fríggjadagur 5. november 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 212 - 5. november 2004
Nr. 212 - 5. november 2004
29
Jaspur Vang
Valevni Sambandsfloksins
á Tvøroyri.
Kommunur í londunum
uttan um okkum leggja
saman, eins og alt fleiri
føroyskar
kommunur
leggja saman. Somuleiðis
leita lond, felagsskapir og
vinnuvirkir, hvør í sínum
lag saman í størri eindir.
Yvirskipaða endamálið
við nevndu samanlegg-
ingum er m.a. at ratio-
nalisera raksturin, menna
um- og fyrisitingar og í
felag vinna størri fíggjar-
liga, politiska og hugsjón-
arliga styrki og ávirkan.
Í og við at Suðuroy harum-
framt er eitt vinnuøki fyri
seg, ein arbeiðsmarknaður
fyri seg, eitt eldraøki fyri
seg, eitt skúla- og mentun-
arøki fyri seg og til seinast,
men ikki minst, eitt val-
dømi fyri seg, er í mínum
hugaheimi nógv, sum talar
fyri, at Suðuroy hevði
staðið munandi sterkari
sum ein kommuna.
Gongdin seinastu
mongu árini.
Tað er eingin loyna, at
gongdin í Suðuroy seinastu
mongu árini hevur verið
tann skeiva vegin. Vit
kunnu m.a. staðfesta, at
fólkatalið hevur verið - og
er fallandi, eins og arbeiðs-
loysið er vaksandi og størri
enn aðrastaðni í landinum.
Inntøkugrundarlagið
í
oynni er í ov stóran mun
beinleiðis tengt at fiski-
vinnuni og tí óstøðugt, eins
og meðalinntøkan er ov lág
í mun til onnur øki í land-
inum. Vanda- miklasta av-
leiðingin av hesari skeivu
gongd er, at aldursbýtið
gerst alt meira avlagað,
t.v.s. at talið av ungum fólki
og fólki í vinnuførum aldri
alsamt minkar í mun til
talið av eldri fólki.
Hvat er orsøkin ?
Orsøkirnar
til
skeivu
gongdina í oynni eru part-
vís at finna í førda lands-
politikkinum og partvís
her í oynni. Heldur ikki
kunnu vit síggja burtur frá,
at í londunum uttan um
okkum er gongdin tann, at
útjaðarøkini vikna í mun til
meginøkini.
Tí mugu vit ásanna, at
tað ikki finnast lættar og
skjótar loysnir á trupul-
leikunum, og at tað fyrst og
fremst áliggur okkum, sum
búleikast í oynni og ser-
stakliga teimum vit velja at
umboða okkum lands- og
kommunupolitiskt,
at
ganga undan í einum mið-
vísum,
tvørpolitiskum
yvirskipaðum arbeiði at
menna oynna sum eina
heild.
Vilja vit munandi broyt-
ingar, mugu vit fremja
munandi broytingar. Ver-
andi kommunuskipan í
oynni hevur ikki megnað at
forða
skeivu
gongdini.
Heldur ikki verandi sam-
starv - ella rættari, tørvurin
á slíkum - millum lands-
og, kommunupolitikarar og
aðrar áhugabólkar í oynni
hevur megnað at venda
skeivu gongdini.
Kommunupolitikarar
hava tí skyldu at finna fe-
lags stev á eitt nú skúla-
økinum, eldraøkinum og
mentunarøkinum, eins og
tá umræður at skapa vinn-
uni bestu karmar at virka
undir og ungdóminum góð
kor at veksu upp - og
búnast
undir.
Soleiðis
verður fíggjarlig, politisk
og hugsjónarlig orka skila-
best nýtt, um vit lyfta í
felag.
Harumframt hava komm-
unu- og landspolitikararnir
í samstarvi við ymisku
áhugabólkarnar í oynni
skyldu til í størst møgulig-
an mun at finna felags
landspolitiskt stev, fyri
síðani at gera sína ávirkan
galdandi landspolitiskt, eitt
nú umvegis kommunalu
felagsskapirnar og umvegis
landspolitikararnar,
sum
valdir eru í oynni. Hettar
soleiðis at landspolitiska
orkan í oynni kann verða
nýtt á skilabesta hátt, held-
ur enn sum nú, har lands-
politikarar, hvør í sínum
lag, profilera seg fyrilitar-
leyst.
Landspolitiskt hevði tað
yvirskipað verið munandi
skilabetur, um oyggjn var
ein kommuna, sum savn-
aði, samansjóðaði, undir-
bygdi og framsetti krøv og
uppskot til loysnir - allari
oynni til frama. Her kunnu
vit nevna uppskotið frá
landsstýrinum um bygging
av skúladepli í Hovi og
ellis- og røktarheimi í Vági
sum dømi um, í hvussu
stóran mun tørvandi sam-
starv skaðar oynna.
Eldraøkið
Stórrakstrarfyrimunirnir
við at byggja stórt, heldur
enn at byggja smátt á eitt
nú eldraøkinum, áttu at
veri eyðsýntir.
Tá talan er um hjálp til
okkara eldru, sum eru før
fyri - og ynskja at verða
búgvandi heima, er tað væl
eisini munandi bíligari at
reka eina felags tænastu til
hesi okkara eldru, heldur
enn at hvør kommuna sær
umsitur og rekur tílíka tæn-
astu.
Eitt skúla- og
mentunarøki
Tá hugsað verður um eitt
nú framhaldsdeild fólka-
skúlans, kvøldskúlaundir-
vísingina og musikskúla-
undirvísingina, hevði eitt
skipað samstarv um alla
oynna kunna havt við sær
eitt størri næmingatal. Har-
við hevði verið skapt
grundarlag fyri fleiri og
meiri fjøltáttaðum undir-
vísingartilboðum, eins og
verandi játtanir á økjunum
kundu verið betur gagn-
nýttar.
Rakstrarfyrimunir
Ein kommunal eind, heldur
enn 7 kommunur, áttu at
havt við sær ein bíligari
rakstur, eins og ein stór
kommunal eind í oynni
hevði verið før fyri at rikið
eina eitt nú løgfrøðiliga og
byggitekniskt sterkari um-
siting, enn smáu eindirnar
hvør sær eru tað. Havandi í
huga tosið um at leggja alt
fleiri málsøki út til komm-
unurnar at umsita, verður
helst neyðugt við munandi
sterkari kommunalari um-
siting í oynni, uttan mun til
um kommunurnar leggja
saman ella ikki.
Soleiðis hevði heldur
ikki verið neyðugt at latið
eins nógvan pening av
oynni fyri eitt nú løgfrøði-
ligar og byggitekniskar
tænastur, sum vit gera tað í
dag.
Sum einfalt dømi um
rakstarfyrimunir kann eis-
ini nevnast, at um oyggjin
var ein kommuna, høvdu
løn, fundarpeningur og
aðrar samsýningar til 1
borgarstjóra og 9 ella 11
býráðslimir verið munandi
lægri, enn tilsvarandi út-
reiðslur til núverandi 7 bý-
og bygdaráðsformenn og
einar 43 bý- og bygda-
ráðslimir.
Frá sundurlyndi til
samanhald
Eg trúgvi eisini, at um
oyggjin var ein kommuna,
hevði tað í sjálvum sær havt
við sær, at suðuroyingar í
størri mun sóu - og stóðu
saman um oynna sum eina
heild. Hettar soleiðis, at eitt
nú toganin millum bæði tey
størru plássini í oynni við
tíðini fekk ein enda og
sundurlyndi varð vent til
felags stev og tvørpolitiskt
samstarv.
Av tí at tað í Suðuroy eru
tvær javnt stórar kommun-
ur, er truplari at leggja
saman í eina kommunu her
suðuri, enn tað hevur verið
í teimum økjum, har fleiri
minni
kommunur
hava
savnað seg um eina størri
kommunu. Tí er tað eisini
heilt náttúrligt, at demo-
kratiska tilgongdin hevur
tikið longur tíð her í oynni,
enn aðrastaðni í landinum.
Tvær kommunur
Verður oyggjin løgd saman
í tvær kommunur, verður
eftir mínum tykki enn størri
gjógv millum ta, vit í dag
tíverri alt og ofta nevna
sunnaru - og norðaru hálvu,
rakstarligu
fyrimunirnir
verða ov smáir, eins og
fólkatalsligu - og fíggjar-
liga fyrimunirnir verða ov
smáir og politiska slag-
kraftin tilsvarandi minni.
Samanumtikið
Grundað á tey yvirskipaðu
viðurskifti, sum eru nevnd
omanfyri og við atliti til
gongdina uttan um okkum,
er tíðin eftir mínum tykki
búgvin til at leggja oynna
saman í eina kommunu.
Hettar eigur at verða gjørt
sum skjótast, soleiðis at vit
ikki gerast eftirbátar í mun
til onnur øki í landinum.
Robert Vilhelmsen
Valevni Javnaðarfloksins
- listi C
Øll eru ivaleyst samd
um, at tað skal verða
trygt og pláss fyri øllum
borgarum í ferðsluni - í
koyristóli, í barnavogni,
á súklu, til gongu,
motionistar, ella í einum
hvørjum akfari.
Veruleikin er tíverri
ein heilt annar. Tað er
eitt undur at ikki enn
fleiri óhapp henda við
ringast hugsandi fylgj-
um. Sambært hagtøl frá
Ráðnum fyri ferðslu-
trygd er títtleikin á
óhappum við álvarslig-
um fylgjum, umleið
tvífalt so stórur í mun til
fólkatalið í hinum norð-
urlondini
og
nógvar
ferðir størri enn í Svø-
ríki. Hesin veruleiki eig-
ur at takast í størsta álv-
ara í sambandi við skip-
an av ferðslutrygdini í
kommununi.
Í Havnini eru fleiri
dømi um høvuðsvegir
við nógvari og tungari
ferðslu har ferðslutrygd-
in er út av lagi vánalig.
Sum dømi kann nevnast
Varðagøta, sum bert
partvíst hevur gongu-
teigar hóast hon er høv-
uðsferðsluæðr til tveir
av størstu skúlunum í
kommununi, umframt
barnagarð og vøggu-
stovu. Umframt, at tað
vanta gonguteigar, er
Varðagøta sera vanda-
mikil við fleiri vegamót,
ringt ella onki útsýni og
onki sum avmarkar ferð-
ina á hesum støðum.
Neyðugt verður at seta
ferðslutrygdina í hásæti,
fyribyrgja, gera pláss
fyri øllum og at gera
hetta í tøttum samstarvi
við m.a. Ráðið fyri
ferðslutrygd, skúlar og
løgregluna.
Við tínum stuðli og at-
kvøðu fer hetta at verða
eitt av mínum fremstu
málum at fremja í Tórs-
havnar kommunu.
Tryggleiki og lívsvirði
- til allar borgarar!
Tryggleiki og pláss
til øll í ferðsluni
VIÐMERKINGAR
Hans Albert
Hansen
Hoyvík
Valevni Sambandfloksins
www.hansalbert.com
Sera umráðandi er at fáa
gongd aftur á leirdúgvu-
skjótingina
í
Havn.
Sjálvandi eiga vit í høv-
uðsstaðnum
at
hava
slíkar møguleikar.
Veiðifelagið
Byrsu-
múli hevur í skjótt 10 ár
verðið forðað í at framt
skjótivenjingar
og
skjótikappingar í Sand-
víkum. Hesi viðurskifti
mugu fáast í rættlag sum
skjótast.
Tá hugsað verður um
trygd í samband við
veiðu í Føroyum, hevur
eitt slíkt skjótifelag góð-
ar møguleikar at hava
skjóti- og trygdarskeið.
Slík skeið áttu at verið
partur av einari broyttari
veiðilóggávu.
Sandvíkar eru ser-
stakliga vælegnaðar til
skjótibreytir. Við nýggj-
ari útgerð er gjørligt at
skjóta, uttan at hetta
misprýðir náttúruna. Eru
umstøðurnar nóg góðar
letur hetta eisini møgu-
leikar upp fyri, at ferða-
fólk
kundu
komið
hendavegin á "skjóti-
feriu"at skotið til máls,
nakað á sama hátt, sum
tá ferðafólk spæla golf.
Byrsumúli skal ikki
bíða longur, men hava
eina skjótibreyt sum
skjótast, hesum vil eg
arbeiða fyri.
VAL04
Skjótibreyt í Sandvíkum
við stórum møguleikum
VAL04
Saman stendur Suðuroy sterkari
VAL04
Gjald fyri valgreinar
Nú kommunuvalið er lýst, og fleiri vallistar eru almannakunngjørdir, fara vit eins og til undanfarin val at taka gjald
fyri valgreinar. Gjaldið fyri valgreinar er hálvur lýsingaprísur.
Sosialurin
C
M
Y
K
29
28