mánadagur 9. apríl 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. apríl 2018 · Nr. 40
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Tað skal gravast djúpt og leingi fyri
at finna paralell til gongdina hjá KÍ,
sum hon hevur verið higartil í ár.
Í gjár vunnu klaksvíkingar
fyrsta heimadystin. Tað var ímóti
AB, og úrslitið var 3-1. Harvið sigur
stigatalvan, at úrtøkan eftir fýra
umfør er tólv stig. Tað eru 49 ár
síðani, at tað hevur hilnast so væl
hjá teimum bláu og hvítu. Tað var í
1969, ella tá ið 66 liðið var upp á tað
besta.
Í 1969 vann KÍ ikki bara tær
fyrstu fýra ferðirnar. Tað vóru
fimm lið í meistaradeildini, og
kappingin fevndi harvið um átta
umfør. Jógvan Klakkstein, Karl
Gudmund
Henriksen,
Ólavur
Thomsen,
Magnus
Kjelnæs,
Heðin Baldvinsson, John Sigurd
Joensen,
Steinbjørn
Jacobsen,
Olvheðin Jacobsen, Páll Sigmund
Sørensen, Jóannes Jacobsen, Sofus
Baldvinsson,
Jógvan
Jacobsen
og Eyolvur Joensen vunnu allar
átta dystirnar og harvið FM við
samantalda málmuninum 25-12.
KÍ var eisini meistari í 1970, 1972,
1991 og 1999, men einki av hesum
árunum var úrtøkan fýra tey fyrstu
umførini í nánd av tí, sum hon
hevur verið higartil í ár.
Í vikuskiftisblaðum varð víst á,
at tølini seinastu tjúgu árini siga,
at tað er bara fimtu hvørja ferð, at
tað liðið, sum er fremst eftir fýra
umfør, eisini vinnur FM.
Lagið var í gjár gott kring vøllin
á Eiðinum í Klaksvík, har tað
vóru lutfalsliga nógvir áskoðarar,
hóast høgættin beit inn á bein.
Spælararnir royna at halda seg
burtur frá øllum prátinum og
buldrinum hjá FM svongu viðhalds
fólkunum.
-Tað ræður um at vera ovast um
eitt hálvt ár. Nú spældi tað væl av
ímóti AB, men ikki minst móti AB
stendur tað frískt í huganum hjá
okkum, hvussu tað kann ganga
øðrvísi, enn tað verður roknað
við, um fokus ikki er fult og heilt
har, sum tað skal vera, minnir KÍ
málverjin Meinhardt Joensen á.
Jóannes í miðdeplinum
KÍ – AB 3-1
Í gjár var tað 21 ára gamli Jóan
nes Bjartalíð, sum serliga var í
fokus. Heimaliðið legði bragdliga
fyri. Tað ráddi um at fáa hol á
beinanvegin og at økja um leiðsluna
og harvið at punktera spenningin.
Tað eydnaðist at fáa hol á, og tá ið
hálvur tími var farin, var tað 2-0.
Tá ið ein tími var farin, var Ras
mus Dan Sørensen tann fyrsti mót
støðumaðurin, sum fekk bóltin
framvið Meinhardti Joensen, sum
harvið helt tætt í 370 minuttir.
Tað kendist sum ein lítil skelkur í
heimaleguni, at málmunurin aftur
var bara eitt mál, men so var tað, at
Jóannes Bjartalíð umsetti brots
spark til mál, og harvið var spenn
ingurin burtur.
-Hetta var áminning um, at
eingin avbjóðing er løtt í bestu
deildini í 2018. Um allir ikki eru
støðugt fokuseraðir, so gongur tað
ikki. Vit vóru ikki nóg savnaðir eina
løtu í seinna hálvleiki, og so skoraði
AB. Tíbetur var tað bara ein lítil løta,
inntil vit aftur vóru frammanfyri
við tveimum málum. Vit høvdu
møguleikar at skora uppaftur
fleiri ferðir, men vit eru nøgdir við
at vinna 3-1, sigur trímálaskjúttin
Jóannes Bjartalíð, sum tvær ferðir
áður – báðu ferðirnar í 2016 – hevur
skorað hattrikk í landskappingini.
Eftir tveir javnleikir hevur AB
nú tapt tvær ferðir.
-Tað var spell, at vit í fyrra
hálvleiki góvu teimum tvey mál.
Vit ætlaðu at liggja tættir í teimum
og varðveita málleysa javnleikin,
men stór mistøk í verjupartinum
bóru við sær, at fyritreytirnar
vóru burtur. Eftir steðgin royndu
vit at vera tættari í teimum og at
bjóða teimum av longri frammi
á vøllinum, og tað eydnaðist
eina løtu, tá ið teir kendust vera
ikki heilt álvuligir við støðuna.
Vit minkaðu um munin, men
tíverri fingu vit so eitt brotsspark
ímóti okkum, og so gekk tað ikki,
staðfestir framrættaði AB spælarin
Jobin Drangastein.
HB er á Europa plássi
EB/Streymur – HB 0-1
Eftir soltna úrtøku undanfarnu
tvey árini er minsta kravið hjá
HB í ár, at tað eydnast at vinna
fjórða plássið og harvið atgongd til
europeisku kappingina í 2019.
Eftir
fýra
umfør
vísir
støðutalvan, at HB er á fjórða plássi.
Harvið er liðið um at fóta sær eftir
eitt sindur trilvandi byrjan.
Einasta málið á Hólmanum
á Eiði í gjár skoraði Símun
Samuelsen við brotssparki, tá ið
seinni hálvleikur var hálvrunnin.
Dómarin vildi vera við, at Oddur
Højgaard hevði tikið beinini undan
Dan í Soylu.
-Hetta var tætt, og tað kundi
farið báðar vegir, og vit eru
fegnir, at tað eydnaðist okkum at
vinna. Vit hava nýtt lið og nýggja
spælskipan. Nú hava vit vunnið
tveir og spælt ein javnan, so vit eru
væl nøgdir, sigur Dan í Soylu, sum í
fjør spældi við júst EB/Streymi.
Í heimaleguni iðraðu teir seg
um tapið, og teir kendu seg at
hava havt marginalirnar ímóti
sær. Teir vóru ikki nøgdir við
brotssparksdómin, teir kendu seg
snýttar fyri útjavnandi málið, tá
ið innskifti Arnbjørn Hansen varð
veitraður at vera rangstaddur, tá
ið hann setti bóltin í málið, og so
kendu teir seg eiga brotsspark, sum
ikki varð dømt.
-Vit høvdu momentum, tá ið
Arnbjørn setti bóltin í málið. Hetta
var avgerandi støða, tí um vit
høvdu javnað tá, so kann tað so væl
vera, at vit høvdu skorað eitt aftrat,
tí tá vóru vit grammir og høvdu
nógv álopsspæl. Spælið gongur alt
betri, og vit vóna og rokna við, at
liðið fer at mennast støðugt, sigur
Pætur J. Petersen, sum í gjár var
framrættaður í vinstru.
Tolin trívst við Løkin
NSÍ – 07 Vestur 3-1
Tað var málleyst, tá ið teir
fóru at hvíla seg við Løkin í
Runavík, har 07 Vestur vitjaði.
Gestirnir vóru væl skipaðir
í
verjupartinum
í
fyrra
hálvleiki, tá ið NSÍ hevði eina
rúgvu av spentum støðum í
brotsteiginum frammanfyri
stinna Ivan Stojkovic.
Eftir
ein
tíma
fekk
heimaliðið hol á, tá ið Árni
Frederiksberg við framúr horna
úr høgru sendi bóltin beinleiðis í
málið. Árni Frederiksberg var sera
sentralur. Hann átti innleggið, tá ið
miðverjin Jóhan Troest Davidsen
økti til 2-0, og hann spældi snilt
til baklinjuna í høgru, so Bárður J.
Hansen kundi leggja í høvdið á Pól
Jóhannus Justinussen, sum við
høvdinum staðfesti 3-1 sigurin.
07 Vestur minkaði um munin, tá
ið Gilli Samuelsen hegnisliga lyfti
bóltin framvið Tórði Thomsen, eftir
at Høgni Egilstoft Nielsen hevði
spælt hann leysan við framlegging
í høgru.
-Vit høvdu tak á tí, og fótbólts
spælið hekk alla tíðina væl saman.
Tí roknaðu vit við, at tað fór at
gleppa, hóast vit ikki vunnu úrtøku
úr góðum møguleikum í fyrra
hálvleiki, sigur NSÍ venjarin Sámal
Erik Hentze.
FÓTBÓLTUR
KÍ hevur ongantíð lagt so bragdliga fyri síðani í 1969, tá ið
tað eydnaðist at vinna allar átta landskappingardystirnar
TAÐ ER SUM Í
TRÝSSUNUM
FRÓÐI ÓLASON OLSEN AB:
Var ikki staddur i klax
í dag. Um ikki annað,
so vóru vit teir fyrstu ið
skoraðu móti komandi
føroyameistarunum.
RÓGVI DAM EB/STREYMUR:
Hvussu skal tað vera tá
íð vit spæla, og fáa mál
annulera sum ikki var
offside, og straffi
sum einki var dømt. Eg
havi ikki orð fyri tí.
Saman standa vit sterk.
KRISTIAN JOENSEN KÍ:
Hetta var einki tiki taka,
alt í alt ein keðiligur
fótbóltsdystur, har
tað var klassamunur
a liðunum. Vit gjørdu
ikki meir enn neyðugt,
enn er møguligt at fáa
81 stig
JAN BOLSTAD ANTONIUSSEN NSÍ:
Tað gekk longi at fáa hol
á, men okkara menn hildu
høvdið kalt, og tað gav at
enda úrslit.
Tað verður spennandi at
spæla á Hólmanum aftur í
komandi viku!
Góðir!
BJØRG OLSEN SKÁLA:
Góður sigur aftur í dag.
6 stig og 5 mál aftaná 4
dystir boðar frá góðum.
Spæla góðan fótbólt, og
so hava vit Brian, sum
er flúgvandi í løtuni. Go
Skála