mánadagur 9. apríl 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. apríl 2018 · Nr. 40
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vikan ið fór
Fróði F. Jensen og
Henrietta Nielsen
FM í borðtennis
hjá einstaklingum.
Henrietta Nielsen
vinnur eisini
tvímansleik og
blandaðan tvímansleik
Bartal Poulsen og
Gunnva Jacobsen vinna
FM fyri einstaklingar
í Badminton. Gunnva
Jacobsen vinnur
eisini í blandaðum
tvímansleiki
Malaki Vang Niclasen,
Mariam Al Kanaani,
Silja Johannesen,
Aleksandur
Christensen, Bárður
Hentze Lenvig og Dánjal
á Krákusteini vunnu FM
í ymsu vektbólkunum í
judo
Signhild Joensen setur
nýtt føroyskt met í Páls
høll, tá hon svimur 100
m í ryggsvimjing upp á
1:03.34
Kendir danskir boksara
venja í Føroyum. Ímilum
teirra er hálvføroyska
systkinaparið, Allan
og Sarah Mahfoud, og
Mark O. Madsen
Manchester United
vinnur nógv umtalaðu
grannauppgerðina
móti Manchester City.
Útskeldaði Paul Pogba
skorar tvey mál í 3-2
sigrinum
Fyrrverandi enski
landsliðsliðskiparin,
Ray Wilkins, doyr
61 ára gamal av
hjartasteðgi
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Fróði F. Jensen
Føddur: 25
Yrki: Borðtennis
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1: Tórshavn Boksing
2: Áki Egilsnes
3: Blátt og hvítt
4: Badminton, borðtennis
og judo
5. Teitur Matras Gestsson
6. Magni Mohr
7. Chris Smalling
8: Fróði Fríðason Jensen
The Mixer er bókin til Premier
League fjepparan. Hon lýsir
hvussu fótbóltur í bestu deildini í
Onglandi hevur broytt seg síðani
1992, tá hon fekk heitið Premier
League. Og nógv er broytt. Millum
annað byrjaðu bara 11 útlendingar
inni í fyrsta umfari nakrantíð í
Premier League.
Premier League hevur fingið
nógvan íblástur. Millum annað
lýsir bókin væl hvussu Premier
League fór frá enskum fótbólti
við nógvum longum sendingum
og einum stórum áleypara, til
bóltsnillingar sum Eric Cantona,
Gianfranco
Zola,
Dennis
Bergkamp og Juninho. Hvussu
Premier League broyttist við
nýggjum venjarum sum Arsene
Wengar, José Mourinho, Rafael
Benitez og nú Pep Guardiola,
Jurgen
Klopp
og
Mauricio
Pochettino.
Tað er áhugavert at lesa,
hvussu tú í dag kanst koma til
nakrar niðurstøður, sum eru
verri at síggja meðan tú livur mitt
í einum kappingarári, og skrálar
eftir
sjónvarpinum.
Premier
League hevur verið gjøgnum
fleiri ymisk tíðarskeið, og fleiri
av
vinnandi
liðunum
verða
viðgjørd nærri. Millum annað
ótrúligi sigurin hjá Leicester og
Blackburn, umframt tey ymisku
meitsaraheitini hjá Manchester
United,
Arsenal,
Chelsea
og
Manchester City. Og hvat gekk
galið hjá Newcastle, Liverpool og
Tottenham, sum øll hava verið
nær við?
LES UM: Tú hevur rímiliga holla
vitan um Premier League og
fótbólt sum heild, tí talan er í
støðum um reint taktikk-tos.
IKK LESA UM: Tú ikki kennir
nøvnini aftur, sum er skrivaði í
greinini og ikki veit hví Blackburn
verður nevnt millum vinnandi
liðini
HVUSSU ER AT LESA: Væl
skrivað bók, sum tó tekur hædd
fyri at tú veist nakað um fótbólt.
Lætt at býta hana upp í partar,
tí hon er skrivað kronologiskt
og ikki neyðugt at lesa allar
kapitlarnar.
HVAT SIGUR TÚ: Hetta bókin
krevur, at tú hevur fylgt við í
Premier League, ella vil læra nógv
um 90 ini. Fyri meg var hon ein
framúr túrur í Premier League
savnið.
The Mixer:
Taktikkur í Premier League í 25 ár
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
1
Hvussu eitur einasta boksifelagið í Føroyum?
2 Ein føroyingur spælir í íslendskum hondbólti. Hvør?
3 Hvussu vorðið hár hevði Paul Pogba til Manchester
grannauppgerðina móti City?
4 Hvørjar eru tær tríggjar ítróttargreinarnar, sum eru
umboðaðar til Kontrast FM?
5 Málverjin hjá HB bjargaði tveimum brotsspørkum
móti B36 í farnu viku. Hvussu eitur hann?
6 Hvussu eitur føroyski venjarin í venjaratoyminum
hjá spanska fótbóltsfelagnum Deportivo La Coruna?
7 Hvør skoraði vinnandi málið hjá Manchester United
móti Manchester City?
8 Hvør er FM-vinnandi borðtennisspælarin á myndini?
Hvussu var at spæla
FM-finaluna?
- Tað er altíð eitt upplivilsi at
sleppa at spæla eina FM-finalu.
Eg haldi eg var eyka uppsettur til
finaluna í ár, av tí eg ikki hevði
vunnið hana í nøkur ár. Sjálva
finaluna upplivdi eg sera intensa
og livandi við fyrst at koma fram
um 1-0, so aftur um 3-1 og so enda
við at vinna 4-3. Eg haldi støðið var
høgt til tíðir og tað var, vónandi
eisini fyri hyggjaran, ein feit
finala.
Tú vart aftanfyri 3-1,
hvat hugsaði tú tá?
- Eg jústeraði mín taktikk og
royndi at bøta um teir feilir, sum
eg hevði gjørt gjøgnum seinastu
trý settini, sum serliga vóru 2.
og 3. bólturin, tvs. retururin og
opningar. Tað er ikki heilt óvanligt,
at man kann venda einum dysti,
har man er aftan fyri 1-3 til 4-3,
so eg misti aldrin mótið, men
eg merkti harafturímóti, at allir
nervar fóru úr kroppinum og eg
kundi spæla nógv fríari og leysari.
Hvussu hevði tú fyrireikað
teg til finaluna?
- Til sjálva finaluna var ikki so
nógv fyrireikingartíð, av tí eg
longu hevði spælt tvær finalur
um morgunin. Av tí sama kom
man eisini inn í stemningin
tíðliga. Men millum tann blandaða
tvímansleikin og einmansleikin
keypti eg mær eina tvíflís, drakk
ein kopp av kaffi og tók 10 min, har
eg setti meditatiónstónleik í oyrini
og gjørdi nøkur andadrátsøvilsi
(sum hjálptu sera væl upp á
nervarnar).
Hvussu er hetta
felags FM-tiltakið við
badminton og judo?
- Felags FM-tiltakið er hæddar
punktið á borðtennisárinum. Tað
er sera feitt tá øll møtast, og man
fær spælt eina rúgvu av borð
tennis. Tað sosiala er eisini ein
umráðandi faktor, sum ger dagin
so serligan; bæði tá innleiðandi
verður spælt, á sjálvum degnum
og á galla-tiltakinum, sum er um
kvøldið.
Hvat er næsta mál
fyri framman?
- Næsta mál verður at fáa nakrar
medaljur heim við úr Grønlandi,
har vit skulu spæla árliga Arctic
Open móti Grønlandi og Íslandi.
So venjingin verður nokk tikin upp
aftur á kjallaranum á Oyrasundi
týsdagin.
Fyri tveimum mánaðum síðani bjóðaði Mino
Raiola (umboðsmaður) mær at keypa Paul
Pogba
Pep Guardiola, venjari hjá Manchester City, undan dystinum
móti Manchester United
Um tað passar, so er prísurin nú farin upp
fyri Paul Pogba
José Mourinho, venjari hjá Manchester United,
eftir at miðvallarin skoraði tvey mál í 3-2
sigrinum á City
FAKTA:
Tað er Michael Cox, sum hevur
skrivað bókina. Hann skrivar
javnan í altjóða miðlum altjóða
fótbólt