mánadagur 9. apríl 2018síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 9. apríl 2018 · Nr. 40
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
KLUMMAN
André sigur sína hugsan...
Tróndur Arge
-Tú kanst siga, at Ísland er
eitt lið í heimsflokki. Tær
vunnu 3-2 á Týsklandi í fjør,
sigur Pætur S. Clementsen,
tekinskur stjóri í Fótbólts
sambandinum og landsliðs
venjari hjá kvinnum.
Hann fjalir ikki, at upp
gávan móti Íslandi í HM
undankappingini týskvøldið
á Tórsvølli, eru ovurhonds
stór.
-Eitt gott úrslit hjá okkum
er, at vit ikki blíva hølvaðar
av, sigur hann víðari. Ikki tí
hann ikki trýr upp á sínar
spælarar, men tí munurin á
føroyskum og íslendskum
fótbólti er stórur. Seinast
vann Ísland 8-0 á føroyska
landsliðnum. Heldur tosar
landsliðsvenjarin um fram
gongd.
- Vit taptu 8-0 í Íslandi.
Tað hildu vit var eitt sindur
ov nógv í mun til dystar
gongdina. Nú vóna vit í
fyrsta umfari, at fáa skavað
nøkur mál av og vónandi eru
vit sterkari á bóltinum. Vit
arbeiða við nøkrum ávísum
tingum
í
spælinum
hjá
okkum. Fáa vit tey at rigga
verður úrslitið hareftir, sigur
Pætur S. Clementsen.
Hann
leggur
afturat,
at Ísland hevur eitt lið við
kropsliga sterkum spælar
um.
-Tá tú vinnur 3-2 á Týsk
landi, so er tað tí tú dugur
okkurt. Íslandi hevur ikki
somu styrkir sum Týskland
og Kekkia, men at talan er
heldur um kropsliga sterk
ar spælarar. Tú kanst gott
siga, at talan er um eitt lið í
heimsflokki, sigur landsliðs
venjarin.
Venja um veturin
Tilgongdin við HM undan
kapping og at fáa ment
kvinnufótbóltin
merkir
eisini, at spælarar í størri
mun nú venja skipaðan
landsliðsfótbólt og skipaða
styrkivenjing um veturin.
Eisini eru fleiri spælarar
farin av landinum í seinast
uni at spæla fótbólt.
-Tað er tíðliga á árinum,
men eg haldi tað sær skila
gott út, sjálvt um bara eini
fýra umfør eru farin í lands
kappingini. Tað er ein hugalig
gongd, at vit hava spælarar,
ið søkja úteftir. Eg veit ikki
um tú kanst siga, at tað sæst
ordiliga enn, men vit gleðast
um at fleiri spælarar spæla á
hægri stigi. Vit síggja eisini,
at spælararnir í heimligu
kappingini gera nógv við
venjing um veturin. Nú
verður spennandi at síggja,
um vit eru komin tættari upp
á mótstøðuliðini hjá okkum í
ár, sigur landsliðsvenjarin.
Stuðul nógv at siga
Landsdysturin móti Íslandi
verður á Tórsvølli týsdagin
klokkan 17. Tað sæst væl
á
marknaðarføringini
av
dystinum, at meiri verður
lagt fyri í samband við
kvinnufótbólt í løtuni. Nú
vónar landsliðsvenjarin, at
áskoðararnir eisini koma at
vísa sín stuðul.
-Fyri
okkara
spælarar
hevur tað stóran týdning, at
tær føla at vit stuðla teimum.
Hetta er eitt lið, sum hevur
havt stórar avbjóðingar, har
tær hava havt nakrar harðar
upplivingar á vøllinum móti
sterkum tjóðum. Tað hevði
komið væl við, um vit fingu
víst teimum, at vit stuðla
teimum. Eitt annað er, at
tað er ikki oftari enn so, at
so sterk fótbóltstjóð kem
ur til Føroya at spæla. Tað
kundi verið stuttligt hjá
okkara ungu spælarum, at
sæð fótbólt á so høgum stigi,
sigur Pætur S. Clementsen.
Higartil hevur føroyska
liðið spælt fýra dystir og tapt
til samans 32-0. Nú er eitt ár
síðani, at føroyska liðið vann
seg í HM undankappingina.
Nú fáa vit at síggja, um vit
ikki hava ment okkum eitt
sindur.
trondur@sosialurin.fo
t Hondbólts
kappingin má
endurskoðast
Føroyskur kvinnufótbóltur er at kalla kollveltur seinasta árið, har bæði
UEFA og Fótbóltssambandið hava lagt nógv fyri at menna kvinnufótbólt.
Eftir eitt hart ár við fleiri stórtapum, so kemur Ísland nú á vitjan
Kvinnulandsliðið:
Føroyska hondbóltskappingin nærkast nú klimaks,
tá FM finalurnar verða. Tað er nú, at hallirnar
eiga at verða fullar og spenningurin er upp á tað
hægsta. Øll fylgja við, tí nú skal trumfur setast á
fyri kappingarárið – men soleiðis er ikki.
Bæði landskappingin hjá kvinnum og monnum
er steindeyð, fyri uttan FM finalurnar. Tær eru
kanska einasti parturin, ið riggar í føroyskum
landskappingarhondbólti,
tí
restin
er
púra
óáhugaverd á flestu økjum.
Nú er tað soleiðis í ár, at tvey lið eru greitt
nummar eitt og tvey. Tí er ongin spenningur um at
koma í FM finalurnar. Tað er harmligt, tí nú hevði
verið fantastiskt við nøkrum avgerandi dystum.
Her tykist steypakappingin hava munin, har spælt
verður í ein mánað og fleiri avgerandi dystir eru
innan stutta tíð. Tak bara Kyndil, sum endaði við
at vinna steypakappingina. Har var næstan ongin
dystur uttan spenning, tí Kyndil skuldi vinna í
bólkafinlauni í Klaksvík, síðani í hálvfinalunum og
ikki minst í finaluni.
Hondbólturin verður mangan settur upp í
móti fótbóltinum. Tað er kanska ikki fair, men í
landskappingini hjá monnum í fótbólti er sjáldan
meiri enn tvey av teimum tíggju liðunum, sum ikki
hava nakað at spæla fyri seinastu umførini. Har
er FM, plássini í Evropa og niðurflytingarstríðið.
Hondbólturin hevur bara FM finalurnar. Har er
einki pláss til Evropa og ongin niðurflyting.
Tað er harmligt, at nú tá kappingin er upp á
tað mest avgerandi, so er fjórða umfar í fótbólts
landskappingini meiri spennandi – ella soleiðis
upplivi eg tað. Eg veit at Hondbóltssambandið
og hondbóltsføroyar hava hugsað allar hugsandi
tankar og eg vóni, at tað finst ein loysn, tí sum er, so
er alt ov fá lið, ið hava nakað at spæla fyri í seinasta
umfari.
trondur@sosialurin.fo
ÍSLAND EITT LIÐ
Í HEIMSFLOKKI