Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-05, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. november 2004síða 16

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 212 - 5. november 2004 Nr. 212 - 5. november 2004 31 Erogterapeutur/ Fysioterapeutur til Hjálpartólamiðstøðina (HTM) Á HTM er eitt fulltíðarstarv sum málsviðgerandi Ergoterapeutur/Fysioterapeutur leyst at seta beinanvegin. HTM er deild á Almannastovuni og umsitur hjálpartól, umbyggingar í heiminum og avlamisbilar til fólk, ið bera brek. Í løtuni starvast 13 fólk á HTM. Uppgávurnar hjá HTM umfata m.a. • málsviðgerð og støðutakan til umsóknir um sertillagað hjálpartól, bústaðarbroytingar og avlamisbilar. • upplýsing, ráðgeving og leiðbeining til borgar- ar, almennar myndugleikar o.o. um hjálpartól og byggi- og bústaðarspurningar • útlán og endurnýtsla av hjálpartólum • tvørfakligt samstarv - innan- og uttanhýsis Vit sóknast eftir einum starvsfelaga sum hevur: • útbúgving sum ergoterapeutur / fysiotera- peutur • royndir frá líknandi arbeiði • kunnleika til at arbeiða við fólki við niðursett- um førleika • kunnleika til almannalóggávuna • evnir at seta í verk fyriskipanir • góð samstarvsevnir • góð evnir at orða seg bæði munnliga og skrift- liga • telduførleika á brúkarastøði Vit kunnu bjóða: • sjálvstøðugt arbeiði • flextíð • tætt samstarv við starvsfelagarnar • tvørfakligt samarbeiði • fakligt mennandi umhvørvi Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og viðkomandi yrkisfelag. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Palla Mortensen leiðara á HTM tel. 358300. Umsókn við avriti av viðkomandi skjølum skal sendast til Hjálpartólamiðstøðina, Postboks 1049, 110 Tórshavn Umsóknarfreist: týsdagin 23. november 2004 Í sambandi við kommunuvalið 9. november luttaka valevnini hjá Javnaðarflokkinum í fleiri tiltøkum. Her er eitt yvirlit yvir hvørjum tiltøkum valevnini luttaka í og nær tiltøkini verða hildin: Hósdagur 4. november valfundur í Læraraskúl- anum, kl. 19-21 Almennur valfundur í Læraraskúlanum undir heitinum »Felags avgerðir - felags ábyrgd«. Fyri Javnaðarflokkin luttaka: Katrin Dahl Jakobsen, Elin Lindenskov, Bjørg Joensen, Halla Samuelsen, Meta Palle og Gunnvør Joensen. Valevnini hjá Javnaðarflokkinum fara m.a. at tosa um tónleik, íbúðir, syskinaavsláttur, heilsu og kvinnir. Fríggjadagur 5. november valevnini hjá Javnaðarflokkinum eru á Jinx frá kl. 17 Fríggjadagin er J-(avnaðar)-dagur á Jinx. Havnar Messing Kvintett spælir. Valevnini: Katrin Dahl Jakobsen, Elin Lindenskov, Bjørg Joensen, Halla Samuelsen, Anna Maria Persson, Poula Apol, Gunnvør Joensen, Tórfinn Smith, Robert Vilhelmsen, Jan Poulsen, Jói Winther og Hans Jákup Simonsen verða at hitta. Øll eru vælkomin! Leygardagur 6. november valevnini hjá Javnaðarflokkinum eru at hitta í býnum frá kl. 10 Valevnini hjá Javnaðarflokkinum eru at hitta í býnum. Kl. 10 á Kheops (fyrrv. Konditaríið), kl. 12 í SMS, kl. 14 í miðbýnum. Valevnini á netinum Á heimasíðuni hjá Javnaðarflokkinum kanst tú lesa meira um valevnini og lesa greinarnar hjá teimum - far inn á www.javnadarflokkurin.fo. Koyring á valstaðið Ynskir tú at verða koyrd/-ur á valstaðið, so kanst tú ringja á telefon 26 25 69. Hitti valevnini hjá Javnaðarflokkinum Søkt verður eftir fólki at arbeiða í vikuskiftum. Ring og hoyr nærri á tlf. 507929 ella 322006 (spyr eftir Heidi) Kvikkeyp, Hornabø,Tórshavn Pedagogur ella hjálparfólk Hevur tú hug at arbeiða á lítlum dagstovni í hugnaligari bygd,so er hetta møguliga nakað fyri teg. Dagstovnurin í Kvívík søkir pedagog, 40 tím- ar um vikuna, at byrja 1. desember 2004, ella eftir nærri avtalu. Løn og setanarviðurskifti eru samb.sáttmála mill- um Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeið- arafelag Føroya. Dagstovnurin í Kvívík er samansettur stovnur og heldur til í tveimum ymiskkum húsum í bygdini. Ein vøggustovubólkur við 10 børnum og ein barnagarðsbólkur við 20 børnum eru í tí eina húsinum,meðan ein bólkur við 6 av teimum elstu barnagarðsbørnunum og 6 børnum í skúlaaldri er í einum øðrum húsum í bygdini. Tað er barnagarðsbólkurin, sum hevur brúk fyri einum pedagogi,tí verandi pedagogur hevur valt at søkja nýggjar avbjóðingar. Vit kunnu bjóða hugnaligar arbeiðsumstøður, fitt og krevjandi børn og góðar starvsfelagar. Innandura hava vit ikki nógv pláss, men vit hava góðar møguleikar fyri at brúka náttúruna í nærumhvørvinum. Okkara mál við arbeiðinum er at skapa tryggar og mennandi umstøður fyri børn og vaksin innan fyri teir karmar, sum kommunan setur fyri virk- semi okkara. Vit ynskja umsøkjarar við viðkomandi útbúgving og royndum, hugi at arbeiða við børnum, hug- flogi og løttum sinnalag. Meira kann fáast at vita um starvið og viðurskiftini við at tosa við Bjarna Clementsen, leiðara á telefon 214360. Umsóknir við prógvum, viðmælum og CV skulu vera stovninum í hendi innan 20. november 2004.Um starvið ikki verður sett við pedagogi,so verður starvið sett tíðaravmarkað við fólki við øðrum førleika. Pedagoglesandi, sum vænta at verða liðugt útbúgving í februar 2005, eru eisini vælkomin at søkja. Dagstovnurin í Kvívík Att. leiðarin FO 340 Kvívík Tlf. 421660 Lesið - so eru tit við Eysturoyingar Eysturoyar Teoriskúli Nýtt teoriskeið byrjar hóskvøldið 4. november kl.19.00 á Glyvrum Tilmelding hjá: Hugo Kristiansen, tel 225225 Sosialurin 341800 Høll til sølu Vísandi til kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2002 um alment útboð av kommunalari fastogn, lýsir Sumbiar Kommuna høllina, sum stendur á havna- lagnum í Lopra, til sølu. Høllin er 1275 fermetrar stór. Upplýsingar um søluna fáast við at venda sær til Sumbiar Kommunu. Møgulig tilboð um keyp skulu vera skrivlig,og verða Sumbiar Kommunu í hendi í seinasta lagi 15. november 2004. Kommunustýrið skilar sær rætt til at velja ímillum innkomnu tilboðini ella at havna øllum. Sumbiar Kommuna FO-970 Sumba Tlf.+298 370344 + 298 211301 Fax +298 370114 FLÚRAR í vikuskiftinum spæla: SJAVSKAPPING VERÐUR MÁNADAGIN 8. NOVEMBER kl. 19.00 Sosialurin 341800 www.sosialurin.fo C M Y K 31 30