týsdagur 10. apríl 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. apríl 2018 · Nr. 41
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Áki Bertholdsen
Kanska skulu vit í Tjóð
veldi venja okum við, at
eta
sjálvstýrisbitarnar
í smærri bitum, enn vit
onkuntíð hava lyndi til.
Tað helt Páll á Reyna
túgvu, løgtingsmaður fyri
Tjóðveldi, á flokstinginum
hjá flokkinum í Klaksvík
leygardagin.
Eftir at umboðað Tjóð
veldi í politikki í eini 20
ár, er hann komin til ta
niðurstøðu, at Tjóðveldi
eigur kanska at føra ein
meiri jarðbundnan poli
tikk á sjálvstýrisøkinum,
heldur enn miðja fram
ímóti teimum stóru mál
unum.
Hann heldur nevniliga,
at tað gongur alt ov seint á
sjálvstýrisleið í Føroyum,
og tí heldur hann, at
kanska skulu stigini tak
ast í smáum, heldur enn at
stremba eftir at taka tað
heilt stóra stigi í einum.
Eitt mál, hann sipar
til, er ætlanin at gera eina
nýggja, føroyska stýris
skipan.
Hann ivast nevniliga
í, um tað loysir seg at
»boksast við ein ógvuliga
sambandskan Javnaðar
flokk«, sum hann málber
seg, um eina nýggja stýris
skipan.
Hann heldur, at kanska
skuldi flokkurin sett sær
eitt meiri jarðbundið mál
og tikið samráðingar upp
um at niðurlaga donsku
ríkisveitingina úr Dan
mark.
– Ein stýrisskipan fer
at spretta burtur úr fólki
num, tá ið tíðin er búgvin
til tað, so tað stúri eg ikki
fyri, segði Páll á Reyna
túgvu.
Tað fer einki
at henda
Páll á Reynatúgvu er ikki
einsamallur
tjóðveldis
maður, sum hevur mist
álitið á, at tað fer at bera
til at fáa ætlanina um
eina nýggja stjórnarskip
an framda, nú Javnað
arflokkurin er settur at
standa á odda fyri arbeið
num.
Tey sipa til, at ein
nevnd er sett við umboð
um úr hvørjum flokki er
sett at orða eina nýggja
stjórnarskipan, sum skal
leggjast fyri Løgtingið,
áðrenn
fólkaatkvøða
skal vera um tað. Og tað
er javnaðartingmaðurin,
Heðin Mortensen, sum er
formaður í teirri nevndini
Tá ið málið um eina
nýggja
stjórnarskipan
nú er lagt í eina nevnd,
har
Heðin
Mortensen
er formaður, vita vit við
vissu, at tað fer púra einki
henda á økinum, vóru tað
fleiri tjóðveldisfólk, sum
vóru sannførd um.
Áki Bertholdsen
Næstu ferð, Tjóðveldi fer í
eina samgongu, skal tað vera
eitt aðalmál, at ríkisveitingin
úr Danmark skal lækkast.
Tað vóru tjóðveldisfólk
samd um á flokstingi í Klaks
vík um vikuskiftið.
Har var tað ein av høvuðs
boðskapunum, at búskapar
liga er ongin sum helst forð
ing fyri, at Føroyar taka
loysing frá Danmark.
Høgni Hoydal, formaður
fyri Tjóðveldi, staðfestir, at
nú er ríkisveitingin úr Dan
mark til Føroyar nevniliga
bara 3,3 prosent av okkara
bruttotjóðarúrtøku. Ella við
øðrum øðrum er hon bara
3,30 krónur av hvørjum
hundraðkrónuseðili í før
oyska búskapinum.
Hann staðfesti, at sein
astu árini er úrslitið hjá
landskassanum batnað ein
ar 700 – 800 milliónir og vit
hava vent einum stórum
halli til eitt stórt avlop.
Og hann leggur afturat,
at framburðurin er ikki
komin uttan eftir, tí hann
er skaptur av okkara egnum
framleiðslu.
Ræðumyndin kann
ikki brúkast
Høgni Hoydal staðfestur, at
annars verða tey fíggjarligu
viðurskiftini
altíð
brúkt
sum ræðumyndir ímóti loys
ingini.
Men tey kunnu ikki brúk
ast longur í eini roynd at
ræða føroyingar frá at taka
loysing, tí nú er ríkisveitingin
komin niður á 3,3 prosent av
okkara bruttotjóðarúrtøku.
– Altso er ríkisveitingin nú
bara tríggjar 3,30 krónur av
hvørjum hundraðkrónuseðli,
og so nær hava vit ongantíð
verið at vera púra leys av
ríkisveitingini, leggur hann
afturat.
Hann vísir eisini á, at síða
ni ríkisveitingin varð fryst
føst í 2002, er bruttotjóðar
úrtøkan hjá Føroyum hækk
að úr sjey milliardum upp í
næstan 20 milliardir.
– Sostatt hava vit allar
møguleikar at halda fram at
leggja grundina undir einu
frælsum,
samhaldsføstum
og sjálvbjargnum Føroyum,
og fáa vit ein meiriluta í
fólkinum fyri at taka loys
ingina, er tann fíggjarliga
forðingin púra burtur, leggur
hann afturat.
Snýr seg bara um
at hava dirvi
Kristina Háfoss, landsstýris
kvinna
í
fíggjarmálum,
vísir á, at í fjør var avlopið
á fíggjarlógini 564 milliónir
krónur.
Men
samstundis
vórðu stórar íløgur gjørdar
í samfelagnum, og vórðu tær
ikki gjørdar, hevði avlopið
verið 920 milliónir krónur.
Danska ríkisveitingin til
Føroya er 642 milliónir, so tað
er greitt at tað er ikki her, at
avbjóðingin er fyri at taka
fullveldi.
Samstundis er búskapar
grunnur settur á stovn við
tí endamáli at leggja pening
til viks at standa ímóti við, tá
ið tíðirnar versna, og sostatt
at minka um sveiggi í bú
skapinum. Men endamálið
við búskapargrunninum er
eisini at gera okkum leys
av ríksiveitingini, sigur tey
bæði oddafólkini í Tjóðveldi.
– Fullveldi er ikki longur
ein búskaparligur spurn
ingur, tað er eina og aleina
ein spurningur um at hava
dirvið til at taka loysa, sigur
Kristina Háfoss.
Hon sigur, at tað er ikki av
ongum, at so lítið er frammi
um loysing og í politiska
orðaskiftinum í Føroyum.
Vit skulu læra
okkum at
eta bitarnar
í smáum
FLOKSTING Tjóðveldisflokkurin
skuldi kanska lært seg
at etið bitarnar í smáum
heldur enn at boksast við
ein sambandssinnaðan
Javnaðarflokk um tey
tey stóru málini
Í NÆSTU
SAM
GONGU
SKAL
RÍKIS
VEITINGIN
SKERJAST
FLOKSTING Nú er ríkisveitingin bara 3,3 prosent
av búskapinum, so fíggjarliga er púra forðing
yvirhøvur fyri at taka loysing, staðfestur Tjóðveldi
Tey kunnu ikki
brúkast longur í eini
roynd at ræða føroyingar
frá at taka loysing
LÍTIÐ ÁLIT
Tjóðveldisfólk hava lítið álit á, at Heðin
Mortensen fer fer at gera nakað við tað