fríggjadagur 5. november 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 212 - 5. november 2004
VÍF-Neistin 22-34
(12-16):
Greiður
Neista-
sigur
Kvinnurnar hjá
Neistanum eru nú
næst ovastar í
deildini
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Mikukvøldið
leiktu
kvinnuliðini hjá VÍF og
Neistanum. Í mun til
mansdystin
millum
somu feløg, so var ikki
nakar serligur spenning-
ur í hesum dystinum.
VÍF hevur eftir fleiri
góð nú sett sær fyri at
byggja eitt mest sum
nýtt lið upp, og tað sæst
eisini aftur í úrslitunum,
sum ikki hava borgað
fyri nøkrum heiðurs-
merkjum í ár.
Hjá Neistanum tykist
støðan hinvegin vera
tann, at tær í ár vilja
hava heiðursmerki burt-
ur úr árinum, og miku-
kvøldið var so eingin
slingur í valsinum.
Longu tíðliga í dystin-
um byrjaði Neistin at
toga frá. Kanska ikki so
ógvusliga, men í einum
longum
og
seigum
trekki fóru tær alsamt
longur frá mótstøðuni.
Serliga eftir steðgin fór
at dragna, og tá saman
um kom, so kundi neyv-
an nakar í høllini seta
ein fingur á sigurin, sum
altso tók Neistan upp á
næst ovasta sessin í
deildini.
Fakta um dystin
VÍF-Neistin 22-34 (12-
16)
Málskjúttar
VÍF: Ioana Rápa 11(4),
Kirstin Helgadóttir 2(1),
Linda Johannesen 2,
Sára Jógvansdóttir 2,
Manuela Stan 1, Eyðritt
Andreasen 1, Alis Høg-
hamar 1, Tórunn Jón-
olvsdóttir 1
Neistin: Simona Peter-
sen
11(5),
Marjun
Tróndarson 5(2), Ása
Dam á Neystabø 5(1),
Lív Sørensen 4, Annika
Thomsen 4, Kára á
Dunga 3, Unn Krage-
steen 2
Brotskøst:
VÍF
7,
Neistin 10
Útvísingar:
VÍF
2,
Neistin 1
Dómarar: Eyðun Sam-
uelsen & Andreas F.
Hansen
Greitt brot á
ítróttarandan
Kappingarnevndin
hjá FSF fer á fundi
hóskvøldið at við-
gera ítróttarliga
framferðarháttin hjá
MB
MB
Jákup Mørk
Flestu áskoðararnir kring
vøllin í Sandavági miku-
kvøldið mundu vera av
teirri greiðu fatan, at hetta
var at fara út um mark. At
nýta leikarar, sum heilt
greitt ikki høvdu loyvi at
spæla, fyri onkursvegna
at manifestera antin eina
provokatión
ella
eina
maktstøðu, soleiðis sum
hon einaferð var, tá MB
var sterkasta liðið í Vág-
oynni.
Tað kann helst vera ym-
iskt, sum liggur sum
grund fyri framferðini hjá
MB til dystin, men sæð úr
einum ítróttarligum sjón-
arhorni er helst einki, sum
kann forsvara slíkan at-
burð.
Føroysku
kappingar-
reglurnar fyri fótbólt inni-
halda ikki nakað serligt
perri um tað, sum danir
rópa »at brnge spillet i
miskredit«. Einki er at
ivast í, at ein slík hending
í eitt nú Danmark hevði
sortera undir slíkar reglur,
men heilt á berum stendur
kappingarnevndin
hjá
FSF tó ikki.
Reglurnar siga nevnliga
greitt, at FSF kann av
sínum eintingum taka mál
upp til viðgerðar, og at
revsingin væl kann vera
onnur, enn bara tað at tapa
við 0-0.
Og stendur tað til for-
mannin
í
kappingar-
nevndini, Bjarka Mohr, so
skal MB heldur ikki
sleppa óátalað frá hend-
ingini.
– Nú fái eg sjálvandi
ikki tala fyri kappingar-
nevndina sum so, men
persónliga haldi eg, at
hetta er farið langt út um
mark. Hetta er heilt greitt
ímóti reglunum, sum eru
galdandi, og hetta er heilt
greitt ímóti ítróttarandan-
um. Og tað eigur so ikki
at fara framvið uttan víð-
ari,
staðfestir
Bjarki
Mohr.
Víðari sigur hann, at
kappingarnevndin skal í
øðrum sambandi hava
fund hóskvøldið, og at
málið uttan iva verður
tikið upp á hesum fundi.
Hvør avgerðin her verður,
fær formaðurin ikki sagt,
men møguleikarnir eru
fleiri. Eitt nú at geva fel-
agnum bót, ella at koyra
tað úr kappingini. Bróður-
parturin av áskoðarunum
mikuvkvøldið munnu í
øllum førum halda, at
bæði hesi alternativini
høvdu verið hóskandi.
Persónliga sigur Bjarki
Mohr seg vera hart ímóti
háttinum, sum MB
fyrireikaði seg til dystin
móti SÍF uppá
Grein 38, stk 3 í kappingarreglunum fyri fótbólt:
F.S.F. kann eisini í serligum førum sjálvt taka eitt
mál til viðgerðar, um illgruni er um, at eitt ávíst
felag hevur framt brot á hesar reglur. F.S.F. skal tá
geva felagnum boð um hetta, áðrenn nøkur avgerð
verður tikin.
Grein 39 í somu reglum
Brot á hesar kappingarreglur verða viðgjørd av
Kappingarnevndini, sum kann gera úrskurð um, at
felag, ið hevur framt brot á hesar reglur, skal revsast
við:
• ávaring
• bót
• at tapa dyst
• at felagið verður dømt at missa heimavøll í ein
ella fleiri dystir
• at felagið verður koyrt úr kappingini
FAKTA
Neistin misnýtti sínar
møguleikar, tá teir
høvdu kjansin at taka
tvey týðandi stig í
Vestmanna, og so
vann oddaliðið aftur
ein eitt-máls sigur
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Einki er at ivast í, Neista-
menn iðraðu seg eftir dyst-
in móti VÍF mikudagin.
Bara átta sekund fyri leik-
lok høvdu teir annars
møguleikan at avgera alt.
Áki Mørk fintaði seg leys-
an, men hann misnýtti
møguleikan, og so kundi
VÍF kontra. Agnar Joensen
streyk avstað. Spældi Inga
Olsen blankan, og so stóð
33-32 á talvuni við einum
sekundi eftir at spæla.
Tóku ikki av
Somikið stórur var spenn-
ingurin í Vestmanna hesa
seinastu løtuna, og sum
heild var talan alla tíðina
um ein javnan dyst. Kanska
var spælið ikki av tí besta,
men
dramatikkurin
og
nervin helt sær alla tíðina.
Hjá VÍF vóru nakrar
broytingar gjørdar á liðn-
um. Áki Olsen, sum tó eis-
ini var við ímóti Kyndli
herfyri, fekk nú nakað
meira av spælitíð á bakkin-
um, soleiðis at hann kundi
avlasta stórabeiggjan, og
eisini John Zachariassen
var nú aftur at síggja, eftir
skaðasteðg.
Tað gekst tó striltið at
sleppa frá Neistanum. Ikki
minst tí Jota í bláa málinum
stóð seg hampuliga væl í
fyrra hálvleiki, har hann
fleiri ferðir steðgaði vest-
menningum
í
góðum
skotstøðum.
Fyrstu løtuna av seinna
hálvleiki var tó um reppið,
at
alt
skrædnaði. VÍF
smekkaði trý mál á rað inn,
men Neistin fekk svarað
aftur, og so gekk tað seig-
liga fram móti dystarenda.
Seinasta korterið ella so
vóru tað gestirnir, sum tókt-
ust hava munin, men frá
vestmenningunum sluppu
teir ikki. Eitt mál á muni,
javnleikur,
eitt
mál
á
muni…
Og so vórðu tað sum sagt
at enda vestmenningarnir,
sum sluppu at avgera, men
tað var so ikki uttan drama.
Sum nevnt, so hevði Áki
Mørk gyltan møguleika fá
sekund fyri hesum, og við
støðuni 31-31 hevði sami
leikari
møguleika
við
brotskasti. Sum ikki eina-
ferð, so fekk Dejan Lacok
tó vart fyri hesum, og so
slapp VÍF framum. Neistin
javnaði til 32-32, og tá VÍF
so eftirfylgjandi brendi,
kundu teir bláu tikið stigini,
men tað varð so av ongum.
Minimalisma
Og so er VÍF aftur oddalið.
Átta stig fyri fimm dystir er
so avgjørt góðkend úrtøka,
og einki er at ivast í, at tey í
Vestmanna er væl nøgd um
hetta. Ikki minst tí liðið
væntandi verður væl sterk-
ari í bæði verju og álopi, tá
Sámal Joensen aftur fær
spælt.
Onkur vil kanska siga, at
sigrarnir hava verið lítið
sannførandi, og tað sæst so
eisini aftur á talvuni, har
málmunurin enn er negativ-
ur. Men tað leggja vest-
menningar helst líka í. Og
sum ein klókur maður eina-
ferð hevur sagt. »Skjýtur tú
eitt mál meira enn mót-
støðuliðið í hvørjum dysti,
so verður tú heilt víst
meistari!«.
Fakta um dystin
VÍF-Neistin 33-32 (19-19)
Málskjúttar
VÍF: Ingi Olsen 11(4), Áki
Olsen 5, John Zachariassen
5, Áki G. Olsen 5, Agnar
Joensen 4, Harald Bjørgvin
1, Daniel Rápa 1, Jákup S.
Andreasen 1
Neistin: Áki Mørk 11(3),
Dann Thorleifsson 7, Helgi
Michelsen 3, Blagoje Buha
3, Ræni Slættanes 3, Damir
Oros 3, Ólavur Brimnes 2
Brotskøst: VÍF 4, Neistin 5
Útvísingar: VÍF 2, Neistin
1
Dómarar: Eyðun Samu-
elsen & Andreas F. Hansen.
VÍF-Neistin 33-32 (19-19):
Eitt mál er nokk!
Ingi Olsen á Áki Mørk áttu høvuðsleiklutirnar seinastu spennandi løtuna, tá VÍF enn einaferð
togaði ein tepran sigur heim
savnsmynd
C
M
Y
K
26
Nr. 212 - 5. november 2004
27
Heðin Mortensen
býráðslimur
Frá á nýggjárinum verð-
ur Hestur partur av
Tórshavnar kommunu,
og helst er tað við
blandaðum kenslum at
onkur sigur síni gomlu
kommunu farvæl, fyri at
innlimast inn í størri
kommunu. Tað er eisini
vælskiljandi, samstundis
sum eingin ivi er um, at
hestfólk við samanlegg-
ingini hava valt fram-
tíðina.
Sjálvur eri eg sann-
førdur um, at hestfólk
við
samanleggingini
gera nakað av tí, sum
danski heimsspeking-
urin Søren Kierkegaard
einastaðni tosar um: »At
tora er at missa fóta-
festið í eina løtu, ikki at
trúgva er at missa seg
sjálvan«.
Eg ivist ikki í, at
onkur spyr seg sjálvan,
um bygdin nú er slept
upp á fjall og fer at
hvørva í tí stóra meldr-
inum í høvuðsstaðnum.
Men einki er skeivari
enn tað, tí við saman-
leggingini fær Hestur
eitt hav av møguleikum,
ið bara skulu brúkast.
Tórshavnar kommuna
hevur bundið seg at
tryggja hestfólki somu
tænastur og somu møgu-
leikar, sum allir aðrir
borgarar í kommununi
hava. Harumframt eru
fleiri ítøkilig mál greitt
avtalað undir samráð-
ingunum, sum veruliga
staðfestu, at hestfólk
hava dirvi at hyggja
frameftir.
Batar og loysnir
Eitt mál, ið øll bygdin
kann fáa stóra gleði av,
er svimjihøllin, sum nú
skal skipast eftir sama
leisti sum tey býlings-
húsini, vit frammanund-
an kenna frá Havnini.
Umframt at vera bygda-
stova, ið gevur møgu-
leika fyri alskyns virk-
semi um veturin, verður
svimjihøllin opin um
summarið, frá mai til
september.
Av loystum málum
kunnu nevnast flóti-
brúgvin og asfalteringin
av
keiøkinum.
Men
meira er á veg, tí farast
skal undir garð rundan
um kirkjugarðin, lendi
til framtíðar kommunal
áhugamál og ikki minst
eitt spælipláss og fót-
bóltsvøll, ið kann fáa
almikið at týða fyri
trivnaðin hjá yngra og
yngsta ættarliðnum í
Hesti.
Skúlin skal gerast tíð-
arhóskandi, og somu-
leiðis eru settir pengar
av til asfaltering av øll-
um bygdarvegnum, um-
framt at kloakk skal
gerast í allari bygdini, so
tær umstøðurnar verða
nøktandi og góðar fyri
umhvørvið. Hetta er alt
nakað, øll bygdin fær
gleði av.
Umstøðurnar hjá eldri
at hittast og stytta sær
stundir saman skulu
gerast í Hesti. Møguliga
eigur eisini at verða
hugsað um sambýli til
tey eldru, so tey sleppa
undan at fara av oynni,
tá tey kanska ikki longur
klára seg heima. Hetta
krevur ein miðvísan
eldrapolitikk, nú eldra-
økið er stóra avbjóð-
ingin hjá Tórshavnar
kommunu í hesum kom-
andi valskeiðnum.
Vinnumøguleikar
Skal hyggjast frameftir,
so er tað av størsta
týdningi,
at
skaptir
verða møguleikar fyri
smærri vinnu í bygdini,
nú eitt nú umstøðurnar á
keiøkinum eru blivnar
so nógv betri. Her er tað
bara hugflogið, ið setir
markið, men kommunan
eigur at hava ein virknan
leiklut, ið skundar undir
og stuðlar vinnuligum
virksemi í Hesti.
Eg vil fegin virka fyri,
at hildið verður fram við
tí arbeiði, ið er sett í
gongd, so Hestur á ong-
an hátt verður eftirbátur,
men tvørturímóti verður
ein partur av stóru
kommununi, ið hevur
lætta atgongd til somu
rættindi, tænastur og
møguleikar, sum allir
aðrir borgarar í Tórs-
havnar kommunu.
Hestfólk á veg inn
í framtíðina
VIÐMERKINGAR
Sámal í Gong
Valevni á lista H til
býráðsvalið
Verandi samgonga hevur
við danskari ráðgeving
staðið fyri at leggja allan
Hoyvíkshagan út til bygg-
ing uttan fyrilit fyri bónda-
garðsbrúkinum. Ein út-
stykking í ovurstórari vídd,
har trupult er at fáa eyga á
hvør samanhangur er í út-
byggingini og hvussu býar-
parturin er skipaður við
teim funktiónum, ið hartil
hoyra. Um bústaðarøkið
nakrantíð verður annað enn
ein sovibýur kann ivast
stórliga í. Eru øki løgd út
til handil og ídnað, mentan-
arøki, spælipláss og frítíð-
arøki, heilsubótarstøð og
annað ?
Tá
danskir
ráðgevar
skulu
siga
býráðnum
hvussu farast skal fram,
kann framtíðar menning
ikki blíva annað enn eitt
danskt bústaðarmynstur.
Føroyskt lendi er annar-
leiðis
háttað
enn
tað
danska,
og
búsetingar-
mynstrið er eisini annar-
leiðis – sjálvt um hetta
undir fleiri ára útlendskari
ávirkan er vorið meiri og
minni gelt.
Onnur øki – stór og smá -
finnast kring um í Tórs-
havnar kommunu, og væl
ber til at leggja út til øll
samfelagsins endamál uttan
at skapa deyð og einki-
sigandi búpláss.
Setið krossin við meg
týsdagin, og tit skulu verða
vís í, at annað skil skal
koma í ta óskipaðu og sera
vánaligt stýrdu býarplan-
legging, ið verandi sam-
gonga hevur staðið fyri.
Allir borgarar skulu innan 4
mánaðir fáa tillutað grund-
øki – ikki bara í haganum í
Hoyvík, men allar staðir
har byggiøki kunnu leggj-
ast út.
Finnleif Guttesen
býráðslimur og valevni
Nógv er sagt um Tvøroyrar
kommunu, og hvussu hon
hevur stuðla vinnulívi í
farnum tíðum.
Tað er ikki bert skuld
komin burturúr, at komm-
unan hevur stuðla vinnu-
lívinum á Tvøroyri, tað
mugu vit øll viðurkenna.
Vit kunnu øll verða
bakklóg og siga, at hatta og
hatta var høpisleyst at
stuðla, men vóru orsøkirnar
til stuðulin, at varðveita
arbeiðspláss
og
ikki
kenningarpolitikkur, so
er væl ikki so nógv at
finnast at, og vónandi
hevur
man
lært
av
feilunum.
Kommunan kann stuðla
Nú tíðirnar sýnast at blíva
eitt sindur verri, kann
kommunan eisini stuðla
uppá ymiskan máta, t.d:
• Sum nú í summar, har
ungfólk fingu eitt sindur
av arbeiði hjá kommun-
uni.
• Kommunan kann seta
kommunalt arbeiði íverk
t.d.uppá kloakkir, drekki-
vatn, skúlar,vegir, út-
stykkingar o.a.
• Kommunan kann seta
leigugjaldið niður uppá
kommunal grundøkir og
bátahyljapláss.
• Kommunan er ikki
noydd til, at hækka
barnaansingargjaldið, tað
kann standa í stað og
enntá lækka.
• Kommunan kann gera
bátahyl eystanfyri nýggju
samferðsluhavnina
og
vinnuøki klár.
• osv
Hetta kemur sjálvsagt at
kosta, men tað gevur ar-
beiði og harvið skattainn-
tøkur, so í síðsta enda kann
tað enntá geva vinning í
kommunukassan.
VAL04
Grundstykki til øll
VAL04
Tvøroyrar kommuna og vinnulívi
VAL04
Súni í Hjøllum
Sum bygdaráðslimur í Nes
kommunu ert tú við til at
umsita
skattgjaldarans
pening, sum í løtuni er 27
mió. kr árliga. Hetta er ein
stór ábyrgd, men sam-
stundis ein sera spennandi
uppgáva, tá ið tú ynskir
framburð og menning fyri
bygdirnar á Nesi, Toftum
og í Saltnesi.
Verður mær víst álit á
valdegnum, fari eg fram-
haldandi at virka fyri at
skapa góðar karmar fyri
vinnuligum og arbeiðs-
skapandi virksemi, sum so
aftur ger tað møguligt at
loysa mong og stór mál, ið
liggja fyri framman. Mál,
sum hava sum stavnhald at
betra um trivnaðin fyri øll í
Nes kommunu — ung sum
eldri.
Valið í Nes kommunu
VAL04
Annfinn Brekkstein
valevni fyri Sambands-
flokkin til býráðsvali
Tað skal vera møguligt hjá
smáídnaðinum at vera við.
Nú Skarðshjalli er um at
vera liðugur, og ídnaðara-
stykkini verða seld vinnuni,
skuldi tað verið ein møgu-
leiki hjá smáídnaðinum at
fingið sín tørv nøktaðan.
Her hugi eg um møgu-
leikan at leiga ella keypt
eitt vinnustykki upp á um-
leið 500 fermetrar.
Tað eru fleiri smáfyritøk-
ur sum ikki hava møguleika
at keypa stór ídnaðarstykki
og harvið bjóða ímóti
teimum stóru og væl etab-
eleraðu vinnufyritøkunum í
býnum. Her vildi eg meint,
at kommunan skuldi borið
so í bandi, at smáfyritøkur
– tað veri seg smá-entre-
prenørar,
lastbilaeigarar,
busseigarar og maskin-
eigarar – fingu annaðhvørt
til keyps ella leigu eitt
stykki, sum hóskar teirra
tørvi.
Hesar
fyritøkur
hava
ongastaðni at vera og
kunnu ikki seta síni amboð
nakrastaðni – so sum bilar
og maskinur – við tí úrsliti,
at lastbilar, bussar og
entrenøramboð standa, har
tað ikki er loyvt.
Hesin møguleiki at fing-
ið eitt stykki, er ein hjálp til
vinnuna og samstundis ein
fyrimunur fyri kommun-
una, tí tá fáa vit skipað
viðurskifti á hesum øki, ið
gagnar bæði vinnuni og
borgarunum.
Tað eru ikki allar vinnu-
fyritøkur, ið hava fíggjar-
ligt grundarlag fyri at
keypa stór ídnaðarstykki,
og tí skal tað verða ein
møguleiki at leiga stykki til
endamálið.
Vit hava eina vælvirkandi
kommunala fyrisiting í
Tórshavnar kommunu, sum
hevur fullan førleika til at
umsita leigustykki og har-
við seta rímuligar treytir og
krøv til leigustykkini.
Hesum vil eg sum val-
evni virka fyri!
Vinnustykki til leigu ella til keyps
VAL04
27