara fýra par­ trolarapør úti á vanligari botn­fiskaveiði í løtuni, og hesi skipini koma helst øll inn at landa hesa vikuna. Trý partrolarapør, sum van­liga plaga at veiða gull­ laks í vertíðini, sum nú er byrjað, eru ikki longur á upsaveiði. Skipini, sum longu hava gjørt fyrsta túri­n, hava latið væl av. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at bert ein djúp­vatnstrolari er til fiski­skap. Hann er nýliga byrj­aður túr og kemur tí neyvan inn at landa hesa vikuna. Fríggjadagin lógu allir teir smáu trolbátarnir við bryggju, men teir fóru ætlandi út aftur um viku­ skiftið. - Fiskiskapurin hjá trol­ bát­unum hevur verið sera góð­ur. Meginparturin av veið­ini er toskur bátarnir, og síðan er eitt sløð av upsa, hýsu og eitt sindur av flat­ fiski. Væntandi er, at øll fýra skipini, sum fiska svart­ kalva, koma inn at landa hesa vikuna. - Eitt garnaskip fiskar hav­tasku, og í løtuni royn­ ist bæði svartkalva-og hav­ tasku­veiðan rímiliga væl, verður lagt aftrat. Trolbátarnir fáa nógvan fisk og teir, sum veiða gulllaks við troli og svartkalva og havtasku við gørnum, lata eisini rímiliga væl at Eysturkommuna setur nú umhvørvi á breddan, og í fyrstu atløgu verður farið í gongd við at burturbeina órudd á almennum øki. FREIST: Freistin at viðmerkja bústaðarpolitikkin fyri Tórshavnar kommunu er í morgin, 10. apríl. Ein kassi stendur í Snarskivuni, har til ber at stinga viðmerkingarnar í. Lesið annars á www. torshavn.fo um aðrar møguleikar at viðmerkja - Kemur ikki óvart á meg - Hetta er besta samdøgur í 48 ára søguni hjá reiðarínum. Tað sigur 77 ára gamli eigarin og reiðarin, Osmund Justinussen.  Í samrøðu við Facebook- síðuna hjá Føroysku Sjómansmissiónini sipar garvaði leirvíkingurin til, at allir teir smáu trolbátarnir í seinastu viku fingu upp í lastina eftir umleið einum samdøgri. - Tað er ikki hent áður. Allir bátarnir royndu í I-kassanum norðan fyri, sum læt upp á midnátt sunnukvøldið 1. apríl. Osmund Justinussen vísir á, at undanfarin ár hevur einki rok verið í I-kassanum, hóast hann hevði verið stongdur leingi. - Hetta er El Niño fiskur og er ein beinleiðis ávirkan av veðurfyribrigdinum El Niño. Sjógvurin hevur í áravís verið uppi á 9-10,5 hitastigum, og tað er ov heitt. Nú hevur ávirkanin av El Niño trýst hitan niður á umleið seks hitastig, og tað er gott fyri fiskin og sostatt fyri fiskiskapin, sigur hann sannførdur. Toskurin, sum trolbátarnir hava fingið seinastu tíðina, er bæði feitur og góður. - Nú hevur hann gýtt, so nú verður hann rakari eina tíð. Tá Osmund Justinussen verður spurdur, um tað ikki er lætt at profetera aftur eftir, hyggur hann spentur upp og sigur: - Eg segði hetta longu í fjør, um ikki fyrr. Hetta kemur ikki óvart á meg. Eg skal ikki gera meg til profet, men eg vænti, at fiskiskapurin fer at vera góður tey næstu 2-3 árini, kanska longri. Fyrstur inni aftur á Leirvík eftir roktúr var Jens Leon, sum hevði 711 kassar, harav hann fekk 600 kassar í eitt samdøgur. Síðan kom Búgvin, sum hevði 555 kassar og Sigatindur, sum hevði 650 kassar. Hóast hugurin var at fara avstað aftur beinanvegin, var orkan hjá manningunum ikki til tað. Teir høvdu ikki blundað síðsta góða samdøgnið, og tískil ætlaðu teir at hvíla seg, áðrenn lagt varð til brots aftur morgunin eftir. - Vit hava arbeitt út í eitt, síðan vit byrjaðu fiskiskapin og hava bara etið tvær frikadellur, síðan vit fóru, segði ein av manningini á Sigatindi skemtandi við sjómanstrúboðaran. Fiskiskapurin roynist Handverkarar og yrkislærd greiða frá yrkisroyndum Tiltakið, sum áður hevur verið fyriskipað í Havn, verður nú í Klaksvík