mánadagur 9. apríl 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 9. apríl 2018 · Nr. 40
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Karstin Hansen (Skála)
Skálamenn vunnu 3-0 á TB/FCS/Royn, men eina løtu í
seinna hálvleiki stendur nógv á, tá gestirnir ætla sær stig,
men Karstin Hansen bjargar.
Jóhan Troest Davidsen (NSÍ)
Hevði ikki so nógv at gera, men skipaði NSÍ liðið væl, hótti
í deyðbóltsstøðum og fekk
Brian Jacobsen (Skála)
Dagsins maður á Skála, tá skálamenn vunnu 3-0 á TB/
FCS/Royn. Skoraði tvey mál og átti lut í triðja málinum.
“Kanska heitasti maðurin í føroyskum fótbólti”, sigur
venjarin
Odmar Færø (B36)
Hóast B36 tapti, so komu málini upp á
fríspark. Í opnum spæli kom Víkingur í
nakrar góðar støður, men hvørja ferð kom
Odmar Færø í vegin.
Hans Jákup Lervig (Víkingur)
Fær ungdómskortið hesaferð. Var
eyðsýndur í sigrinum á B36, har hann
spældi ein orkuríkan dyst, men enn
manglar at umseta góðu støðurnar til
góð innlegg
Árni Frederiksberg (NSÍ)
Skoraði upp á beinleiðis horna,
leggur upp til eitt mál og eigur lut í
triðja málinum. Árni Frederiksberg
tykist væl fyri í løtuni
Tróndur Jensen (HB)
Átti sín lut í sigrinum á EB/Streymi, har hann
tykist njóta gott at nýggja venjaranum. “Hann var
allastaðni” verður sagt av Eiði
Heðin Hansen (Víkingur)
Var helst mest eyðsýndi spælarin hjá Víkingi,
har hann gjørdi sín part í bæði verju og
álopsstøðu
Teit Jacobsen (HB)
EB/Streymur fekk fýra gul kort í royndini at
steðga Teit Jacobsen, sum aftur var sjónligur í
álopinum hjá HB
Adrian Cascaval (Víkingur)
Maðurin øll tosa um nú. Skoraði tvey framúr
frísparksmál, sum avgjørdu dystin móti B36.
Spældi ikki sum ein dreymur, men kanska hetta
gevur honum sjálvsálit
Jóannes Bjartalíð (KÍ)
Skorarði hattrik móti AB og er tá sjálvskrivaður á
liðnum hesa vikuna. Hann hevur verið nakað óstøðugur
við málskjótingini, men fýra mál ger hann nú til
toppskjútta saman við Meinhardi E. Olsen.
Eyðun Klakstein (Skála)
Skála vinnur 3-0 á TB/FCS/Royn og liggur nú á fimta
plássi, eftir tveir sigar á til samans 5-0. Stóra royndin
verður komandi trý umførini, tá mótstøðan er HB, KÍ
og NSÍ.
Liðið hesa vikuna:
Tróndur Arge
Fyri fjórðu ferð í ár, er “Liðið
hesa vikuna” sett. Tað er fleiri
málskjúttar
og
fleiri
upplegg
á liðnum hesa vikuna. Brian
Jakobsen spældi seg á liðið, tá
Skála vann 3-0 á TB/FCS/Royn.
Hann skoraði tvey mál og var við í
uppspælinum til triðja málið.
Hann er í álopinum saman við
Teit Jacobsen og Jóannes Bjatalíð.
Sundalagsmenn fingu ikki færri
enn fýra gul kort, fyri at fella Teit
Jacobsen, meðan Jóannes Bjartalíð
er sjálvskrivaður við sínum hattriki
móti AB.
Tað var ivamál um málverjan,
har Karstin Hansen og Teitur
M.
Gestsson
vóru
millum
valmøguleikarnar. Kartin Hansen
hevur munin hesaferð, eftir at
hann stóð væl avgerandi løtuna, tá
suðuroyingar trýstu mest.
Í verjuni er aftur talan um eina
miðverju við trimum spælarum.
Adrian Cascaval og hansara tvey
mál eru við, meðan Jóhan Troest
Davidsen fær eitt heldur bíligt
pláss, tí 07 Vestur hótti sum ikki
serliga nógv í Runavík, men mál
telja altíð upp. Triði maðurin er
Odmar Færø, sum stóð sterkur
í myndini í Sarpugerði, hóast
B36 tapti 2-1. Her kann nevnast,
at málini komu upp á beinleiðis
fríspark.
Á miðjuni er pláss fyri fýra
spælarum, sum allir vunnu sínar
dystir. Her kemur ungdómskortið
í spæl, tí avrikið hjá Hans Jákup
Lervig var orkuríkt og gott í móti
móti B36.
Venjarin hesa vikuna er Eyðun
Klakstein, sum nú hevur fingið
seks stig við samlaðu málúrtøkuni
5-0 seinastu tveir dystirnar.
trondur@sosialurin.fo
So er “Liðið hesa vikuna” sett á fjórða sinni. Onkrir nýggir mans eru við, meðan aðrir ganga aftur. Ein
spælari, sum hevur útmerkað seg í seinastuni er Brian Jakobsen, sum skoraði tvær ferðir fyri Skála
ÚT Í KAVAN AT SPÆLA
Hendan heldur margháttliga hendingin fór fram, tá Jónas Tór Næs (B36) og Philip Djordjevic
(Víkingur) dystaðust um bóltin í Gøtu í gjár. Teir endaðu báðir í kavanum!
Myndin hesa vikuna: