Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-05, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. november 2004síða 17

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 212 - 5. november 2004 Nr. 212 - 5. november 2004 33 Kristin Michelsen Góðu borgarar, sum tit øll vita er valskeiðið útrunnið við árslok, og væl til bý og bygdarráð verður komandi týsdag. So er tað upp til tykkum veljarar, hvønn ella hvørjar persónar tit vilja hava at manna býráðið komandi fýra árini. Nógv gomul og nógv nýggj andlit bjóða seg fram, so tað eru nógv valevnir at velja ímill- um. Skuldin hjá Tvøroyrar býráð Sum tit øll vita, so hevur skuldin hjá Tvøroyrar bý- ráð verið metstór. Upp- lýsast kann at við árslok í ár verður samlaða skuldin umleið 75. mill. krónur, hartil er at siga, at tá skuld- in var uppá mesta, var hon 170. mill. krónur. Sitandi býráð hevur goldið góðar 50. mill. krónur í rentum og avdrøgum hesi fýra árini, og heldur komandi býráð somu kós við afturgjalding av lánum sum undanfarna býráð, verður skuldin bert ein góð hálv álikning um fýra ár. Upplýsast kann eisini, at likviteturin hjá Tvøroyrar býráð er góður, og rættiliga stabilur, inn- tøkurnar halda stand, og metingin frá Toll og Skatt fyri 2005 er eitt vet upp- eftir. Men tað krevur góða fíggjarstýring, tí Tvøroyrar býráð má ikki koma aftur í tað støðu, at bunkin av ógoldnum rokningum var størri enn bunkin av gold- num rokningum. Hvat er gjørt hesi fýra árini Fyri at taka saman um tað, ið er gjørt hesi fýra árini, kann eg nevna nøkur mál, sum eru framd í verki, hóast at góðar 50. mill. krónur eisini eru goldnar í rentum og avdrøgum hesa tíðina. Nýggjur brunabilur er keyptur. Økið til Delta og rundan um gjørt byggibúgvið. Økið til Landingarmið- støðina og rundan um gjørt byggibúgvið. Økið við Uttara handil er við at verða liðugt. Keypt Tangatrøðina. Keypt part av Heiða- trøðini. Kirkjugarðurin útbygdur. Verkfrøðingur settur í starv. Vatnmeistari settur í starv. Vatnveiting løgd til Froð- biar, og nýggjur brunnur. Vatnveiting løgd av Rananum og vestur til Sterling. Vatnrør keypt til liðugt gerð av vatnveiting til uppsamlingsbrunn vesturi við Rangabotnsvegin. Útibarnagarður settur á stovn. Skúlabarnakoyring sett á stovn. Keypt fyribils eldrasam- býlið. Vegur asfalteraður í Øravík. Vegur asfalteraður í Froðba. Keikantur gjørdur við gomlu kei á Drelnesi. Økið við innara bátahylin. Økið rundan bedingina, liðugt innan árslok í ár. Hvítnesbrúgvin umvald. Skift tak og klæding á ítróttarhøll og skúlum. Keypt økið til víðkan av ídnaðarøkinum á Drelnesi. Barnaansingin Øll, ið vilja hava barn sítt ansa á Tvøroyri, tað veri seg vøggustova, barna- garður, útibarnagarður, dagrøkt ella frítíðarskúli, kunnu næstan ynskja hvar tey vilja hava barn sítt, so annað kann ikki sigast um barnagarðsøkið á Tvøroyri, enn at tað er væl útbygt, men tað er eisini tí, at tað er beinleiðis ein kommunal uppgáva. Hesi fýra árini vit hava stýrt, er barnafrádrátt- urin farin frá kr. 2.000,00 uppá kr. 4.500,00, ein tann hægsti barnafrádráttur í teimum sonevndu størri plássunum, hettar er fyri at fjálga um barnafamiliunar. Somuleiðis hevur Tvøroyr- ar býráð haft grundøkjir til sølu fyri rættiliga sámu- ligan prís, fyri at fáa tey ungu aftur til býin, at festa búgv. Eldraøkið Eldraøkið er als ikki so væl útbygt sum barnaøkið. Orsøkin til tað er, at eldraøkið er beinleiðis ein landsuppgáva burtur av. Hartil er at siga, at Tvøroyrar býráð ikki hevur slept teimum gomlu uppá fjall. Tann dagin, um tað so verður tá landsmyndugleik- arnir leggja eldraøkið út til kommununar at umsita, tá verður eldraøkið raðfest frammaliga hjá býráðnum. Upplýsast kann, at Tvør- oyrar býráð hevur skitsu- projekt til byggjan av sam- býli, somuleiðis verður ar- beitt við ætlanum um at byggja røktarheim, ella út- byggja verandi røktarheim, um so verður at eldraøkið verður lagt út. Í heyst keypti Tvøroyrar býráð eini sethús uppá um- leið 400 fermetar, sum er ein fyribils loysn til eitt sambýli, við tí fyri eyga at selja húsini aftur. Ávísir trupulleikar hava verið ímillum pensionista- felagið og býráðið, hesir trupulleikar eru loystir í sátt og semju. Tvøroyrar býráð saman við Onnu Djurhuus hava tikið stig til at seta á stovn dagtilhald á Tvøroyri, og hevur hettar fingið stóra undirtøku, tøkk til Onnu Djurhuus fyri tað. Hvørjar størri atlanir hevur Tvøroyrar býráð Tvøroyri hevur altíð haft førandi fólk innan vinnu, mentan og ítrótt, bæði í góðum og í ringum tíðum, stuðlaði av Tvøroyrar bý- ráð, sum rætt er eftir míni meting, uttan hesi fólk var Tvøroyri fátækt innan hesi økjir, og eiga tit stóra tøkk fyri hettar. Nøkur mál, ið samgong- an ella býráðið arbeiðir við, kann eg nevna, tó vil eg leggja afturat, at summi mál eru komin longur enn onnur. Alt ber tó ikki ávøkst beinanvegin, men verður onki gjørt, so grør heldur onki. Umboð fyri býráðið hava verið í Ruslandi, og í tí sambandið verður arbeitt við at gera fríhavn/umskip- ingarhavn umframt at seta oljutangar til russiskan flot- an á Drelnesi, men nógvir eru um boðið. Tórshavnar býráð hevur verið frammi í fjørmiðlunum nú í eina tíð um, at alt skal gerast á Sundi, eftir ynski frá russ- um og nýggja felagnum hjá Árna Dam og øðrum, hettar avsannar Árni Dam blankt, og sigur, at russar koma heim seinni í hesum mána, og hava tær kommunur, ið hava áhuga, sama møgu- leika. Somuleiðis hava umboð fyri Tvøroyrar býráð verið á ferðavinnumessu í Flo-rida í summar, fyri at fáa ferðamannaskip at vitja okkara vøkru bygd og vøkru oyggj, sum vit meta er eins vøkur sum bæði Vestmannabjørgini og Kirkjubøur. Vit hava gott fólk sum arbeiðir við hes- um máli, men tað tekur tíð. Gera bátahyl eystanfyri nýggju samferðsluhavnina, sambært viðløgd mynd. Ætlanin við hesum bátahyli er, at teir bátarnir vit kalla "lystfiskabátar", skulu flyta í tann nýggja bátahylin. So verða karmarnir betur hjá teimum monnunum, ið dríva vinnuligan útróður í hinum báðum bátahyljun- um, her verður tonkt uppá atløgupláss. Umsókn er komin frá Deltamonnunum saman við øðrum, at byggja høvda- virki, og vil eg vegna Tvør- oyrar býráð ynskja teimum vælkomnum við hesari ætl- an, ið gevur fleiri arbeiðs- pláss. Arbeitt verður við at gera keikant undir nýggja bygn- inginum hjá Landingar- miðstøðina. Samráðingar eru ímillum Landsverk og Tvøroyrar býráð um at fáa grótið, ið kemur úr komandi berg- holið ímillum Øravík og Hov, og hevur Tvøroyrar býráð fingið játtan uppá ein part av grótinum, meðan restin verður samráðst um, og hevur Tvøroyrar býráð fleiri ætlanir, hvat grótið skal brúkast til, millum annað at fylla økið ímillum nýggju samferðsulhavnina og Drelnes út. Svimjihylur og fótbóltsvøllur Eitt av valevnunum hjá sambandsflokkinum førdi fram í einari grein, um eina ætlan, ið ávísir býráðslimur høvdu við at byggja svimji- hyl og fótbóltsvøll, og meinti greinskrivarin, at hettar var bara søgur ella nærum ørðskapur. Nú veit eg ikki, hvat ávísir býráðs- limur hava sagt umhettar málið, men eg kann siga somikið til greinskrivarin og tit sum vara av ítróttin- um á Tvøroyri, at hettar er ikki bara søgur, hetta er ein ætlan sum kann gerast verðuleiki einaferð í kom- andi valskeiðið, skitsupro- jekt er gjørt av hesari ætlan. Vilja býráðið og ítróttar- feløg her á plássinum taka lógvatøk saman, so verður hendan ætlan sum sagt veruleiki einaferð í kom- andi valskeiðið. Miðbýur og mentunarhús Tvøroyrar býráð hevur kannað hvussi ein fram- tíðar miðbýur skal síggja út á Tvøroyri, hettar verður ikki í næstu ár, men tíggju til tjúgu ár fram í tíðina, og arbeiðir fólk við hesari ætlan. Somuleiðis arbeiðir A/S T. F. Thomsen v/ Onnu Kirstin og Thomsas Thom- sen við einari ætlan um at gera ungdóms og mentun- arhús. Fundur hevur verið ímillum fólk frá býráðnum og tey hjá Thomsen, vón- andi kann hettar gerast veruleiki um nøkur ár. Seyður úr býnum Eitt av hjartamálunum hjá mær, tá eg varð valdur í bý- ráðið, var, at býurin skuldi verða fríur fyri seyð, men her má eg ásanna, at hettar hevur ikki eyðnast. Men eg kann upplýsa tykkum, at hendan ætlan er komin somikið langt uppundir land, at til komandi heyst, tað vil siga á heystið 2005, tá kemur ongin seyður aftur í býin, væl at merkja um sitandi meirilutið verður valdur aftur. Peningur er avsettur á fíggjarætlani fyri 2005. At enda vil eg takka mín- um samstarvsfeløgum, bæði í samgongu og and- støðu fyri ógvuliga gott samstarv. Sjáldan hava brotasjógvarnir verði størri enn, at vit hava lagt teir í sátt og semju. Somuleiðis vil eg takka umsitingini, og øllum, ið arbeiða hjá Tvør- oyrar býráð fyri gott sam- starv, umframt øllum borg- arum í sóknini. Velji fólk, ið hava dirvið og áræðið, ið kunnu taka avgerðir bæði í ódn og í logn. Gott val. Jóhan M. Stenberg Valevni Sjálvstýris- floksins í Suðurstreymoy Góðu veljarar Eg skal her taka fram, nøkur mál, ið vit vilja arbeiða fyri. Fólkaskúlin Sjálvstýrisflokkurin sær, at nógvar nýggjar íløgur mugu gerast í okkara skúlabygningar. Flestu skúlarnir mangla pláss til at undirvísa í, tí mugu nýggjir bygningar gerast og teir gomlu útbyggj- ast. Argja skúli virkar í løtuni í tveimum, nakrir flokkar á posthúsinum á Argjum og restin í gomlu skúlabygning-un- um niðri við Argjavegin. Longu tá ið eg gekk í Argja skúla, tosaðu fólk um, at skúlin var ov lítil, og at ynskiligt var at útbyggja skúlan. Síðani tað hava vit havt nógvar ymiskar støður. Einu tíðina gekk 10. flokkur í AB-húsinum fyrrapart, og seinnapart niðri á Argjum. Seinni aftur, hevur róðrarneystið á Argjum hýst 10. flokki. Ein lappaloysn fyri og onnur eftir. Ov lítil vilji hevur verið, til at skapa eina varandi loysn. Sjálvstýrisflokkurin og eg, vilja í samstarvi við skúlan, finna eina loysn, ið kann nýtast. Eisini inni í Havnini sita næmingar sum sild í tunnu, Eisini her má ein góð loysn finnast, sum kann halda langt fram í tíðina. Tað skal útbyggj- ast, men tað skal gerast við skili. Hoyvíkin er í støðug- um vøkstri, so har verð- ur eisini neyðugt at byggja út. Ítróttin Sjálvstýrisflokkurin fer at arbeiða fyri, at hvør einstakur borgari í kommununi kann íðka sína ítrótt. Málið er, at Tórshavn gerst fyrimyndin fyri, hvussu væl kommunan eggjar feløgum og ítrótt- arfólkið til at menna um ítróttina, tí ítróttin er við til at økja um trivnaðin og fólkaheilsuna hjá borgarum okkara. Tað skal vera so, at kommunan gevur øllum ítróttargreinum ans, og er við til at hjálpa feløg- unum, við at skapa karmarnar um virksemi teirra. Javnsetan av feløg- unum. Ítróttarfeløgini er vorðin nógv fleiri í tali, síðani kommunusaman- leggingar komu upp á tal, og er tí neyðugt at lurta eftir ynskjum frá øllum feløgum, og ikki bara teimum, sum søguliga hava virkað longst í kommununi. Her eru nøkur uppskot til, hvat skal gerast tey næstu fýra árini. Fótbóltsvøllur eigur at verða gjørdur í Hoyvík við rennibreyt rundan- um. Við fótbóltsvøllin á Argjum skulu ljós setast upp í niðara borði og áskoðarapláss gerast í ovara borði av vøllinum, við minst 300 sitipláss- um, og ein ítróttarhøll í samband við vøllin. Svimjihylurin í Gundadali má útbyggj- ast við einum hyli aftrat og einum baðilandi. Onnur mál: Ringvegurin út á Argir skal gerast liðugur og íbindast til vegin niðan á Hamaran, og ein gongu- breyt má gerast. Eldraøkið: Tørvurin á stovnsplássum skal nøktast. Eldrasambýli eigur at verða gjørt á Argjum. Tað skal verða lætt at flyta í minni íbúð tá fólk gerast eldri. Hesum vil eg arbeiða fyri VIÐMERKINGAR Samandráttur VAL04 VAL04 Akfør OPEL ASTRA 1.6 Árg. 98, koyrt 54500 km, sera væl hildin. Bíliga til sølu. Tlf. 220549 TIL SØLU Óbrúkt vetrardekk av merkinum Bridgestone, stødd 185/65 R14. Dekkini eru á felgum, og passa til Toyota Carina E. Søluprísur 2.000 kr. Tlf. +45 22808222 FELGUR TIL SØLU 17" AEZ, Icon5 felgur til sølu. Á felgunum eru Pirelli dekk, stødd 195/40 R17. Hava koyrt ca. 2000 km, og eru frá mai mánað. Passa til Pegeot 306. Seljast fyri 7500 kr. Nýprísur 15.000 kr. Tlf. +45 22808222 FORD SIERRA 1.8 TD árg. 01/07/92 bláur diesel bilur. Hevur góð heilársdekk. Sýnaður 05/2004. Til sølu fyri 40.000 kr. ella hægstbjóðandi. Tlf. 504785, Toftir TOYOTA LANDCRUISER 3.0 TD, árg. 12/1997 til sølu um hóskandi boð fæst. Bilurin er nýsýnaður og er lakeraður í 2002. Hann hevur koyrt 140.000 km. Tlf. 318460 TIL SØLU Mazda 6 sær út sum nýggjur, hevur koyrt 11.000 km, frá aug. 2003. Hevur sportfelgur og cd-spælara. Tlf. 210207 4 PÍKADEKK so gott sum nýggj, 175/70-14 á felgum, sum passa til VW, Passat, Polo, eru til sølu fyri 2.000 kr. Tlf. 741225 4 PÍKADEKK Á FELGUM Passa til Nissan Cherry og aðrar bilar, til sølu fyri 1.600 kr. Tlf. 741225 SUZUKI SVIFT Árg. 90 til sølu fyri 14.000 kr. Tlf. 218778 PÍKADEKK 4 nýggj, 2 brúkt og 4 felgur til sølu. Stødd 175/70 R14. TLF: 310757/269426 PRIMERA TIL SØLU Nissan Primera 2,0 4 h, árgang 90, bíliga til sølu. Tlf. 564040 YNSKIST Toyota Camry árg. 88 til eykalutir. Tlf. 270953 AUDI 100 TIL SØLU árg. 87, heilgalvaniseraður, koyrt 135.000 km. Vælhildin, bert ein eigari. Staðið í garasju. Ikki roykjara bilur. 4 píkadekk á felgum fylgja við. Tlf. 317862/281612 PÍKADEKK TIL SØLU Fýra píkadekk (175/65-14) tvey púra óslitin og tvey lítið slitin, á felgum til Opel Astra, til sølu fyri 1800 kr. Tlf. 443329 TOYOTA AVENSIS 2.0 TD til sølu, árg. 99, væl viðfarin. Tlf. 373781/257381 DEKK TIL SØLU Eitt sett av góðum Nokan summardekkum, 205/65 R15, til sølu fyri 2.000,- kr. Tlf. 510153/250824 FELGUR Fýra felgur til Volvo S40/V40 við skálum til sølu fyri 1.500 kr. Tlf. 316535/216535 PÍKADEKK TIL SØLU 4 góð píkadekk til sølu. Brúkt ein vetur. Eru á felgum við 4 holum, passa til Toyota. Dekkstødd 175/65 R14. Tlf. 501145 FIAT TIPO árg. 90, koyrt 99.000 km, er í sera góðum standi, til sølu til hægstbjóðandi. Tlf. 226554/371301 FORD FIESTA 1.3i árg. 12 í 95, koyrt 61.000 km, er dektylaður og er sum nýggjur. Tlf. 220425 GOLF VR6 2.8i 180 HK, árg. 92 í góðum standi, sera bíliga til sølu. Ring og gev eitt boð. Tlf. 220511 4 PÍKADEKK VIÐ FELGUM Stødd 145 R 13 740, brúkt 2 mán. til sølu fyri kr. 2.000. Tlf. 508531 TOYOTA COROLLA TIL SØLU vælhildin, nýsýnaður, árg. 12/1988. Koyrt 100.000 km, silvurlittur. Tlf. 447609 EYKALUTIR til Ford Escort, árg. 88, heilur bilur ella deilir av. Dømi: hurðar, sportfelgur, spoylari, setur og mangt annað fyri spottprís. Tlf. 210560 HYGG HER! 2 summardekk 185/65 R14 ný. 2 heilársdekk 175/65 R14 ný. 2 heilársdekk 175/70 R14. 4 felgur 5 hol Toyota Hiace árg. 89. 15" og 4 dekk 195/65 R15 til sølu. Tlf. 210560 BÍLIGA TIL SØLU Deilir til Toyota Lite Ace bíliga til sølu. Dømi: startari, dynamo, lyktir, akkumolatorur, forkúf. 4 felgur, 4 heilársdekk, 2 summardekk 14''. Tlf. 210560 TIL SØLU 4 píkadekk bíliga til sølu, stødd 155/80/13, eru brúkt ein vetur. 1.000 kr. og 2 stk. brúkt kavadekk, Bridgestone 175/65/R14 fyri 300 kr. Tlf. 251428 YNSKIST Ein kølari til ein Toyota Corolla diesel ynskist fyri ein rímiligan prís. Ring á 212739 kl. 12–18 VOLVO 760 GLE árg. 1988, motorur: 2.8 aut. gear, bensin, bilurin er svartur og sproytaður fyri einum ári síðani, inntrekk grátt leður, í sera góðum standi, til sølu fyri 60.000 kr. Tlf. 224390 VW TRANSPORTER árg.1990 koyrir væl men krevur ábøtur, hevur nr. plátur, góður til eykalutir. til sølu fyri 3000 kr. Tlf. 224390 HYUNDAY ELANTRA 1.5 GLI árg. 92, nýsýnaður við radio, cd- spælara/box 20.000 kr. Tlf. 224910 TOYOTA CARINA II 2.0i árg. 91, sýnaður 05/04, bilurin er í góðum standi, verður seldur vegna flyting. Ring og hoyr nærri. Tlf. 448745/271373 PÍKADEKK 4 dekk, 205/16 til sølu. Tlf. 449251/749251 TIL SØLU Blá/violettur Toyota Celica 2.0 GTs, árg. 89, koyrt 160.000 km, hevur el-sóltak, el-rútar, el-spegl, 17" alufelgur, senkaður 40 mm. Tlf. 252356, Jógvan VW TRANSPORTER Dupult kabina og last, TD, árg. 87, til sølu. Gev eitt boð. Tlf. 503797 PÍKADEKK Á FELGUM til sølu, stødd 175/70 R13 fyri 1.500 kr. Tlf. 255279 TOYOTA LANDCRUISER BJ73 í góðum mekaniskum standi, spæl framman, selist heilt bíliga, nógvir eykalutir fylgja við. Tlf. 332025/214025 Amboð VIÐFESTISVOGNAR Tredal vognar, við spiral fjaðrum til sølu. Ein er á goymslu. Kunnu síggjast á heimasíðu www.tredal.no Todal-Velbastað, tlf. 218101 VARIANT VIÐFESTISVOGNAR til sølu, fleiri model á goymslu. Kaj Andreasen & Co, tlf. 315600 BLANDIMASKINUR OG TRILLUBØRUR Tilboðsprísur í november. Kaj Andreasen, tlf. 315600 Arbeiði HJÁLP Vit eru tvær gentur, 18 og 19 ára gamlar, sum søkja vaskiarbeiði skjótast gjørligt. Alt hevur áhuga. Tlf. 314451 ROYNDUR FISKARI við línu, 20 árs erfaring søkir tjans. Tlf. 584567/318401 FLISEARBEJDE Pensionist søger mindre indendørs flisearbejde tlf. 314434 ARBEIÐI YNSKIST Alt hevur áhuga. Eg eri 24 ára gamal og búgvi í Tórshavn, havi royndir innan timburarbeiði o.s.fr. Havi koyrikort til vanligan bil og til trukk. Ring á tlf. 509309/317109 RUKO LÁSATÆNASTA Vit bjóða nú okkara serkønu Ruko lásatænastu, alt samdøgrið og allastaðni har brúgva- og tunnilsfast er. Eisini hava vit góðkenda systemtænastu til øll virki og stovnar. Lat okkara lásasmið koma út at gera arbeiðið fyri tygum. Valdemar Lützen byggibúð, tlf. 301020 ALT TIMBURARBEIÐI málaraarbeiði, tapetsering verður gjørt av handverkarum. Tlf. 224417 SKULU TIT HAVA veitslu, jólaborðhald o.a., so hava vit eina fjølbroytta matskrá, har vit bera út, og kunnu eisini veita servering um tað ynskist. Ring og hoyr nærri. Tlf. 504727 EG ÀTAKI MÆR at polera, bona og reinsa bil innan, sum uttan.Ring og frætt nærri Tlf. 256495 Barnaútgerð BILBARNASTÓLUR 9-18 kg. til sølu fyri 550 kr. Tlf. 317564 TIL SØLU Ljósagráur barnavognur við madrassu, kurv, regnslagi, fluguneti, kodda og dúndýnu. Vinyl pusliborði við baðikari, bíliga til sølu. Tlf. 451050 FISHER PRICE Baby Fitnesscenter (nýtt) við tónleiki til sølu fyri kr. 250 Tlf. 522120 GRULVIGARÐUR Ér tað nakar, sum hevur ein grulvigarð at selja okkum. Tlf. 374013/227580 RIMASONG Antiklitað barnasong v/ góðari madrassu, dýnu og songjarrond til drong og gentu, til sølu fyri 1000 kr. Tlf. 317606/226298 BABY ALARMUR Philips baby alarmur til sølu fyri 300 kr. Røkkur 300 m. er lítið brúktur. Tlf. 317606/226298 Bátaútgerð 38 FÓT v/ FISKILOYVI 5B glastrevjabátur 10.7 x 3.95 m. árg. 93, moturur Cat. 670 HK. Niðursettur á 500 HK, árg. 2002, koyrt 2600 t. Vanlig nautisk útgerð. 4 nýggjar el-snellur. Til sølu um hóskandi boð fæst. Tlf. 220205 M/B NESTINDUR Bíliga til sølu, uttan fiskiloyvi. Tlf. 221519 25 FÓT SKJÓTTGANGANDI bátur til sølu. 200 HK Volvo Penta, 24 fjórðingar radara, ekkolod og fiskiloyvi. Tlf. 371934/211934 PLASTJOLLA TIL SØLU Longd 4,6 m. x br. 1,5 m. við 3,5 HK Yamaha leysamotori, árar, varp og 3 bjargingarvestar. Jollan stendur við bátahylin á Argjum. Tlf. 318569/262250 RUSTFRÍ egningartrakt av mekinum »Beitir« til sølu fyri 15.000,- kr. Við fylgja 42 av styttru stokkunum sum taka ca. 260 húkar og 42 kør til línu. Tlf. 220422 Bingo FRÁ SPASTIKARAFELAGNUM Gott Bingo verður í Pálsstovu mánakvøldið 8/11 kl 19.00. At vinna m.a.dunnur og karramellur, full pláta 400 kr á lutaseðli m.a. 2 gávukort á 500 kr og tvey á 1000 kr. Drigið verður millum spølini, eyka spæl, koyring heim. Øll er hjartaliga vælkomin. Spastikarafelagið GOTT JÓLABINGO verður í Róðraneystinum á Argjum hóskvøldið 11. november kl. 19. Nógvir góðir vinningar, millum annað karamellur, føroyskar gæs, føroyskt krov og nógv annað gott. Eykaspæl. Koyring heim. Øll eru hjartaliga vælkomin. AB-stuðlar BINGO verður í Bygdarhúsinum í Kollafirði leygardagin 13. nov. kl. 16.00. KÍF BINGO Verður í Mettustovu mánakvøldið 8. nov. kl. 19.00 Kvinnufelagið GOTT BINGO verður í Pálsstovu leygardagin 6. november kl. 15. Nógvir góðir vinningar. Astma- og Allergifelagið BÁRUBINGO Stórt bárubingo verður í Skálanum mánakvøldið 8. nov. kl. 19.30. Føroysk gás verður at vinna til fulla plátu. Høvuðsvinningar, 5 føroysk krov. Eisini vera teir 103 abc vinningarnir drignir. Bygdarfelagið Báran KAGGIN Gott bingo verður fríggjakvøldið 5. nov. kl. 20.00. Vinningar m.a. ræst kjøt úr Dímun, lundar, góðgætiskurvar o.a. 6. og 12. spæl gávukort á 1.000,- Burturlutað verða m.a. 5 gávukort á 1.000,- Eisini verður spælt bingola minibingo o.a. Kaggin FRÁ EYDNUNI Gott bingo verður sunnudagin 7. nov. kl. 16.00. Høvuðsvinningur gávukort frá Smyril Line á 2.000 kr. Eykaspælið 2.000 kr. Drigið verður millum spølini. Eydnan BINGO verður í Pálsstovu sunnudagin 7. november kl. 16.00. Full pláta 500 kr. Á lutaseðli ein Apex flogferð. Bingola, eykaspæl, koyring heim. Kiwanisfelagið Rósan GOTT BINGO verður í Glæmuni í Kvívík mánakvøldið 8. november kl. 19. 12 plátur 100 kr.15 vinningar á lutaseðli. Drigið verður millum spølini. Glæman Bøkur ER TAÐ ONKUR sum eigur "I form"-bløðini frá 2002, 2003 og 2004. Vinarliga ring 522120 Burturm. /funnið FARTELEFON BURTURMIST í vikuskiftinum miðskeiðis í oktober mánaða misti eg fartelefonina hjá mær burtur á Tvøroyri. Fartelefonin er ein grá Panasonic. Um nakar veit um hesa, vinarliga ring á tlf. 455508 eftir kl. 18.00 UR BURTURMIST Eg misti mítt ur burtur í Tórshavn fyrst í sept., veit ikki hvar. Urið er fýrakantað, gull við silvurstriku ígjøgnum reimina, merkið er Citzen. Vinarliga ring tlf. 318554/263046 Býli ÍBÚÐ Á OYRASUNDSKOLLEGIINUM í Keypmannahavn til framleigu frá 22. des. 04 til 01. feb. 05. Hevur allar hentleikar og liggur tætt við Metro, innkeypscentur og miðbýin. Anna, tlf. (+45)32886912 ella (+45)61710670 ÍBÚÐ/KAMAR ynskist til leigu í Tórshavn, Runavík ella nærhendis sum skjótast. Ring á tlf 271376 helst eftir kl. 18 HÚS/ÍBÚÐ YNSKIST Par við tveimum børnum ynskir hús/íbúð til leigu í høvuðsstaðar- økinum í seinasta lagi 1. jan. Vit eru eitt par við 2 børnum. Teldupostur slp-bn@post.olivant.fo Tlf. 322325 / 548020 Lýsingin ynskist: ferðir (set X) undir teiginum: ❑ Akfør ❑Amboð ❑Arbeiði ❑ Barnaansing ❑Barnaútgerð ❑ Bátaútgerð ❑ Bingo ❑Brævaskifti ❑Burturm./funnið ❑ Býli ❑Bøkur ❑Dansur ❑Dýr ❑Fundir ❑Húsarhaldstól ❑Innbúgv ❑Lutaseðlar ❑Leikur ❑Matur ❑Pløgg ❑Samband ❑Súklur ❑Teldur ❑Tónleikur ❑Út-& sjónvarp ❑Ymiskt ❑ Lýsingarnar skulu vera okkum í hendi innan kl. 1200, t.v.s. at lýsing til leygardagsblaðið skal vera okkum í hendi hósdag á middegi. Lýsingarnar, ið gjaldast skal fyri, koma ikki í blaðið fyrrenn tær eru goldnar. Sosialurin tekur ongan ábyrgd av møguligum villum. Sent hevur: Navn:……………………………………….. Bústaður:…………………………………… Bygd/býur:…………………………………. Tlf.: ……….... Lýsingartekstur 1 2 3 4 5 »Lýsingartorgið« Box 76 110 Tórshavn Til frímerki ✁ Lýsingatreytir fyri ókeypis lýsingar: privatar lýsingar í mesta lagi 40 orð bert ein lutur í hvørjari lýsing hægsta søluvirði 20.000 kr. Lýsingar, gjaldast skal fyri: Vanl. lýsingaprísur: frá fyritøkum og virkjum fleiri enn 40 orð søluvirði, ið Sosialurin metir oman fyri 20.000 kr. tó minst 70,- kr. við MVG hvørja ferð: Lýsingar, gjaldast skal fyri: 70,- kr. við MVG hvørja ferð: lýsingar undir teigunum: »Dansur«, »Fundir« og »Matur« Bill. merktar LÝSINGARTORGIÐ C M Y K 33 32