fríggjadagur 5. november 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fótbólturin og felags
samstarvið í Vágum
sigraði, tá SÍF við
nærum 100% vissu
tryggjaðu sær, at tað
eisini næsta ár verður
eitt FS Vágar í aðru
deild
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Skomm. Stór skomm. Tað
mundu vera fyrstu orðini,
sum runnu gjøgnum heys-
in, tá dysturin millum SÍF
og MB varð blástur ígongd.
Eitt var, at hetta var ein
heldur hugtung løta hjá
teimum, sum í nógv ár hava
stríðst fyri at fáa eitt sterkt
FS Vágar upp at standa.
Dysturin var í so máta ein
lagnudystur, sum fór at
gera
av,
hvørt
einum
felagsliði yvir høvur var lív
lagað. Undan dystinum
hevði SÍF boðað frá, at stóð
tað til teir, so verður talan
framvegis um eitt FSV
komandi kappingarár, men
tað verður so uttan MB,
sum longu í vár boðaði frá,
at teir tóku seg úr samstarv-
inum, tá hetta kappingar-
árið var av.
Ólógligir leikarar
Tað er í sjálvum sær ein er-
lig støða at hava, og í so
máta var talan ikki um
nakra skomm. Skommin
var heldur, hvussu mið-
vingar høvdu valt at fyri-
reika seg til dystin. Hvørt
tað var talan um eina roynd
at mobilisera tað besta, sum
bygdin hevur alt seinnu
árini, ella um talan bara var
um ein jánkasliga roynd at
fáa
sandavágsmenn
at
kæra, fæst helst ongantíð at
vita. Men í øllum førum
funnust fleiri leikarar á
liðnum, sum als ikki høvdu
loyvi at vera við.
Í vikuni høvdu feløgini
bæði fingið ein lista frá
FSF, har tað greitt fram-
gekk, hvørjar leikarar fel-
øgini kundu gera nýtslu av.
Eitt nú stóðu hvørki Birgir
Jørgensen ella Petur Eiriks-
son á hesum lista, men
kortini vóru teir millum teir
ellivu, sum byrjaðu á vøll-
inum fyri MB. Tað sama
vóru Bogi Ellefsen, Trygvi
Askham og Árni Hansen,
sum annars hava leikt fyri
SÍ. Tað ljóðaði, at spæli-
loyvið hjá hesum seinastu
nevndu var latið MB í evstu
løtu, men har tala reglurnar
hjá FSF sítt greiða mál.
Einki leikaraskifti frá 10.
august til kappingarárslok,
og so var ikki stórt meira at
tosa um tað. Og skuldi tað
havt hent seg, at spæliloyv-
ini vóru avgreidd, so hevði
ein leikari sum Birgir Jørg-
ensen kortini ikki havt
loyvi at spælt, tí hann fekk
reytt kort í seinasta dystin-
um í aðru deild í ár.
At alt hetta so varð sam-
antvinna við einum provok-
erandi innmarchi, har MB-
fløggini vórðu borin høgt,
gjørdi bara ilt verri. Heldur
enn at talan skuldi verða
um eina ítróttarliga avgerð
um, hvør parturin skuldi
halda liðnum í aðru deild,
tóktist hetta onkursvegna
vera ein manifestatión av, at
MB er nakað serligt, og at
felagið nokk eisini skal
standa seg tey næstu 99
árini.
Fótbólturin vann
Á vøllinum gjørdist tað tó
tíbetur tær ítróttarligu fyri-
treyitirnar, sum avgjørdu tað
mesta. Ætlanin hjá MB við
styrkinum var kanska, at teir
skuldu vinna dystin, fyri
síðani at proklamera at sig-
urin varð frátikin teimum á
skrivaraborðinum, men tann
ætlanin helt so ikki.
Við gomlu kempum sum
eitt nú Torkil Nielsen, Al-
bert Ari Thomassen, Emil
Hentze og øðrum eydnaðist
fyri tað mesta SÍF - sum
leiktu í FS V troyggjum - at
halda tamarhald á dystin-
um. Tíðliga komu teir á
odda, tá John Thomsen fór
upp ígjøgnum alla vinstru
síðu, fyri við eini blanding
av hepni og vilja at fáa trýst
bóltin inn um. Og í einum
tveimum førum høvdu teir
eisini góðan møguleika at
økja um leiðsluna, uttan at
hetta tó eydnaðist.
Eftir steðgin brendi eitt
sindur meira á í so máta.
Heimaliðið megnaði als
ikki í sama mun at halda
bóltinum koyrandi. Fyri tað
nógva varð heldur sparkað
burtur í vónini um, at tað
skuldi eydnast Tór-Ingari
Akselsen at renna bóltarnar
upp, men hann varð væl
ansaður av gestunum.
Hinvegin var um reppið,
at Birgir Jørgensen skoraði,
tá hann gjørdist einsamall-
ur við málverjanum, men
úr hálvspískum smekkaði
hann til fram við málinum,
og løtu seinni varð alt av-
gjørt. Fyrst endaði ein lang-
ur solotúrur hjá Tór-Ingari
við, at Rúni Olsen fekk
bóltin í høgra borði. Hann
var ísakaldur, tá hann fyrst
rundaði ein verjuleikara,
áðrenn hann langaði bóltin
flatt í netið til 2-0. Og løtu
seinni stóð 3-0, eftir at út-
lúgvaður Torkil Nielsen
vann eitt heldur heppið
brotsspark, sum Tór-Ingar
setti trygt í kassan.
Rómurin á heimaáskoð-
arunum var øgiligur, og
rópini út á vøllin vóru ikki
altíð so vinarliga sinnað
móti gestunum, sum nú
bæði umsitingarliga, fyri-
reikingarliga og ítróttarliga
høvdu spælt fallitt.
Kæra seg sjálvar?
Fallitt er kanska dekan ov
nógv sagt, tí sjálvandi hev-
ur MB enn møguleikan,
alla ta tíð at enn er ein
returdystur eftir at spæla.
Tað tykist tó heldur marg-
háttligt, at besti møguleik-
in, sum MB hevur at vinna
samlaðu uppgerðina, nú er,
um teir kæra seg sjálvar fyri
nýtslu av ólógligum leikar-
um. Tað kundi viðført eitt
tap upp á 0-0, og so høvdu
møguleikarnir hjá einum
kanska lógligum MB verið
størri leygardagin, enn teir
annars eru.
At MB má kæra seg
sjálvt, kemst helst av, at
sandavágsmenn
neyvan
gera tað. Teir hava vunnið
dystin við ítróttarligu for-
treytunum á rætta stað, og
so sleppa teir undan at ger-
ast partur í hesum stríðs-
málinum. Annar møguleiki
er so eisini, at FSF sjálvt
tekur málið til viðgerðar.
Sum tað framgongur aðra
staðni á síðuni, so er tann
møguleikin als ikki so
fjarður, og so er spurning-
urin, hvat úrslitið verður.
SÍF-MB 3-0 (1-0)
1-0: John Thomsen
2-0: Rúni Olsen
3-0: Tór-Ingar Akselsen
(br.)
Dómari: Dagfinn Olsen:
Tóktist í fleiri førum ikki
hava tamarhald á illstøðun-
um, sum íkomu á vøllinum.
Nr. 212 • fríggjadagur • 5. oktober 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
SÍF-MB 3-0 (1-0):
FS Vann á skommini
Myrkrið hevði langt síðani lagt seg yvir bygdina, tá SÍF og MB spældu mikukvøldið. Sum so kanska sigandi, tí langt ífrá allar fyrireikingarnar til dystin tóktust
tola dagsins ljós
Mynd: Jens Kr. Vang
25
24
Nr. 212 - 5. november 2004
Kríggið var ikki
liðugt, tá ið Martin
Thomsen fór í læru
sum prentari í Gamla
Bókahandli í Havn.
60 ár seinni arbeiðir
hann framvegis sum
prentari á somu
prentsmiðju
PRENTARI
Eyðun Klakstein
Týsdagin eru tað liðin 60
ár, síðani Martin Thomsen
fór til at arbeiðis á prent-
smiðjuni hjá Gamla Bóka-
handli í Havn.
Hann var 14 ára gamal, tá
ið hann fór úr Gøtu og til
Havnar at læra, og hóast tað
var eitt sindur tilvildarligt,
at hann skuldi gerast prent-
ari, so treivst hann so væl í
hesum yrki, at hann helt
fram alt lívið – sum prent-
ari á somu prentsmiðju.
– Eg haldi, at eg var
heppin við læruplássi, tí
hetta hevur verið eitt sera
gott arbeiðspláss, sigur 74
ára gamli Martin Thomsen.
Síðani 1995 hevur hann
verið einsamallur til arbeið-
is á Prentsmiðju H.N.
Jacobsens Bókahandli, og
tað verður tann róligi prent-
arin úr Gøtu, sum hevur
búð meginpartin av lívinum
í Havn, ið fer at sløkkja og
stongja á prentsmiðjuni.
Umvælingar skulu gerast
í bókhandlinum, og Martin
Thomsen roknar við, at um
ársskiftið verður prent-
smiðjan latin aftur.
Tá fer hann heim, og
hann ætlar sær ikki at finna
annað arbeiðið.
Krógvaðu seg fyri
týskum bumbum
Tað var seint í krígnum, at
Martin Thomsen fann sær
lærupláss.
– Tá í tíðini var tað van-
ligt, at 14 ára gamlir
dreingir fóru til skips, men
tað var kríggj, og tá sluppu
vit ikki avstað. Tí ráddi tað
um at finna eitt lærupláss á
landi, greiðir Martin Thom
sen frá.
Hann sá eina lýsing frá
Gamla Bókahandli í Havn,
royndi eydnuna og fekk
læruplássið har.
– Vit vóru tríggir dreingir
úr Gøtu, sum fóru um somu
tíð til Havnar at læra til
prentara. Esmar Jacobsen
og Meinard Túvulið fóru
eisini í prentaralæru, og
seinni kom eisini ein prent-
smiðja til Gøtu.
Tíðin var ein onnur enn
hon, sum vit hava í dag, tá
ið Martin Thomsen fór at
læra í Havn. Kriggið var
ikki liðugt, og tað kom fyri,
at teir noyddust at fara av
prentsmiðjuni í skundi.
– Vit høvdu eitt bumbu-
skýlið uttanfyri prentsmiðj-
una, og eg upplivdi tvær
ferðir, at vit máttu rýma av
prentsmiðjuni og fara í
bumbuskýlið. Tað var vorð-
ið friðarligari tá, men tað
kom framvegis fyri, at tað
var luftalarmur, sigur Mart-
in Thomsen.
Størsta uppgávan frá
landslæknanum
Lærutíðin til prentara var
fýra ár, men um talan var
um ungar mans, so kundi
hon ásetast til fimm ár, og
tað gingu fimm ár, áðrenn
Martin Thomsen fór niður
at taka sveinaprógv. Hann
skuldi bara á skeið, men
meldaði seg til sveina-
royndina og stóð royndina.
Hann arbeiddi niðri í 9
mánaðir, men kom so
heimaftur og fór aftur í
bókahandilin at arbeiða.
Teir settu og prentaðu mest
tíðarrit og bøkur. Bløðini
vórðu prentað á øðrum
prentsmiðjum í Havn.
– Fyrstu tíðina plagdi eg
at seta Kristiligt Ung-
mannablað. Vit prentaðu
eisini Kirkjutíðindi, Ítrótt-
artíðindi, skúlabøkur og
annað. Eisini fleiri av bók-
unum hjá Jákup Dahl vóru
prentaðar her, sigur Martin
Thomsen.
Størsta verkið, sum hann
hevur verið í holt við, var
doktararitgerðin hjá lands-
læknanum, sum var fleiri
hundrað síður til støddar.
Tað var í fimtiárunum.
Alt verður gjørt við
blýggj
At koma inn á prentsmiðj-
una hjá Gamla Bókahandli,
er sum at stíga nógv ár aftur
í tíðina. Útgerðin á prent-
smiðjuni er av tí gamla
slagnum. Maskinurnar hjá
Heidelberger eru eini 50
ára gamlar, og alt verður
framvegis sett við blýggi.
Her eru ongar teldur ella
onnur nútímans útgerð,
sum verður brúkt prentara-
yrkinum nú á døgunum.
Martin
vísir,
hvussu
teksturin, ið skal prentast á
brævbjálvar,
brævpappír
ella annað, verður gjørdur.
Hann
leggur
kvikliga
blíggjbókstavirnar í rætta
rað og greiðir frá, at tá hann
tók hastigheitsprøvan á
skúlanum,
skuldi
hann
klára at leggja 50 reglur
upp á 90 minuttir. Tað klár-
aði hann væl, og hann gjør-
dist ikki seinni at seta árini
aftaná.
– Menninir, sum settu við
blýggj allan dagin og
hvønn dag, gjørdust rætti-
liga skjótir, sigur hann.
Einsamallur eftir
Tá ið Martin Thomsen fór í
læru í Gamla Bókahandli,
vóru fleiri prentarar til ar-
beiðis, og tað hava tað verið
tey flestu árini síðani.
Menn, sum Erling Isholm,
Stig Rasmussen, Villy Juul,
Oskar Hermansson, Knút
Thorsvig og Svenning av
Lofti hava arbeitt á prent-
smiðjuni, men seinastu 9
árini hevur Martin Thom-
sen verið einsamallur.
– Eg havi so ongan at
klandrast við longur, sigur
hann skemtandi.
– Tað var stuttligt at
arbeiða her, tá ið tað vóru
fleiri mans, og tú vart ungur
og raskur. Tað var lív í, og
vit høvdu tað gott saman.
Hesi seinnu árini havi eg tó
trivist væl við at verið
einsamallur her. Eg passi
meg sjálvan og havi nóg
mikið at gera, sigur Martin
Thomsen.
Og restina av hesum árin-
um heldur hann fram við at
prenta ymiskar smærri lutir
fyri fólk, umsiting og virki.
Brævbjálvar,
serviettar,
brævpappír og annað verð-
ur við góðum hegni rent
ígjøgnum svørtu Heidel-
berger-maskinurnar.
Men tíðin er við at fara
frá gomlu útgerðini, og tá
ið hetta árið er av, er eisini
eitt tíðarskeið á Prent-
smiðju H.N. Jacobsens
Bókahandli farið í søguna.
Rýmdu av prentsmiðjuni
og út í bumbuskýlið
– Tað var stuttligt at arbeiða her, tá ið tað vóru fleiri mans, og tú vart ungur og raskur. Tað var lív í, og vit høvdu tað gott saman.
Hesi seinnu árini havi eg tó trivist væl við at verið einsamallur her. Eg passi meg sjálvan og havi nóg mikið at gera, sigur Martin
Thomsen
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
24