Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. apríl 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. apríl 2018 · Nr. 40 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Tað er munur á málskjótingini, tá ið tað verður spælt í næstbestu heldur enn í bestu fótbóltsdeildini. Tað var vikuskiftið aftur dømi um: Í bestu deildini var samantalda máltalið í teimum fimm dystunum fimtan, sum er annað av tveimum teimum málríkastu umførunum higartil. Málríkasta umfarið higartil – saman við tí hetta vikuskiftið - var tað fyrsta, tá ið samantalda máltalið var fimtan. Í næsta umfari vórðu skorað níggju mál, í triðja umfari var máltalið ellivu, og í fjórða umfari, sum var leygarkvøldið og í gjár, vórðu tað aftur skorað fimtan mál. Í næstbestu deildini er tað styttri millum málini. Í fimta umfari, sum var leygardagin, vóru skorað 26 mál. Í fjórða umfari vóru málini fimtan í tali, í triðja umfari vóru tey átjan, í øðrum umfari var máltalið 26, og í fyrsta umfari vórðu skorað tjúgu mál. Størsta skrædlið hesa ferð var í Gundadali, har HB vann 6-1 ímóti Suðringum. Tá ið ein tími var farin, var støðan 1-1. Hetta er ikki fyrsta ferðin, at tað síðstu løtuna er skrædnað hjá Suðringum, sum ikki tykjast at vera í somu venjingarstøðu, sum teir eru í fleiri av hinum liðunum. Eisini ÍF vann stórsigur – 5-1 – á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá Skála. Uppflytingin Saman við ÍF er B68 einasta boðið upp á lið, sum í veruleikanum hava møguleika at flyta upp. Á pappírinum hava Giza Hoyvík og B71 eisini møguleika at flyta upp. Hóast kappingin bara er fimm umfør gomul, so tykist leikluturin hjá hesum báðum liðunum at vera horvin, tá ið dagsskráin er uppflyting. B68 hevði leygardagin vitjan av Giza Hoyvík. Tølini siga, at tað var eingin munur á liðunum. B68 vann 3-2. Hetta var triðja umfarið á rað, at toftamenn vunnu við einum máli á heimavølli. Spenningurin um stigabýtið var tó avmarkaður, tí tað var ikki fyrr enn í síðsta minutti, at Giza Hoyvík minkaði um munin til 3-2. Trongin í toppinum Næstbestu liðini hjá KÍ og NSÍ eru væl fyri. Tey vunnu aftur hesa ferð týdningarmiklar sigrar. KÍ vann sannførandi heimasigur ímóti B71, og NSÍ vann grannauppgerðina í Gøtu 2-1. Næstbesta liðið hjá Víkingum plagar at eiga heimavøll í Leirvík, men tað er framvegis so mikið av kava uppi á Brekku, at tað ikki ber til at spæla har. Tí verða dystirnir hjá næstbestu víkingunum fyribils spældir í Sarpugerði. Í løtuni sær tað út til, at teir næstbestu hjá KÍ og NSÍ kunnu fara at verða boysnir hjá B68 og ÍF at fáa fatur á. Um uppflyting skal røkkast, so er fyrsta kravið, at liðið, sum er møguligur uppflytari, ikki endar aftanfyri nummar trý. Í fjør var tað bara AB, sum flutti upp. Argjamenn vunnu fyrstu deild, og á tveimum teimum næstu plássunum vóru Víkingur og KÍ, sum ikki høvdu møguleika at flyta upp. B68 endaði á fjórða plássi, og tað var ikki nóg mikið fyri at flyta upp. Árið í fjør var tað fyrsta, síðani henda skipanin varð fingin í lag, at tað bara var eitt lið, sum flutti upp. Tað er møguleiki fyri, at bæði B68 og ÍF fara at flyta upp í ár. Soleiðis verður tað, um hesi bæði vinna heiðursmerki. Tað er eisini møguleiki fyri, at annað av hesum liðunum fer at flyta upp, og so er tað eisini møguleiki fyri, at talan als ikki verður um uppflyting úr næstbestu deildini og harvið niðurflyting úr bestu deildini. Soleiðis verður tað, um trý tey fremstu feløgini longu eiga umboðan í bestu deildini. Dystirnir hjá B68 og ÍF ímóti teimum næstbestu hjá KÍ, NSÍ, Víkingi og kanska HB eru í hesum sambandi lyklauppgerðir. Í sætta umfari, sum verður leygardagin 14. apríl – á summarmála – sær skráin soleiðis út: Víkingur – B71, NSÍ – Skála, Giza Hoyvík – KÍ, HB – B68 og Suðringar – ÍF. KÍ – B71 4-1 (2-1) 1-0: Dávid Langgaard 18. 2-0: Dávid Langgaard 30. 2-1: Símin Hansen 41. 3-1: Dávid á Roykheyggi 85. 4-1: Jóhan Waag Høgnesen 93. Víkingur – NSÍ 1-2 (0-2) 0-1: Øssur Dalbúð 16. 0-2: Øssur Dalbúð 40. 1-2: sjálvmál 49. B68 – Giza Hoyvík 3-2 (2-1) 1-0: Niklas Joensen 10. 1-1: Tór av Skarði 14. 2-1: sjálvmál 23. 3-1: Sveinur Justinussen 53. 3-2: Óli Hansen 90. Skála – ÍF 1-5 (1-2) 0-1: Jan Ó. Ellingsgaard 8. 0-2: Frank Poulsen 19. 1-2: Jóhan B. Johansen br 36. 1-3: Dávnjal á Lakjuni 59. 1-4: Dion Splidt 64. 1-5: Poul Nolsøe Mikkelsen 93. HB – Suðringar 6-1 (1-0) 1-0: Jógvan Skeel Nolsøe 37. 1-1: Poul Ingason 53. 2-1: Aron Clementsen 61. 3-1: Rói av Fløtum 64. 4-1: Heri H. Mohr 72. 5-1: Rói av Fløtum 79. 6-1: Jógvan Skeel Nolsøe 80. Máltindurin Dánjal á Lakjuni ÍF 4 Dávid Langgaard KÍ 4 Hans Marius Davidsen NSÍ 4 Jóhan B. Johansen Skála 4 Magnus Heinason Víkingur 4 1. deild menn støðan NR. LIÐ DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT + MÁL - MÁL +/- STIG 1 KÍ II 5 4 1 0 19 5 +14 13 2 NSÍ II 5 4 1 0 13 7 +6 13 3 B68 5 4 0 1 16 9 +7 12 4 ÍF 5 3 1 1 15 7 +8 10 5 Víkingur II 5 3 0 2 11 10 +1 9 6 HB II 5 2 0 3 9 6 +3 6 7 Skála II 5 1 0 4 8 11 -3 3 8 B71 5 1 0 4 7 13 -6 3 9 Giza Hoyvík 5 0 2 3 5 9 -4 2 10 TB/FCS/Royn II 5 0 1 4 2 28 -26 1 26 mál vóru skorað, tá ið fimta umfar í næstbestu deildini var á skrá leygardagin STÓR MÁL­ VEITSLA VAR LEYGARDAGIN