Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. apríl 2018síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 9. apríl 2018 · Nr. 40 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTTSØGD Føroyski vongleikarin á danska landsliðnum spældi framúr í landsdysti ímóti Noregi. Her heima hevur eisini verið hondbóltur, og har snávaðu oddaliðini í FTZ-deildini Pætur Albinus FLOGBÓLTUR Nakrir av seinastu dystunum í meistaradeildini hjá monnum vórðu spældir leygardagin. Heima í Gundadalshøllini vann Fleyr 3-2-sigur ímóti Mjølnir. Settúrslitini vóru 23-25, 25-20, 23- 25, 25-20, 15-8. Oddaliðið, ÍF, vann somuleiðis 3-0. Hetta var ein kravsigur ímóti botnliðnum, SÍ. Settúrslitini har vóru 25-11, 25-14, 25-20. Tað vera ÍF og Mjølnir, sum hittast í FM-finalunum hóskvøldið og leygardagin. Ein forsmakkur upp á ta finaluna verður annars í kvøld, tá ið júst ÍF og Mjølnir hittast í seinasta dystinum í landskappingini. Hesin dysturin verður á Kambsdali kl.19.00. Tríggir teir seinastu dystirnir í meistaradeildini hjá kvinnum hava eisini verið hetta vikuskiftið. Hetta var leygardagin, har Dráttur og KÍF dystaðust í einum tøttum gysara á Giljanesi, har heimaliðið, Dráttur, dró longra stráðið og vann 3-2 eftir settúrslitini 13-25, 26-24, 25-20, 25-25, 15-10. Oddaliðið, Fleyr, vann greiðan sigur suðuri í Trongisvági ímóti TB. Úrslitið var 3-0, settúrslitini vóru 25-16, 25-11, 25-14. Seinasti dysturin var ímillum SÍ og Mjølnir, og hendan dystin vann SÍ 3-2. Tað verða Fleyr og KÍF, sum skulu spæla í FM-finalunum hóskvøldið og leygardagin, meðan Dráttur hevur tryggjað sær bronsuna. HONDBÓLTUR Tríggir dystir hava verið í FTZ-deildini hjá monnum um vikuskiftið, og yvirskriftin hesaferð man vera tann, at bæði oddaliðini, Neistin og H71, snávaðu. Neistin var á vitjan hjá VÍF í Vestmanna, og har vann heimaliðið 32-27 eftir at hava verið á odda 12-11 í hálvleikssteðginum. Fyri VÍF skutu Bjarti Hansen og Jón Müller sjey mál í part, meðan Høgni Zachariassen var toppskjútti hjá Neistanum við seks málum. H71 var á vitjan í Kollafirði hjá KÍF, og hóast teir vóru á odda 12-10 í hálvleikssteðginum, so fekk KÍF vent gongdini og tryggjaði sær eitt stig umvegis 22-22-javnleik. Hans Eli Sigurbjørnsson skeyt heili 11 mál fyri KÍF, meðan donsku Mark Lausen-Marcher og Peter Krogh skutu fimm mál í part fyri H71. Botndystur var á Strondum, har StÍF hevði vitjan av Team Klaksvík. StÍF legði betur fyri og var á odda 9-3 eitt skifti í fyrra hálvleiki, men klaksvíkingar stríddu seg væl innaftur í dystin og vóru aftanfyri við trimum, nevniliga 16-13, í hálvleikssteðginum. Team Klaksvík var heldur ikki langt frá at fáa stig við sær, men teir taptu tepurt 27- 26. Sámal á Tjaldrafløtti og Ludvík Súnason vóru toppskjúttar hjá Team Klaksvík við níggju málum í part, meðan Allan Norðberg fekk átta mál fyri strandingar. Tað hevur verið fult umfar í Hvonndeildini hetta vikuskiftið, har oddaliðið, VÍF, ongan iva lat vera um hví tær eru oddalið, tá ið tær í gjár góvu neistakvinnum ein ordans vals við at vinna 32-20 heima í Vestmanna. Hálvleiksstøðan var 18-9 til heimaliðið, sum hevði Duritu C. Jojic sum topppskjútta við níggju málum, meðan Eir Martinsdóttir Berg skeyt fimm mál fyri Neistan. Bronsuvinnararnir úr Vági, VB, vunnu kravsigur, tá ið tær vóru á vitjan hjá StÍF. Tað var annars rættiliga tætt í fyrra hálvleiki, har VB einans var á odda við einum, nevniliga 12-11, men í seinna hálvleiki rann VB undan og vann ruddiligt 27-17. Hjá vágskvinnum var danska Agnes K. Fallesen besti málskjútti við níggju málum, meðan Karina Høgnesen skeyt fýra mál fyri StÍF. Triði dysturin í Hvonndeildini var í Klaksvík, har tað var dystur í niðara enda av stigatalvuni ímillum Stjørnuna og H71. Stjørnan hevði tepra leiðslu allan dystin, og eftir hálvleiksstøðuna 13-11 endaði dysturin við 23-21-sigri til Stjørnuna, ið harvið staðfesti fimta plássið í Hvonndeildini. Hjá teimum var Tóra Eliassen toppskjútti við seks málum, meðan toppskjútti hjá H71 var toppskjúttin í Hvonndeildini, Maria Halsdóttir Weyhe. Hon skeyt níggju mál. Eitt umfar er eftir at spæla í Hvonndeildini, men har broytist einki – VÍF og Kyndil fara í finaluna, meðan VB vinnur bronsu. Føroyski vongurin á danska landsliðnum í hondbólti, Jóhan á Plógv Hansen, spældi ein frálíkan dyst, tá ið Danmark í gjár vann 33- 23 ímóti Noregi í Golden League- kappingini, sum hevur verið spæld í Noregi seinastu dagarnar. Føroyski høgri vongurin spældi fyrra hálvleik í hesum dystinum, har nógvir ymiskir leikarar sluppu at royna seg, og hann útmerkaði seg við at gerast toppskjútti í dystinum. Hann skeyt fimm mál, og nøkur teirra vóru vøkur og úr spískum. Danmark vann kappingina. SVIMJING Signhild Joensen úr Ægir setti leygardagin nýtt føroyskt met í 100 metra ryggsvimjing, tá ið hon svam teinin upp á 1:03.34. Tað skrivar heimasíðan svimjing.com. Tað var á SuSvim-stevnuni, sum var í Páls Høll í Vági um vikuskiftið, at svimjarin úr Klaksvík megnaði at seta nýtt met á teininum. Tað er ikki óvæntað, at Signhild Joensen megnaði at taka metið, tí frammanundan átti hon sjálv metið, ið var 1:03.38, og bleiv sett á Danish Open-stevnuni í fjør. Jóhan var toppskjútti hjá Danmark